Bookmark and Share    
 

Debutant-skei­ ß Biskops-Arn÷

2012-04-11 19:48

Debutantskeiðið verður á Biskops-Arnö 10. – 14. Juni 2012. Ein debuterandi rithøvundur úr Føroyum hevur møguleika at luttaka.

Heilt síðan 1960 hava rithøvundaskeið og onnur bókmentalig tiltøk verið hildin á Biskops-Arnö, og tey hava havt ikki so lítið at siga fyri menningina av bókmentaliga almenninum í Norðurlondum.

Í mong ár hevur rithøvundaháskúlin Nordens Biskops-Arnö hvørt summar boðið rithøvundum úr øllum Norðurlondum við á trý norðurlendsk rithøvundaskeið, umframt vanligu háskúlaskeið síni: eitt temaskeið, eitt debutantskeið og eitt námsskeið fyri barna- og ungdómsbókarithøvundar.

Í 2009 var tó einki barna- og ungdómsrithøvundaskeið. Orsøkin var, at broytti stuðulsbygnaðurin við Kulturkontakt Nord (KKN) gjørdi, at Biskops-Arnö ikki kundi fáa stuðul til fleiri enn tvey skeið árliga. Fyriskipararnir valdu at leggja dent á eitt temaskeið og eitt debutantskeið.

Summarið 2011 var einki debutantskeið vegna ætlanir um at niðurleggja hesi skeið, m. a. tí hildið varð, at annað virksemi heldur átti at stuðlast.

Vit hildu tó týdningin av tílíkum skeiðum fyri tey smærru máløkini vera alstóran og sendu tí klagubræv til Kulturkontakt Nord, Nordisk Kulturfond og Nordisk Ministerråd, har vit vístu á hvussu stóran týdning skeiðini hava. Vit vístu eisini á, at henda verkætlanin, sum ruddiliga hevur prógvað sítt gildi, átti at verið stuðlað fram um tilvildarligar ‘popputar’ verkætlanir.

Okkara bræv gjørdi sítt til, at Norðurlandaráðið tók málið uppaftur. Heystið 2011 var so debutantskeið hildið kortini.

Í 2012 hátíðarheldur Biskops Arnø at 50 – ár eru liðin síðani debutantskeiðini byrjaðu (í 1962).

Debutantskeiðið í ár verður 10. – 14. Juni 2012. Nærri kunning fæst í skrivinum frá Nordens Biskops-Arnö, sum er viðfest niðanfyri.

Luttøka er ókeypis soleiðis at skilja, at KKN rindar ferðaútreiðslurnar.

Hevur tú hug/møguleika at luttaka verður tú biðin um at siga Rithøvundafelagnum frá umvegis teldupost, í seinasta lagi hósdagin 19. Apríl. Um fleiri tekna seg, verður luttakarin valdur við lutakasti.

skjal frá Biskops Arnö

http://www.biskops-arn.se

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn