Bookmark and Share    
 

Vit leypa frameftir!

2012-02-04 14:06
Vit vilja hervið gera vart við eitt yrkingakvøld, sum fevnir um alla verðina!
Dagurin er: 29. februar 2012
Staðið er: Øll verðin
Staðið í Føroyum: Sirkus í Vágsbotni í Havn mikukvøldið tann 29. februar 2012 kl. 19

Vit heita á øll yrkingaáhugað í Føroyum um at leita sær oman í Vágsbotn mikukvøldið tann 29. februar 2012 kl. 19 at luttaka í hesum heimsumfatandi tiltaki, sum hevur deildir í øllum heimsins londum.

Tað er við serstakari gleði, at World Poetry Movement (WPM) /Movimiento Mundiale de Poesia (MMP) hervið kunnger fyri øllum heiminum tað næsta tiltakið, sum eitur:
Vit leypa frameftir! / A Leap Forward

Yvirskipaður heimsfyriskipari: MMP – Movimiento Mundiale de Poesia, Medellín, Colombia
Fyriskipari í Føroyum: Agnar Artúvertin & Rithøvundafelag Føroya

***

Occupy Wall Street-rørslan, ið byrjaði 17. september 2011, var partur av tiltakinum 100 Thousand Poets for Change hjá World Poetry Movement, og hon setti spíran til tiltakið Vit leypa frameftir!
Vit hava sæð ta miklu undirtøku, ið Occupy Wall Street-rørslan fekk. Tað verður sagt um hana, at hon er “ein yrking, sum allir heimsins íbúgvar yrkja í felag,” og tað næsta alheimsins tiltak, sum skal styrkja demokratiið og alheimsins rættvísi, er Vit leypa frameftir!

Kom oman í Sirkus mikukvøldið 29. februar kl. 19 og ver við og lurta eftir teimum føroysku íkastunum, sum vera við at betra heimin økonomiskt og økologiskt
Føroysk íkast: Petur Pólson og Daniella Andreasen

Kom og skipið fyri verðins ógvusligasta yrkingatiltaki
og í heimssøguni við at

LEYPA FRAMEFTIR

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn