|
|
|
|
|
Norðurlendskar virðislønir16-06-2013 Virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum verða handaðar í sambandi við árliga toppfundinum hjá norðurlendsku ráðharrunum í Oslo, 30. oktober 2013. Higartil hevur tað verið avdúkað frammanundan, hvør fær virðisløn, men í ár verða nøvnini ikki avdúkað, fyrr enn á stóru galla-veitsluni í operahúsinum í Oslo. Øll, ið eru í uppskoti, verða til staðar og má við spenningi bíða eftir, um tað er teirra navn, ið verður rópt upp, eins og tá ið Oskar-handanin fer fram.
Talan er um virðislønir innan film, tónleik, náttúra og umhvørvi umframt bókmentir, og fyri fyrstu ferð verður Norðurlendska Barna- og ungdómsbókmentavirðislønin latin.
Úr Føroyum er “Skriva í sandin” hjá Marjuni S. Kjelnæs í uppskoti til nýggju Barna- og ungdómsbókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum. Umframt er Rakel Helmsdal eisini í uppskoti. Tað er nevndin í Íslandi, ið hevur tilmælt “Klandursskrímsl”, sum Rakel hevur gjørt saman við saman við Áslaug Jónsdóttur og Kal FarLit fer aftur til verka16-06-2013
Í 2012 var FarLit sett á stovn við tí endamál at gera føroyskar bókmentir sjónligari á altjóða bókamarknaðinum. Stórt arbeiði varð gjørt at fáa avtalur í lag við útlendsk forløg upp undir bókamessurnar, og hetta vísti seg eisini at geva bæði góðar royndir og ítøkiligar avtalur millum føroysk og útlendsk forløg.
Avgjørt er nú, at FarLit aftur í ár skal umboða føroysku bókmentirnar uttanlands. Tískil verður FarLit at finna á bókamessunum í Göteborg og Frankfurt í heyst, har arbeitt verður bæði við at kunna um og selja bókarættindi.
Málið hjá FarLit er at sjónliggera okkum og skapa áhuga fyri Føroyum gjøgnum bókmentirnar. Vónandi fáa vit møguleika at endurtaka góðu úrslitini frá 2012 og gerast enn betur at styðja upp undir henda týðandi part av føroyska mentanarlívinum uttanlands.
Nærri upplýsingar um FarLit og verkætlanina fáast við at venda sær til Jenny Johannessen á tlf. 220882 ella jenny(@)farlit.fo.
Farlit
Viðheft er tíðindaskriv Innbjóðing til bókmentakvøld08-06-2013 Vitjan úr Basel
Hóskvøldið 13. juni 2013 klokkan 19:00 á loftinum á Føroyamálsdeildini
17 lesandi í norðurlendskari málgransking og lærarar úr fróðskaparsetrinum í Basel (Professor Jürg Glauser og Verena Stössinger, lic.phil) hitta føroyskir rithøvundar.
Luttakarar: Sólrún Michelsen Jóanes S. Nielsen
Orðstýrari: Malan Marnersdóttir
Forkvinnan fyri Rithøvundafelag Føroya, Helle Thede Johansen, fer stutt at hugleiða um bókmentir í Føroyum.
Allir rithøvundar eru vælkomnir.
Summarskeið á Biskops-Arnö14-04-2013
Skeið fyri myndprýðarar og rithøvundar, ið venda sær til børn og ung, verður á Rithøvundaháskúlanum Biskops-Arnö í Svøriki 1. – 4. juli 2013.
Rithøvundaskeið og onnur bókmentalig tiltøk hava í mong ár verið hildin á Biskops-Arnö, og hava tey havt ikki so lítið at siga fyri menningina av bókmentaliga almenninum í Norðurlondum.
20 rithøvundar og myndprýðarar úr Islandi, Grönlandi, Danmark, Norra, Svøríki, Sámalandi, Ålandi, Finnlandi og úr Føroyum hava møguleika at luttaka á skeiðnum í summar.
Hevur tú hug at luttaka, kanst tú senda ein teldupost til skúlan við navni, bústaði og CV umframt grundgeving fyri, hví tú ynskir at luttaka.
Umsóknarfreistin er 13. mai 2013.
Nærri kunning er at lesa í skrivinum, sum vit hava fingið frá Nordens Biskops-Arnö, sum er viðfest:
Tornerosa er vaknað
Nevndin hevur skipað seg10-04-2013 Nývalda nevndin í Rithøvundafelagnum hevur havt sín fyrsta fund, og hevur skipað seg soleiðis:
- Helle Thede Johansen, forkvinna
- Marjun Syderbø Kjelnæs, næstformaður
- Janus á Húsagarði, kassameistari
- Agnar Artúvertin, skrivari
- Rói Patursson, nevndarlimur
Tiltakslimir:
- Kári Leivsson
- Jóan Pauli Joensen
Tórshavn, 10. apríl 2013 Listaleypurin14-03-2013 So verður lýst eftir luttøku í Listaleypinum 2013-14.
Hóast kjak er farið í gongd um at menna Listaleypin víðari sum verkætlan, eru mannagongdirnar enn tey somu í ár sum undanfarin ár.
Freistin at søkje er 17. Apríl.
Dentur verður lagdur á, at listarliga góðskan og tað, at listafólkið leggur upp til samskifti við skúlan og næmingarnar við virðing fyri teirra gerandisdag, greitt sæst aftur í umsóknini. Og so, at tilboðið hevur skjøl við – á pappíri, fløgu, slóðum... so til ber at síggja og hoyra tað, sum tilboðið snýr seg um.
Nærri kunning
Umsóknarblað
verkætlanarleiðari /project coordinator Hedvig Westerlund-Kapnas
Norðurlandahúsið í Føroyum Postsmoga 1260 FO 110 Tórshavn tlf +298 210125
hedvig@nlh.fo
www.nlh.fo
www.listaleypurin.fo
LeikREAD - Nordic Reading Festival10-03-2013 Nú nærkast heilt skjótt til okkara fyrsta reading festival nakrantíð í Føroyum. LeikREAD - Nordic Reading Festival. Sum fer av bakkastokki á Tjóðpalli Føroyar vikuskiftið 15. og 16. mars.
Leikarafelagið, sum er fyriskipari av tiltakinum, vil fegin bjóða øllum skrivandi fólki í Føroyum við sum áskoðarar. Tiltakið er ókeypis, men um ein vil tryggja sær áskðararpláss er neyðugt at bílleggja sær pláss á leikread@gmail.com sum skjótast. Nøkur pláss eru eftir.
Hjálagt er skrá fyri bæði kvøldini.
Vónandi síggjast vit á LeikREAD næsta vikuskifti;-)
Vinaliga vegna Leikarafelagið
Gunnvá Zachariasen
Søren Ulrik Thomsen lesur upp27-02-2013 Sunnudagin 3. mars kl. 16.00 lesur kendi danski rithøvundurin og yrkjarin Søren Ulrik Thomsen upp yrkingar í Klingruni í Norðurlandahúsinum.
“Eg fari at lesa upp yrkingar burtur úr tí tilfari, eg havi skrivað líka frá míni debut í 1981 við City Slang til mítt nýggjasta yrkingasavn Rystet spejl fra 2011” sigur Søren Ulrik sjálvur.
Les meira her Broytingar22-02-2013
Vinarliga gevið gætur:
Tiltakið við Saru Blædel, ið skuldi vera leygardagin 23. feb. 2013, er avlýst vegna sjúku.
Fyrilesturin hjá Kim Simonsen er fluttur til at vera sunnudagin 24. februar 2013 kl. 15.00 í Skálanum. LeikREAD - leikritalesing20-02-2013 15. og 16. mars bjóðar Leikarafelag Føroya til spennandi mentanartiltak á Tjóðpallinum.
Meðan dagarnir í 2013 gerast ljósari, fær nýggjur norðurlendskur READING-festivalur lív í hjartanum í Tórshavn.
Festivalurin ber heitið LeikREAD og er úrslit av einum norðurlendskum samtaki, sum Leikarafelagið ger saman við grannalondum okkara.
5 nýskrivað leikrit úr norðanlondum eru vald út, týdd til føroyskt og verða pallsett sum Reading á Tjóðpalli Føroya vikuskiftið 15. og 16. Mars 2013. Leikritini eru:
- “Eingin møtir Onkrum” eftir Peter Asmussen (DK)
- “Høsnarungarnir” eftir Bragi Ólafsson (IS)
- “Mira fer framvið” eftir Martina Montelius (SE)
- “Megan” eftir Tumas Timonen (FI)
- “Eg hvørvi” eftir Arne Lygre (NO)
Ein READING, á føroyskum ein leikritalesing, er ein framførslustílur innan leiklist, har leikritið er í fokus. Venjingartíðin er stutt og ferðin høg. Ein leikritalesing gevur áskoðaranum, uppá stutta tíð, eina greiða mynd av, hvat eitt leikrit snýr seg um. Til LeikREAD er talan er um 5 spildurnýggj norðurlendsk leikrit – 5 brellbitar frá tí besta norðurl
<
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
>
|
|
|
|
|
|