Bookmark and Share    
 

Marjun Syderbø Kjelnæs - nýtt, flott avrik

2012-07-04 12:00

Marjun Syderbø Kjelnæs gevur út yrkingasavn fríggjakvøldið í Posthúskjallaranum.

Savnið eitur Rót Tripp, og tittulin flirtrar við amerikanska hugtakið Road Trip ? sum vísir seg sum eitt helt serligt tripp út av vegnum og niður til røturnar undir beinu asfalteraðu leiðini, har skammlopini sjóða og svíða og titra millum nervatræðrirnar.

Væl komin til framløgu fríggjakvøldið.

Mariann Hansen og Mike Viderø framføra leikin TRAPPAN, ið Marjun hevur skrivað, og Bárður Persson hevur leikstjórnað.

Seinni lesur Marjun úr savninum, og vit fáa okkum eitt glas av víni afturvið.

Kom og set á vikuskiftið fríggjakvøldið kl 9 við einari góðari innihaldsløtu.

SPROTIN

Innbjóðing

Rithøvundafelag Føroya | Lützenstrøð 4, FO-100 Tórshavn