Bookmark and Share    
 

John S. Myllhamar vi­ nřggjari bˇk

2012-05-31 21:33

Nýggj bók, Søgur og lagnusøgur, eftir John S. Myllhamar, er komin út. Í bókini, sum er 132 blaðsíður, eru 10 søgur. Tær flestu eru lagnusøgur.

Nakrar eru veruligar; aðrar eru skrivaðar um hendingar, ið bornar eru á mannamunni gjøgnum øldir og bygdar á eitt nú fólkanøvn og staðarnøvn.

Uppaftur aðrar eru lýsing av, hvussu fólk kunnu og eisini hava havt tað, ið livdu um tað mundið, tá ið viðurskiftini í samfelagnum vóru soleiðis, sum innihaldið í søgunum lýsir.

Øvund, havisjúka, órættvísi og erpni, men eisini góðska, rættvísi, kærleiki og miskunnsemi eru aðaltættir í søgunum.

Tað er forlagið Føroya Met, sum gevur bókina út.

 

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn