|
|
|
|
|
|
|
|
Verkstova um stuðulsmøguleikar20-09-2012
Hósdagin 27. september kl. 14.00-17.00 verður skipað fyri einari verkstovu um stuðul og crowdfunding í Norðurlandahúsinum. Endamálið er at hjálpa listafólkum og íverksetarum at brúka Manymade sum pall til at fíggja og umsita teirra verkætlanir fyri einum breiðum norðurlendskum netverki.
Manymade, ið er ein nýggjur norðurlendskur crowdfunding pallur fyri list, mentan og nýskapan Gróðrarrúm20-09-2012
Ráðstevna um listahandverkara samstarv.
Norðurlandahúsið skipar Fríggjadag 26.oktober kl.13.00 fyri ráðstevnu í Skálanum. Heiti á ráðstevnuni er "Hvussu økja við trivnaðin hjá listafólki og hugin at flyta heim?".
Við íblástri frá Trondheims kommunu fara politikarar og listafólk at leggja fram. Føroysk umboð frá listaumhvørvinum taka sam Tiltøk í Østrøms fabrikk18-09-2012
Limir felagsins stendur í boði at hava tiltøk í fabrikkini hjá Østrøm á Skálatrøð í Havn - kostnaðarleyst.
Talan kann eitt nú vera um tiltøk sum bókaframløgur, fyrilestrar, kjak og líknandi, sum annaðhvørt felagið sjálvt ella limir í felagnum skipa fyri.
Áhugað kunnu venda sær til nevndina í Rithøvundafelagnum.
Kringvarpssáttmálin18-09-2012 Nýggjur sáttmáli um rættindi til at senda tilfar Í KvF er undirskrivaður. Við smærri broytingum er sáttmálin tann sami hann hevur verið tey seinastu 2 árini, tó er hetta lagt afturat:
- Kringvarp Føroya hevur ábyrgdina av at kalla inn til fundar í bókmentaráðnum 3 ferðir árliga.
- Kringvarp Føroya sendir upplýsingar um útvarpað tilfar há
Petur Jacob Sigvardsen áttati ár17-09-2012 Hósdagin tann 13. september fylti Petur Jacob Sigvardsen áttati ár.
Umframt at hava verið ein góður lærari í føroyskum við eini glæsisligari yrkisleið sum útgevari av lærubókum í móðurmálinum til føroyska skúlaverkið, er Petur Jakku, eftir at hann hevur lagt frá sær og er vorðin ein emeritus, ein av stórvirknastu høvundum okkara. Han Niels Jákup Thomsen - 25 ára starvsdagur28-08-2012 Hósdagin 30. august kl. 14. verður móttøka í hølum Føroya Lærarafelags í Pedda við Steins Gøtu 9.
Móttøkan er í sambandi við, at Niels Jákup Thomsen tann 1. august í ár hevði 25 ára starvsdag á Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Niels Jákup tók útbúgving sum lærari í 1980 og hevur starvast tvey &aacu Uppskot til løgtingslóg um upphavsrætt til hoyringar16-08-2012 Rithøvundafelag Føroya hevur móttikið uppskot til løgtingslóg um upphavsrætt til hoyringar frá Mentamálaráðið.
Um tit hava viðmerkingar, verða tit vinarliga biðin um at senda teldupost til rit@rit.fo skjótast møguligt og í seinasti lagi 1. September.
Skrivið er soljóðandi:
----------------------------------------
Viðheft verður uppskot til løgtingsl Skjaldur í Norðurlandahúsunum16-08-2012
Fríggjakvøldið tann 24. august kl. 19.30 verður bókin
"Skjaldur, rímur og ramsur"
løgd fram í Norðurlandahúsunum.
Tað er Marianne Clausen, sum hevur skrivað hesa bók, og hon hevur sjálv framløguna.
Í bókini eru øll tey føroysku skjaldur, sum til hevur borið at fingið fatur á. Nógv av hesum eru síðan 1902 sungin inn á fonograf og bond, o Marjun Syderbø Kjelnæs - nýtt, flott avrik04-07-2012 Marjun Syderbø Kjelnæs gevur út yrkingasavn fríggjakvøldið í Posthúskjallaranum.
Savnið eitur Rót Tripp, og tittulin flirtrar við amerikanska hugtakið Road Trip ? sum vísir seg sum eitt helt serligt tripp út av vegnum og niður til røturnar undir beinu asfalteraðu leiðini, har skammlopini sjóða og svíða og titra millum nervatræðrirnar.
Væl komin til framl Røða til Hanus Kamban á 70-ára degnum28-06-2012 Um skuggar og anti-politiskan politikk
Bergur Djurhuus Hansen
Í bókmentaligari viðgerð verður vanliga munur gjørdur á teksti og verki. Teksturin er konkretur, tí tað er tekstinum, vit sita við, og tað er tekstin, vit lesa. Verkið – óansæð um vit tosa um eitt einstakt verk ella alt verkið eftir ein rithøvund – er abstrakt, tí verkið er tað, vit hugsa okkum til við stø <
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
>
|
|
|
|
|
|
|
|
|