Bookmark and Share    
 

R°­an til Jˇanes Nielsen, i­ fekk Mentanarvir­isl°n Landsins

2012-02-03 11:03

Malan Marnersdóttir bar fram kvøðu til Jóanes Nielsen

Háttvirdu Bjørn Kalsø, landsstýrismaður
Jóanes Nielsen, skald.
kæru virðislønar- og heiðurslønarmóttakarar og kæra samkoma

Takk fyri heiðurin at røða hesa løtu. At tala um og við Jóanes Nielsen, sum nú hevur fingið Mentanar­virðisløn landsins.

1.

Í yrkingasavninum Naglar í jarðarinnar hús sigur yrkjara-egið:

Tí hangi eg um skaldskapin
sum fyllibyttan um fløskuna.
Mínar mentaðu lastir
góvu mær M. A. Jacobsens bókmentavirðisløn í 1984.
Naglar 21.

Eg loyvi mær at halda, at hetta yrkjara-egið stendur tær nokk so nær, tí tú, Jóanes fekst M. A. Jacobsens júst í 1984. Síðani hevur tú verið í uppskoti til Norður­lendsku bókmenta­virðis­lønina, fleiri bøkur tínar eru týddar og givnar út í Danmark og Noregi og hava fingið frálík ummæli har. Og tú hevur fingið starvsløn bæði frá danska og føroyska mentanar­grunn­inum.

Og nú stendur tú fyri skotum her. Mentaðu lastir tínar hava enn eina ferð fingið teg aftur. Onkur kundi kanska spurt, um tú ikki hevur ein trupulleik og vilt sleppa í viðgerð, eitt nú til avvenjingar! Nei, hatta er skemt sjálvandi, men tú fært valla fínari føroyska virðisløn enn hesa, Menta­narvirðisløn landsins. Eina útlendska hevur tú eisini fingið, eg hugsi um Norður­lendsku Dramavirðis­lønina. Eg haldi, at vit øll unna tær so hjartaliga at fáa fleiri bæði inn­lendskar og útlendskar virðisløn afturat, men lat okkum nú frøast um, at mentanarvirðis­lønarnevndin hjá Mentamálaráðnum í sínum vísdómi hevur gjørt av at lata tær virðislønina.

Hinvegin kunnu vit venda hesum við. Eg haldi eisini, at tað er í tínum anda at siga, at henda virðislønin er fjøður, sum land okkara prýðir seg við – eitt nú fyri at kunna teljast millum mentaðu tjóðir heims­ins. Og tað er gott. Annars er tað ikki gilt av peningi at forvinna tíansheldur at fáa hjá tykkum, sum skapa hetta, sum í okkara mentan er tað fínasta vit eiga – mentan og list.

2.

Við ansi fyri dagfestingum, hevur Mentamálaráðið gjørt føðingardag Williams Heinesens til mentanarvirðislønardag. Og hann er ein av yrkjarunum, sum tú og aðrir yrkjarar hava tykkara stríð við. Skulu tit elska hann og læra okkurt av honum, ella skulu tit hata hann og kveistra hann burtur. Jóanes, tú telist tíbetur millum tey, sum hava víst skaldskapi hans­ara ans. Tú hevur skrivað ta retoriskt spyrjandi yrking­ina “Hvat skulu vit gera við William Heinesen”, sum Hans Tórgarð fer at lesa um eina løtu. Ein onnur yrking um William Heinesen eitur “Hin vakri njósnarin” – og tað var júst tað, William Heinesen var – og tú við fyri alt tað. Ein munur er, at tú njósnast millum onnur fólk og í aðrari tíð enn William. Uppaftur ein onnur yrking tín lýsir eitt par, ið fer at fáa sær humm­arar at eta. Hon minnir um yrkingina “Olympia” eftir William Heinesen, ið lýsir eina einkju, sum m.a. fær sær hummara saman við nýggjum elskara.

Nógvir aðrir yrkjarar og rithøvundar eru við virðing nevndir í yrkingum og bókum tínum, mest menn, men eisini onkrar konur. Stundum fremur tú kortini satt skaldsligt faðir­morð. Tað kemur fyri í leikinum Eitur nakað land weekend? har Jóannes Patursson, bóndin, yrkjarin og tjóðskaparpolitikarin verður líkskorin á pallinum. Tað er hvørki nasvíst ella óvirðiligt; tað er neyðugt at gera upp við listaligar fyrimyndir fyri at skapa sínar egnu og føra orðlistina víðari – tú, Jóanes Nielsen, ger tað á tín viðhvørt bonska hátt. Penheit hava vit ovmikið av – tað yrkir tú eisini um. Fyri alt tað, tað ber til at elska yrking­arnar eftir Jóannes Patursson hóast skaldsligu atfinningarnar. Tær hoyrdu til sína tíð; nú er onnur tíð og aðrar yrkingar.

3.

Tú verður nógv lisin – tað sigst, at yrkingasøvn tíni liggja uppslitin í lugarunum.

Lat meg við einum av tínum orðum siga, at verk tíni hava “bunkr­að” í Nonnuskúlanum, á skips­dekkum og á Havnarkai og lýsa ofta hvar virðini, sum hetta landið livir av, verða skap­að. Atfinningarsamur ert tú eisini. Eina mest finst tú at kraddarum; “samfelagsins Djengis Khanar” kallar tú teir viðhvørt, og tjóðskaparrørslan sleppur heldur ikki undan.

Tað, sum tú hevur givið okkum, er:

Royk(ur)in av nýggjum orðum

Øðrvísi trúgv

Av motorum ið syndraðu gamalt huglag Brúgvar 36

Stundum er yrkingakynstrið lýst sum “fepurin (...) gjøgnum bokstavaraðið” (Brúgvar 15), og stundum verða yrkingarnar óhugnaligar:

Dreygar ið eiga at kenna sítt pláss handan gyrðingarnar í ørskapinum

Eggja vælútbúnum fólki at fella vónleysar dómar yvir førleikan hjá orðinum at endurspegla heimin.

Tómar kumpassir fara avstað við hægstu bókmentaligu viðurkenningunum Brúgvar 15

Gátuførur dómur, yrkingin fellur. Tað er ilt at vita, hvussu hesar reglur skulu týðast. Eru tær eitt nú um tiltøk sum hetta, har tú sjálvur ert tóma kumpassin, sum fer avstað við hægstu bók­mentaligu viðurkenningini? Tí eg veit ikki, um spritt er eftir í kumpass­ini hjá tær – um tú framvegis fert at vera líka skrappur. Men eg veit, at kumpassin hevur víst ávísa kós, og misvísingin er kend: tú hevur ongantíð krógvað, hvar tú hoyrdi heima politiskt. Hesi seinnu árini hevur sosialistiska hellingin kanska ikki ligið so frammarlaga í tí, sum tú yrkir, men bersøgni globaliser­ings­kritiski tónin er har – væl blandaður við sera ítøkiligan kærleika og eymleika, seksualitet og listaligt kynstur. Birita Mohr fer seinni at lesa yrkingar upp, sum vísa tað.

4.

Tú hevur næstan altíð yrkt órímað og sjáldan í púra regluligum ørindum. Afturfyri skapar tú myndir. Tað eru orðini, myndevnini í teimum og endurtøkur, sum hugtaka. Yrkingarnar hava eisini javnan verið um yrkingakynstrið sjálvt – tær eru viðhvørt poetikkir, stundum í brotum og stundum meira útgreinaðar lýsingar av yrkingahátti. Ein sigur:

Yrkingar eru rekar.

Viðarbular riknir inn á grýtutar strendur.

Heilivágur hjá sorgini.

Spreingiknøttar mót maktini.

Saltið í rúkandi døgurðapottum. Tjøraðu plankarnir 5

Her hava vit fýra myndburðir ella metaforar ella orðmyndir, rekan úr bóndasamfelagnum, viðarbulin úr skógarídnaðinum, heilivágin úr heilsuverkinum, spreingiknøttin úr krígsmáli og so tað einfalda, men týdningarmikla saltið úr gerandisligari matgerð. Eina aðra staðni sigur yrkjara-egið:

Eg vil til tann reina skaldskapin sum dukar í dieselmotorinum

sum brennir í kjøtinum á svíktari [sic] kvinnu

sum nývaknað spyr postboðið hvat tað er fyri øld sum larmar úti á vegnum

Kirkjurnar 32

Myndirnar eru fullar av mótsetningum. Eitt nú samansetingin av reinum skaldskapi (hvat er rein list? – men lat tað fara í kvøld) og dieselmotori. Tað reina og tað oljudálkaða og oljudálk­andi; hetta vísir hvussu skaldskapur kann vera, nýtir málið á óvanligan hátt, setur øðrvísi saman enn gerandismálið, og tað eggjar hugin. Henda yrkingin viðger, hvaðani yrkingar koma, hvat tær eru og kunnu. Eitt nú: “Yrkingin eigur eina styrki sum er sterkari enn skaldið sjálvt”, og tað er so satt sum tað er sagt. Mangan býr meira í yrkingunum, enn skaldini geva sær fær um og tað er til frama fyri lesararnar.

Hinvegin eru eisini yrkingar, sum siga, at orð eru ikki vandaleys. Einastaðni stendur:

Eg ræðist hesi ógvisligu orð

sum fløða úr mínum penni.

Gævi eg var ein silvurklokka

til pynt á einum aldurdómsheimi. Tjøraðu plankarnir 29

Tað fremur fatan­ina at gera av, og tað gert tú Jóanes – báðar vegir. Longsulin eftir at krógva seg í tí meinaleysa lýsir kanska eina almenna kenslu hjá fólki, sum viðhvørt seta nøsina nakað langt fram. Yrkjara-egið hjá tær, Jóanes, fellur kortini ikki fyri freistingini at gerast pynti­ligur.

5.

Fyrsta skaldsøgan hjá tær hevur heiti, sum er ein heila søga. Gummistivl­arnir eru tær einastu tempulsúlurnar, sum vit eiga í Føroyum.

Tempulsúlur ljóma av egyptiskari, grikskari og rómverskari byggilist. Í skaldsøguheitinum eru súlurnar tvær, og tað liggur beint fyri at hugsa um fyrsta templið í Jerusalem, Sálomon­templið. Báðu megin dyrnar stóðu tvær súlur, sum kallaðust Bóas og Jakin ímynd­andi kongarnar Dávid og Sálomon. Hetta snið varð fyrimynd í kirkju­bygging í miðøld, og seinni tóku frímúraralosjurnar tað til sín.

Í miðdepli í skaldsøguni stendur útróðrarverkfallið í 1975, sum bókin halgar. Hon ger gummistivlarnar til symbol fyri tann berandi leiklutin sum útróðrarmenn og arbeiðsfólk hava í samfelagnum.

Næsta skaldsøgan var Páskaódnin. Hon fer fram í Havn og fyri ein part í kloakk­leiðingunum. Triðja skald­søgan, Glans­bílætasaml­ararnir kom í 2005, og hon er heil­skapt­ari enn hinar báðar, kanska tí at tilfarið nemur við lívssøguna hjá høvund­inum: Skúla­tíðin í nonnuskúl­anum, grannalagið við Landa­vegin og vinmenninir haðani. Hon er eins og fleiri yrkingar týdd til danskt og varð sera væl fagnað í donsku pressuni.

Og so komu nøkur yrkingasøvn aftur við myndaríkum heitum sum ørsmáar søgur. Brúgvar av svongum orðum ljómar av meginpart­inum av sjálv­ljóðaskipanini og kann benda hugin á yrking­ina “Brúgvar” eftir Karsten Hoydal. Heitið á nýggjasta yrkingasavninum, Tey eru sum taka mánalýsi í álvara, er skemti­ligt og heilsar kanska yrkingini um mánan og jørðina eftir Róa Patursson.

Longu í fjør kom triðja skaldsøgan, sum er enn meira umfatandi enn tær undanfarnu bæði formliga og innihaldsliga. Heitið á henni klingar av fremmandum londum og er merkiliga samansett. Brahmadellarnir. Brahma [bra.hma] – er hindu skapanargudur. Hann er settur saman við italska diminutiv/minkandi eftirskoytinum “-tella”, sum í ”frittatella” = frikadella, lítið kjøtknetti, so tað verður kanska Brahma-petti – skapanargudapetti ella smáir skapanar­gudar? Ja hví ikki. Tað eru vit kanska øll.

Brahmadellarnir er søgulig skaldsøga. Hon byrjar í august í 1980 á gamla kirkjugarði í Havn, har høvuðspersónurin Eigil Tvibur heldur 185 ára føðingardagsveitslu fyri Napoleon Nolsøe. Hann var lækni í 1850-60-árunum og sonur Jákup Nolsøe og tískil bróður­sonur Nólsoyar-Páll. Hesin Eigil, sum heldur føðingardag fyri Pola, er skaldsligur persónur, býráðspolitikari og rithøvundur og ger heldur nógv av tí váta slagnum (358). Polit­iskt er hann vist Gamla-sjálvstýrismaður, anti-tjóðveldismaður og bókmentasøgu­kritiskur. Føðingardagshaldið endar í næstseinasta kapitli í bókini. Tá verður Eigil handtikin á kirkju­garðinum fyri nakað framman­undan at hava gjørt seg inn á og meinslað ein mann, ið hevði skrivað eitt lesarabræv sum beindi fyri politiska andliti hansara.

Millum alt hetta faldar ein samansett og spennandi søga seg út. Tað langa tíðarskeiðið í 19. øld er ikki fyri viðkvæmar sálir. Hvørki ment­anarliga ella kensluliga. Harafturat endavendir skaldsøgan fastgrónum fatanum um søguligar menn og tilburðir. Eitt nú er Løbner kommand­antur lýstur sum erotikari, ið dárar unnustu sína við sápu og lappa, sum hann kínir henni við um allan kroppin; hesin kommandantur, ið vit halda okkum kenna úr søgubókunum sum harðligan og ódámligan.

Ritverkið eftir Jóanes Nielsen er fjølbroytt og ríkt. Myndirnar eru ramligar. Yrkingarnar bera saman og gera myndburð­ir, sum smella og standa fram í tekstunum. Eisini skald­søg­urnar taka stundum dýran til, men stundum eru tær eins og yrkingarnar sárar og varligar – hvørt um annað og púra óvæntað.

Hjartaliga til lukku, Jóanes.

Takk fyri hesar mentanarligu lastir.

Um tær tørvar spritt á kumpass­ina, so kann Mentanar­virðisløn Landsins vónandi fáa tær ein dropa at lata á hana.

 

Malan Marnersdóttir


Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn