Bookmark and Share    
 

R°­a til Hanus Kamban ß 70-ßra degnum

2012-06-28 19:38

Um skuggar og anti-politiskan politikk

Bergur Djurhuus Hansen

Í bókmentaligari viðgerð verður vanliga munur gjørdur á teksti og verki. Teksturin er konkretur, tí tað er tekstinum, vit sita við, og tað er tekstin, vit lesa. Verkið – óansæð um vit tosa um eitt einstakt verk ella alt verkið eftir ein rithøvund – er abstrakt, tí verkið er tað, vit hugsa okkum til við støði í antin einum ella fleiri tekstum. Tá eg í dag skal siga nøkur orð um ritverkið eftir Hanus Kamban, loyvi eg mær tí at byrja við einum heilt konkretum teksti.

Í savninum Gullgentan, sum kom út í 2010, er ein stuttsøga, nevnd “Saxifraga Nivalis”. Her er inngangurin:

Svanir hava verið at sæð á teimum ovaru vøtnunum, segði Maltusgubbi í morgun. Edward hugsar um hesi orðini, í tí hann tekur pensilin og fer undir, við seigum strokum, at leggja tann svarta litin á hjalsrimarnar. Maltusgubbi hevur biðið hann gjørt hetta arbeiðið tær løtur, ongin skúli er. Maltusgubbi er sóknarstýrisformaður og hevur sjúkrakassan og postin og ein lítlan handil í kjallaranum. Har situr hann nú, men viðskiftafólkini renna hann ikki um koll, og so kann hann sita og lesa avísina ella umvæla okkurt ur ella fara inn í arbeiðsrúmið við síðuna av, har Tann Ólidna Skonnartin stendur, at putlast við sítt serliga áhugaarbeiði. Klokkan er tíggju. Tjøran glinsar í sólini. Nú kemur Skuggin omaneftir, í svørtum gummistivlum og dimmari kaskett við blonkum túti. Hann heilsar ikki, gongur oman ígjøgnum betongtrappuna og fer inn í handilin. Hann setir seg á ein tóman kassa. Onki orð verður sagt. Eitt korter seinni kemur Skuggin út og gongur við regluligum fetum omaneftir og verður burtur millum húsini longur niðri.

Tað er ein serstakur gandur í hesum innganginum. Lýsingin av vøtnunum, húsunum og fólkunum er bæði tølandi vøkur og óunnilig. Vit leggja merki til mótsetningarnar, sum verða flættaðir inn í hvønn annan, t.d. svanirnir á ovaru vøtnunum og svarti liturin á hjalsrimunum, sólin, sum glinsar í svørtu tjørini (og øvugt), Skuggin, sum er í svørtum gummistivlum og hevur dimma kaskett við blonkum túti og helst vil fjala seg fyri sólini og degnum o.s.fr. Tær horisontalu flytingarnar eftir landslagnum við vøtnum og svanum í fyrstu reglu verða til vertikalar flytingar í penslinum við tí svarta litinum - upp og niður eftir hjalsrimunum – í reglu trý og fýra. Vit byrja í erva, “á teimum ovaru vøtnunum”, fara inn í kjallaran hjá Maltusgubba, og vit enda við staðfestingini “millum húsini longur niðri”.

Edward, sum ungi høvuðspersónurin í stuttsøguni eitur, hugsar longu í triðju reglu um orðini, og hann heilsar á tann hátt lesaranum, sum eisini má geva sær far um orðini. Samskiftið millum tekst og lesara krevur v.ø.o. ansni og nærlagni, og í tekstinum verður sipað til ymisk sløg av samskifti, tí Maltusgubbi hevur handil og tekur sær av postinum, og hann lesur avís og er sóknarstýrisformaður. Men tá Skuggin nærkast stendur: “Onki orð verður sagt”. Tað er vert at leggja til merkis emfatisku byrjanina, t.v.s. orðið svanir er sett fremst í setningin, tí dentur skal leggjast á tað, í einum vanligum setningi hevði kanska verið byrjað øvugt, t.v.s. “Malthusgubbi segði í morgun, at svanir...”. Svanirnir verða drignir fram, og ein ørgrynna av slóðum verða á ymsan hátt lagdar út til lesaran at fara eftir og at hugsa um.

Stuttsøgan lýsir eina summarfrítíð hjá dronginum Edwardi í lítla keypstaðnum hjá Maltusgubba. Søgan er um somu tíð ein lýsing av einari broyting í dronginum, sum er á markinum millum barna- og ungdómsár, og ein viðgerð av almennum tilveruligum treytum. Drongurin er í einari broytingar- og tillagingartíð, og hann er forvitin eygleiðari.

Hanus Kamban er í “Saxifraga Nivalis” – eins og í mongum øðrum av sínum stuttsøgum – ávirkaður av hugsanunum hjá sálarfrøðinginum Jung um eitt kollektivt dulvit og um “arketypur”, t.v.s. hugmyndir, sum ganga langt aftur í tíð – eru upprunaligar, støði undir øllum øðrum hugsanum – og eru felags fyri øll menniskju. Skuggin er ein slík hugmynd, ein “arketypa”, og skuggin umboðar alt tað, vit vanliga ikki vilja kennast við í okkum sjálvum. Tí eru ongi orð knýtt at Skugganum, samskiftið við Skuggan er orðleyst, men Skuggin hevur megi í sær. Mótsett Maltusgubba, sum “situr” og lesur avísina, so er ferð á Skugganum, hann “gongur við regluligum fetum”. Skuggin bindur á henda hátt søguna saman við eina røð av øðrum søgum í bókmentasøguni og við munnbornar hugsanir frá fyrndartíð. Kendastar um okkara leiðir eru søgan um “Peter Schlemihl” eftir týska høvundin Adalbert von Chamisso og sjálvsagt søgan “Skyggen” eftir H.C. Andersen.

Saxifraga Nivalis er latínska heitið á plantuni, sum á føroyskum eitur Snjósteinbrot, og sum serliga veksur í rivum, homrum og gjáum, t.v.s. í skugga ella í skýmligum umhvørvi. Men søgan er meiri margtýdd enn so, tí fleiri aðrar tilsipingar eru í tekstinum, m.a. til uml. sjeyti ára gomlu skaldsøguna Anthony Adverse eftir Harvey Allen, har eisini skuggar gera um seg. Drongurin tráar eftir at síggja vøtnini uppi í fjøllunum, har svanirnir lenda og leggja “rípur aftur úr fitjunum”. Men hann skal læra seg sjálvan og lívsins duldu kreftir at kenna, og hann fer ígjøgnum tað, sum Jung nevndi eina individuation, hann finnur – í hvussu er fyribils – eina javnvág. Men sum Maltusgubbin minnir hann á í endanum á søguni “Skuggin er Skuggin”.

Tær mongu tilsipingarnar eru eitt eyðkenni fyri stuttsøgurnar hjá Hanusi, og tær krevja, at lesarin er nærlagdur. Hanus er sjálvur væl lisin, eftiransin og nágreiniligur – leggið m.a. merki til øll lýsingarorðini og mongu innskotnu setningarnar, sum eyðkenna hansara tekstir – og heitið á stuttsøguni – “Saxifraga Nivalis” – er helst ikki einans valt fyri týdningin, men harumframt tí tað er vakurt og symmetriskt, bæði í skrift og í munnligum framburði er tað í javnvág, tað ljóðar væl, tí har er eitt regluligt skift millum sjálvljóðini a og i. Aðrastaðni í tekstinum ber til at síggja onnur slík skift millum sjálvljóð ella spæl við hjáljóðum, t.d. tá Edward málar “við seigum strokum”. Einki er tilvildarligt í einum teksti, sum Hanus Kamban hevur skrivað.

Tað anti-politiskt politiska

Men eins og í “Saxifraga Nivalis” snúgva stuttsøgurnar hjá Hanusi Kamban seg, tá samanum kemur – og vit flyta okkum nú úr tí konkreta tekstinum til yvirskipaða, abstrakta verkið – um gott og ónt. Tær snúgva seg ikki einans um bókmentir og tilveru, fagurfrøði og heimspeki, men eisini um etikk og politikk. Ein grundleggjandi hugsan í søgunum er, at tað ljósa og tað dapra í okkum øllum sæst aftur í politikki, og politikkur snýr seg tí ikki einans um stevnuskráir, tingingar og semjur, men eisini um moral, um sannleika og lygn, um trúskap og svik. Politikkur er heldur ikki avmarkaður til politikarar ella til eitt fólkavalt ting, politikkur er í okkara gerandisdegi og ávirkar øll allastaðni. Hetta sæst longu í fyrsta savninum Dóttir av Proteus frá 1980, t.d. í søguni “Gerontiskt millumspæl”, og tað sæst í søvnunum, sum komin eru síðan. Í savninum Pílagrímar frá 2001 er ein søga við heitinum “Mark”. Søgan snýr seg um opportunismu, bakbíting og svik millum gamlar kenningar á einum arbeiðsplássi, og hon hevur sum evni øll tey menniskju, sum av øðrum verða markaði, stigmatiseraði, og ikki sjálvi varnast tað, fyrr enn tilveran er um at loysna undir teimum. Tey markaðu, stigmatiseraðu, eru høvuðspersónar í nógvum av søgunum hjá Hanusi.

Í einum essay, nevnt “Politikkur og samvitska”, skrivar Václav Havel um anti-politiskan politikk, t.v.s. politikk, sum ikki – ella ikki einans – byggir á stevnuskráir og rakstrarróp, men á gerandisligt samskifti andlit til andlits. Essayið stavar frá dissidenttíðini hjá Havel, tað er skrivað í 1984, og Havel vil fyrst og fremst ávara ímóti einari teknifisering av politiska samskiftinum, tí í teknifiseringini hvørvur menniskjað, og tað hendi sambært Havel undir kommunismuni í londunum í Eysturevropa eftir seinna kríggj. Í dag kunnu vit siga, at í politiskum samskifti um okkara leiðir, sum í ov stóran mun byggir á tekniska hugsan, verða menniskju einans umrødd sum áhugabólkar, tilfeingi, eftirbólkar o.s.fr.

Ein anti-politiskur politikkur átti at verið sjálvsagdur, men er veruleikafjarur og í grundini ógjørligur, ein utopi. Anti-politiskur politikkur snýr seg tó – sambært Havel – ikki um naivt at sleppa øllum, sum hoyrir til politiska valdsstríðið og samskiftið í t.d. einum framkomnum fólkaræði, tað snýr seg um at varðveita hugtøkini virðing, samhugi, samkensla, tollyndi, sannleiki og persónlig ábyrgd sum eitt slag av aga og yvirskipaðari stýring í politiskum arbeiði. Havel skrivar, at politikkur m.a. eigur at vera “moralur í praksis”. Eitt sindur av andanum frá 1968 – sum í Kekkia gjørdist ein stokkut uppliving – er í hugsanunum hjá Havel um anti-politiskan politikk, eitt krav um hjartalag, falsloysi og opinleika.

Hanus Kamban hevur virkað og virkar undir øðrum umstøðum enn Václav Havel, men stuttsøgurnar hjá honum, sum snúgva seg um politikk, antin tað er í samfelagnum sum heild, á einum arbeiðsplássi, millum vinir, í viðurskiftunum millum mann og kvinnu ella millum hinskynd og samkynd, eru søgur um ein slíkan Havelskan anti-politiskan politikk.

Tey seinnu árini hevur eitt slag av merkantilum-tekniskum máli merkt politiska samskiftið um stórar partar av heiminum. Í yrkingini “Tíðarprinsar”, sum stendur í savninum Café Europa frá 2008, er ein viðmerking til hetta rák:

andlitsleys egghøvd við

Brecht-stapum og ossetiskum

kakulakk-mustasjum og við “konseptum”

og “synergieffektum” og “branding” og “boom”

Yrkingin endar við einum broti úr yrking eftir William Blake: “So I turned into a sty/And laid me down among the swine”. Hugburðurin í yrkingini er greiður, og orðið “andlitsleys” er týdningarmesta orðið í yrkingini.

Kanningar og týðingar

Tað verður ov nógv og ov drúgt at nevna allar træðrir í tí, Hanus Kamban hevur avrikað, umframt stuttsøgurnar, yrkingarnar, sangirnar og ein sjónleik hevur Hanus skrivað eina rúgvu av bókmentaligum greinum og bókum, t.d. eitt essay um danska skaldið Herman Bang, eina bók um svenska skaldið Hjalmar Söderberg, eina bók Rikard Long og eitt stórverk í trimum bindum um Janus Djurhuus.

Hanus Kamban hevur harumframt regluliga ummælt bókmentir, men hann er ikki vanligur ummælari, hansara ummæli hava í flestu førum eitt íbygt hugtoyggjandi perspektiv, tey eru essayistisk, í grundini er talan um tað, sum á enskum verður nevnt “literary criticism”, t.v.s. kannandi hugsanir um bókmentir. Eitt dømi er ummælið, sum var í Sosialinum í 2010, tá bókin um Jakob Jakobsen – Jakob Jakobsen in Shetland and the Faroes – kom út. Ummælið byrjar við einari stuttari søgu um frakkan, sum Jakob Jakobsen er í á permumyndini, frakkin verður leysliga knýttir at treytunum, Jakob Jakobsen arbeiddi undir og at hansara sinnisstøðu, og síðani verða greinirnar í bókini ummældar, men við uppískoytum og viðkomandi slankum av eyðkendum essayistiskum slag.

Við verkinum um Janus Djurhuus, sum kom út 1994-1997, slóðaði Hanus fyri einum heilt nýggjum slagi av teksti í føroyskum bókmentum, nevniliga “bókmentaligu ævisøguni”. Tekstheitið – “Literary Biography” – varð fyrstu ferð brúkt av amerikanska bókmentafrøðinginum Leon Edel í fyrilestrarøð í 1956, og tað merkir og krevur, at ævisøgan ikki einans lýsir lívið hjá einum rithøvundi, men harumframt viðger bókmentaligu avrikini hjá rithøvundinum ella sum Hanus Kamban sjálvur orðar tað í formælinum í fyrsta bindi: endamálið er at “flætta saman persónssøgu, søgu, bókmentasøgu og – lutvíst eisini – bókmentatulking”. Tað var framsøkið mál at seta sær, men úrslitið er eitt tað dyggasta og mest áhugaverda verkið um føroyskar bókmentir.

Hanus Kamban er harumframt framúr góður týðari, úr donskum, enskum, týskum og fronskum. Í grundini var Hanus Kamban fyrst av øllum týðari, hansara fyrsta bókaútgáva var eitt savn við týðingum, Drekin og aðrar søgur, 1969. Ein av nógv lisnu og nógv brúktu týðingunum eftir Hanus Kamban seinnu árini er savnið við vísindaskaldskapi, Tað nýggja Atlantis, sum kom út í 2002. Í savninum er, umframt týðingarnar, ein drúgv grein um tekstslagið vísindaskaldskap – tann fyrsta av slíkum slag á føroyskum. Í løtuni situr Hanus og arbeiðir við – millum øðrum – einari ævisøgu (ella helst einari bókmentaligari ævisøgu) um Hans Andrias Djurhuus.

Tekstirnir eftir Hanus Kamban eru nógvir, og verkið er stórt og ikki liðugt enn.

Hjartaliga tillukku við degnum!

 

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn