|
|
|
|
|
Bøkurnar á breddan í fýra dagar21-10-2013 Sum kunnugt skipar Rithøvundafelag Føroya í samstarvi við Norðurlandahúsið fyri bókmentadøgum í november. Í heili fýra dagar verður Norðurlandahúsið karmur um verkstovur, kjak, framsýningar, konsertir og nógv annað spennandi - alt við støði í skrivaða orðinum.
Bókadagarnar eru ætlaðir viðurkendum sum spírandi høvundum, tíðindafólkum og fólki øllum, ið hava áhuga at skriva og lesa.
Tilmelding fer fram umvegis www.bokadagar.fo har nærri kunning eisini er at finna.
Rithøvundafelag Føroya Sannleikin um ástarævintýrið21-10-2013 Kennist hjúnalagið keðiligt? Fert við øðrum? Ert tú kroniskt forelskaður? Ella gongur tú sum á illum allatíðina? Tak tað róligt. Tær bagir einki. Alt er bara evnafrøði. Ella er tað nú tað? Les tekstin, ið Høgni Mohr hevur týtt og ritstjórnað til ein bókling. So fært tú svar, sum bæði svíður og sissar.
Heiti: Sannleikin um ástarævintýrið
Síðutal: 35
Kostnaður: 100 krónur
Forlag: Øgiliga egið forlag
Møguliga er ástarævintýrið einki annað enn ein lívsneyðugur liður í søguni um nøring; eitt duldarfult og skreytkent skrín, ið lokkar okkum at leita eftir lyklinum, sum í roynd og veru ikki passar til annað enn ættarinnar ævinliga gonguverk.
Høgni Mohr Føroya bygdasøgu í nýggjari tíð20-10-2013
Nú um dagarnar gav Forlagið Búgvin út 16. bókina, sum Petur Jacob Sigvardsen hevur latið úr hondum á egnum forlagi, síðan hann fór úr starvi vegna aldur.
Bøkurnar eru:
- Kraft av nýggjum (týðing, endurprent) 1996
- Úr Gjáar søgu - Barnaminni 1 1997
- Úr Gjáar søgu - Barnaminni 2 1998
- Úr Gjáar søgu - Gamla tíðin 1 2000
- Úr Gjáar søgu - Gamla tíðin 2 2001
- Torvið í Føroyum í søgu og siðsøgu (bind I-V) 2006
- Hin heimurin 1 2008
- Hin heimurin 2 2009
- Mær er sagt um ein stað (sálmar og stuttlestrar) 2010
- Hin heimurin 3 2011
- Føroysk sálmaløg (eftir Knút Olsen) 2012
- Úr Gjáar søgu og Føroya bygdasøgu í nýggjari tíð 1 2013
Á lívdarkápuni á seinastu bókini stendur m.a. at lesa:
"Petur Jacob, ið nú er farin um tey 80, er millum teirra, ið minnist bygdir, sum stóðu í besta blóma, tá ið hann troddi sínar barnaskógvar, men sum nú - stívliga hálva øld seinni - tykjast bløða so líðandi burtur.
Tað munnu tí vera nógv, ið undrandi spyrja, hvat ið hent er bygdunum - Rakel Helmsdal tilnevnd20-10-2013 Á bókamessuni í Frankfurt í farnu viku vórðu tilnevningarnar til Astrid Lindgren heiðuslønina almannakunngjørdar.
Nevndin í Rithøvundafelag Føroya hevur í ár avgjørt at tilnevna Rakel Helmsdal til heiðurslønina. Í grundgevingini hjá nevndini stendur millum annað, at Rakel Helmsdal í mong ár, heilhugað og virkisfús, hevur skapað søgur til børn og ung, og at hon, við hesum søgum, hevur latið ein heim upp fyri teimum, har hugflogið eingin mørk hevur. Dentur verður eisini lagdur á tann stóra týdning undirvísing hennara í kreativari skriving hevur havt fyri ungar høvundar, og hvussu hon í heilum brýtur upp úr nýggum, seinast við at stovna sítt egna marionetteatur.
Meira kann lesast um Astrid Lindgren heiðurslønina her 8. bók av ritverki Símunar av Skarði18-10-2013  Í 1998 fór Forlagið Fannir undir at geva út ritverk Símunar av Skarði "Streingir, ið tóna":
1. bók: "Yrkingar", 1998,
2. bók; "Søguligar greinir, skaldskapur og søga", 1999
3. bók: "Skald og skaldskapur, mál og upplýsing, mentan og politikkur, lestrar, kvøður, ummæli", 2000
4. bók: "Søgur og ævintýr", 2001
5. bók: "Víggja-Glúms søga", 2002,
6. bók: "Vár" og "Víkingarnir á Hálogalandi" (sjónleikir), 2003.
7. bók: Kristmann Guðmundsson: "Strondin bláa", týdd skaldsøga, 2004 (1937)
Turið Sigurðardóttir, bókmentafrøðingur, hevur ritstjórnað verkinum, og nú hevur hon greitt til útgávu 8. bókina: ”Ískoytis- og yvirlitsbind”.
Turið er professari í bókmentum á Fróðskaparsetri Føroya. Í innganginum í hesi seinastu bókini í røðini, sigur hon m.a.:
"Útgávur, sum vísa til heimildir og upplýsa um upprunan hjá tekstinum, handrit og fyrri útgávur av tekstinum, eru neyðug amboð, tá ið arbeitt verður við at kanna tað, sum einstakir høvundar hava yrkt og skrivað, og seta h&o Listabýli í Norra06-10-2013
Listafólk og onnur, sum fáast við mentanarligt arbeiði, hava høvi at gista upp í 3 mánaðar í Leveld Kunstnartun.
Hesi kunnu t.d. vera høvundar, tónleikarar, sjónleikarar, myndlistafólk, og onnur, sum í breiðari merking fáast við mentan.
Leveld Kunstnartun liggur í Ål Hallingdal í Norra.
Faldari og fleiri upplýsingar fæst her
Altjóða kapping fyri ung06-10-2013  Viðfest er innbjóðing, Føroyska Unesconevndin hevur fingið til kapping millum ung innan yrking og leiklist.
Fólk undir 30 ár kunnu luttaka og luttøkan er ókeypis.
Við heilsan f. Unesconevndina
Martin Næs
Føroyskur skaldskapur um alt Brússel24-09-2013 Frá hesi vikuni til 21. oktober verður ein føroysk yrking at síggja millum yrkingar úr 25 londum í bussum, sporvognum og í metro’ini í høvuðsstaðnum hjá ES. Afturvendandi bókmentatiltakið í Brússel, Transpoesie, byrjar við framsýning og upplestri 26. september, sum er almenni evropeiski dagurin fyri mál og málsligt fjølbroytni. Tá fer Carl Jóhan Jensen at bera fram yrkingar á føroyskum saman við yrkjarum úr sjey øðrum londum.
Føroyska sendistovan í ES gjørdist seinasta heyst atlimur í EUNIC Brússel, sum er eitt samstarv á mentanarøkinum millum umboð fyri evropeisk lond í Brússel. Hetta hevur millum annað havt við sær, at Føroyar hava fingið møguleika at fáa eina føroyska yrking við í Transpoesie, sum EUNIC Brússel skipar fyri í samstarvi við býráðið í Brússel, almenna flutningskervið og ávísar lista- og bókmentastovnar í býnum. Sum partur at EUNIC Brússel samstarvinum er føroyska sendistovan eisini sjónlig í lýsingartilfarinum um Transpoesie sum ein av viðvirkandi stovnunum.
Transpoesie verður í stuttum lýst at vera: &ld Mentanarheiðurslønir hjá Tórshavnar Býráð24-09-2013
Ársins mentanarheiðurslønir hjá Tórshavnar býráð vórðu19. september latnar á almennari samkomu í Müllers pakkhúsi.
Virðislønin fyri fagrar bókmentir fór til Katrina Ottarsdóttur. Virðislønin fyri yrkisbókmentir varð latin Pól Jespersen,
Hilmar Joensen og Rakel Helmsdal fingu hvør sína barnamentanarheiðursløn, og virðislønin fyri mentanaravrik fór í ár til Turið Sigurðardóttur.
Les nærr her
Mentanarvirðislønir verða handaðar18-09-2013 Tórshavnar kommuna handar hósdagin 19. september 2013 kl.17 Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs á almennari samkomu í Müllers Pakkhúsi í Havn.
Tilsamans fimm virðislønir verða latnar í ár. Tríggjar í navni M.A. Jacobsens, ein fyri fagurbókmentir, ein fyri yrkisbókmentir og ein fyri mentanaravrik. Tvær Barnamentanarheiðurslønir verða latnar.
Limir í nevnd M.A. Jacobsens frá 2012 og fýra ár fram eru Maria H. Olsen, Erling Isholm og Jákup Jacobsen, vald av býráðnum, Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin.
Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Helena Dam á Neystabø, formaður í mentamálanevndini og fastur limur, Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður á Býarbókasavninum, skrivari og fastur limur, Bjørg Dam og Sólrún Michelsen, valdar av býráðnum, og Hansina Huusgaard, vald av skúlabókavørðunum við
<
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
>
|
|
|
|
|
|