|
|
|
|
|
Bókadagar 201718-11-2017
Í døgunum 24. - 26 november 2017 verða aftur Bókadagar í Norðurlandahúsinum.
Fleiri enn 30 ymisk tiltøk eru á skránni, við grundarlag í skrivaða orðið. Har eru verksmiðjur, framsýningar, kjaktiltøk, konsertir, bókasølu og mangt annað, so okkurt skuldi vera bæði fyri eygu, oyru og heila - og kanska ein ella fleiri pakkar at koyra undir jólatræið.
Bókadagar eru ikki einans fyri rithøvundar, men eitt alment tiltak fyri øllum, ið hava áhuga í bókmentum ella kanska bara hug at uppliva okkurt nýtt.
Skráin og nærri kunning um einstøku tiltøkni er at lesa á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.
RIT-salón - Arvurin eftir Ebbu Hentze07-09-2017 RIT-salónir, hava verið nakrar ferðir seinasta árið, har vit (limir felagsins) hava hitst ymsastaðir í býnum. Umframt at vit hvørja ferð tosa um ávís evni, sum hava áhuga millum rithøvundar, so eru RIT-salónirnar eisini eitt gylt høvi hjá rithøvundum at hittast til bæði prát og hugna.
Hósdagin 7. september kl. 17:00 verður aftur RIT-salón, í nýupplatnu Blábar, Niels Finsensgøta 23 í Havn. Fundurin er hesu ferð almennur.
Evnið er arvurin eftir Ebbu Hentze og hvussu vit á skilabesta hátt kunnu ganga ynskjum hennara á møti.
Talan er um útvið 500.000 kr, sum Ebba hevur testamenterað til felagið at nýta til ungar rithøvundar, sum hava sýnt serligar gávur.
Skulu vit gera eina virðisløn? upprætta ein grunn? ella okkurt heilt triðja? Kunning um Fjølrit21-07-2017
Á eykaaðalfundi 11. juli 2017 tóku limirnir í umboðsráðnum hjá Fjølrit avgerð um at fáa Fjølrit at virka aftur. Fyrsta stig er at fáa skil á øllum sáttmálaviðurskiftum við tey, ið brúka tilfar limanna: skúlar, stovnar, arbeiðspláss og onnur, so at viðurlag fyri at avrita og nýta vart tilfar hjá limunum kann rindast sambært galdandi lóg.
Samanumtikið varð mett, at fleiri fyrimunur enn vansar eru nú og her, við at menna Fjølrit heldur enn at gera avtalu við til dømis CopyDan. Fjølrit hevur, sum er, loyvi úr Mentamálaráðnum at virka sum rættindafelagsskap í samsvari við § 40 stk. 1 í løgtingslóg um upphavsrætt. Umboðsráðið er mannað við: 1. Før. myndlistafólk: Ole Wich, formaður 2. Rithøvundafelagið: Kim Simonsen, næstformaður 3. Før. yrkisfotografar: Jørgen Lützen, umboðsráðslimur 4. Før. tónaskøld: Kristian Blak, umboðsráðslimur 5. Før. blaðmannafelag: Beata Samuelsen 6. Føroysk bókaforløg: Jógvan Isaksen Stjórnin (Starvsnevndin) er mannað soleiðis: • Atli K. Petersen, formaður • Jonhard M Kunningartiltak um upphavsrættindi05-06-2017
Týskvøldið 6. juni kl. 19:30 – 21:30 skipar Rithøvundafelag Føroya fyri einum tiltaki um upphavsrættindi í Perluni í Havn.
Síðan føroyska lógin um upphavsrættindi kom í gildi í 2013, hava rættindahavarar einki viðurlag fingið fyri margfalding og nýtslu av verkum teirra í skúlum og almennum stovnum, hóast tey sambært lógini hava rætt til tess. Tað merkir at tekstir, myndir og tónaverk, sum rithøvundar, journalistar, myndlistafólk, fotografar og tónaskøld hava skapað, verða nýtt sum undirvísingartilfar, uttan at hesu fólk fáa eitt oyra afturfyri.
Rithøvundafelag Føroya skipar tí fyri einum kunnandi tiltaki har endamálið er at fáa lýst støðuna, sum hon er í dag og hvørjar møguleikar eru fyri kollektivu umsitingini av upphavsrættindum í Føroyum.
Umboð fyri føroyska rættindafelagsskapin Fjølrit verður við, umframt at eitt umboð fyri CopyDan Tekst & Node fer at lýsa, hvussu tey umsita rættindapening í Danmark og í Grønlandi.
Átakið er serliga ætlað listafólkum, men er opið fyri almenninginum.
Sí Bókmentaráðstevna19-04-2017
11. - 13. mai 2017 skipar Norðurlandahúsið fyri bókmentaráðstevnu undir heitinum "Tornið við heimsins enda" og undirheitinum "Oyggjar og skaldskapur".
Við støði í skaldsligu útsøgnum William Heinesens um Føroyar sum ein heilan heim í einum sandkorni bjóðar Norðurlandahúsið til eina stóra bókmentaráðstevnu. Vit hava boðið yrkjarum og akademikarum av smáum oyggjum og fjarskotnum økjum úr øllum heiminum at kjakast um evni sum, hvønn leiklut oyggjar og oyggjabókmentir hava í samtíðarbókmentum, sambandið við havið, oyggjar sum undandtaksstøð, spenningin ímillum tað fólksliga og tað heimsborgarliga og mangt annað. Ráðstevnan fer m.a. at umfata fyrilestrar, pallborðskjak og rundferðir í Havn.
Rithøvundar :
- Sigurjón Sigurðsson (Sjon), IS
- Jamaica Kincaid, Antigua/US
- Donna Morrissey, New Foundland/Canada
- Marcello Fois, Sardinia/Italy
- Minae Mizumura, Japan
- Carl Jóhan Jensen, Faroe Islands
- Filinto Elisío, Cap Verde
- Ulla-Lena Lundberg, Åland Islands
- Robert Alan Jamieson, Shetland Islands/UK
- Laksmi Pamuntjak, Indonesia
- Niviaq Korneliussen, GL
- Yoryis Yatramanolakis, Crete
Vísindafólk:
- David Damrosch (keynote), US
- Mar
Øll listaverkini seld aftaná tveir tímar26-03-2017 
Leygardagin 25. Mars 2017 var uppboðssøla av listaverkum, ið lógu eftir Ebbu Hentze, sálu. Nógv fólk vóru komin í Posthúskjallarin í Havn at forvitnast, longu ein tíma undan uppboðssølan skuldi fara av bakkastokki og tá ið klokkan gjørdist 14:00 mundi uppboðshaldaran, Bjørn á Heygum, advokatur, ikki sloppið inn. Tá stóðu fólk heilt út á gøtuna. Summi vóru uttan iva komin at forvitnast. At uppliva hesa forkunnugu hending. Tað er ikki gerandiskostur at listaverk eftir eitt nú William Heinesen, Janus Kamban, Torbjørn Olsen, Ingálv av Reyni við fleiri verða seld á uppboðssølu í Føroyum og fleiri av verkunum vóru rættiliga virðismikil. Skjótt var tó greitt, at tað ikki einans var forvitin fólk, sum vóru komin á gátt. Bjørn á Heygum hevði úr at gera við at fylgja við. Nóvgvar hendur vóru á lofti, fyri at leggja boð inn. Fyrst maðurin aftast í salinum, sum byrjaði við 1.000 kr. So kvinnan frammanfyri til høgru, ið hækkaði við 500 kr. Unglingin uppi á trappupallinnum blandaði seg við einum veittrandi hondi, men kvikliga hevði maðurin aftast aftur hondinina Uppboðssøla, aðalfund og veitsla18-03-2017
Leygardag 25. mars 2017 hevur Rithøvundafelag Føroya fleiri tiltøk í Posthúskjallaranum í Havn.
ALMENN UPPBOÐSSØLA
Sum kunnugt hevur Rithøvundafelag Føroya arvað innbúgv, bøkur, pening við meira eftir Ebbu Hentze, men málningar og onnur myndlistaverk skuldi Listasavn Føroya arva.
Listasavnið hevur tó víst arvin frá sær, og fella málningar og onnur listaverk tí til Rithøvundafelagið. Vit hava tó einki nøktandi goymslupláss til listaverkini, og tá ið Listasavnið ikki vil átaka sær hesu uppgávu, hevur nevndin gjørt av at skipa fyri almennari uppboðssølum av listaverkunum.
Uppboðssølan verður leygardagin 25. mars 2017 kl. 14:00 í Posthúskjallaranum.
Bjørn á Heygum, advokatur, skipar almennu uppboðsøluna.
Talan er um nøkur listaverk, sum eru mett at hava eitt samlað virða á millum 300.000 - 400.000 kr.
ÁRSAÐALFUNDUR
Ársaðalfundurin hjá Rithøvundafelagnum verður leygardagin 25. mars 2017 kl. 18.00 - eisini í Posthúskjallaranum.
Fundarskrá:
- Frágreiðing frá farna árinum
- Grannskoðaður roknskapur til góðkenningar
- Stjórnarval. (Vón
Senditíð í Kringvarp Føroya14-03-2017 Sambært galdandi avtalu millum KvF og Rithøvundafelag Føroya, frá august 2012, bindur Kringvarp Føroya seg til at rinda Rithøvundafelag Føroya 275.000 kr. um árið fyri rættindi at senda útgivið og upphavsrættarliga vart tilfar hjá limum í Rithøvundafelag Føroya.
Eisini stendur í avtaluna, at miðast skal ímóti, at:
a) 50% er upprunatilfar og 50% er umsett,
b) 60% er nýinnlisið tilfar og 40% eru endursendingar.
Uppgerð av býtinum frá 2010 og fram til 2017 kann síggjast her.
Galdandi sáttmáli liggur á heimasíðuni hjá felagnum, men arbeitt verður við at broyta avtaluviðurskifti og umsiting. Bókadagar 2016 - Heiðursløta28-11-2016  Mentan, list og ikki minst føroyska málið, ger okkum til føroyingar. Yrkingar, stuttsøgur og skaldsøgur siga frá, hvussu tað er, at vera føroyingar. Men at liva og virka sum listafólk í einum litlum landi sum okkara, kann vera tórført. Inntøkumøguleikarnir eru færri enn í hinum Norðurlondum.
Eldsálir hava í teirra frítíð, sjálvboðin og uttan løn, miðvíst arbeitt fyri at betra um umstøðurnar, og havt avgerandi mun.
Rithøvundafelagið heiðraði á Bókadøgum 2016 ein teirra, sum hevur havt serliga stóran týdning fyri føroysk listafólk og ikki minst fyri rithøvundar.
Røðan
Føroyska mentanarlívið er fátakt. Fátakt, um vit nýta tað fíggjarliga veðurglasið. Men ómetaliga ríkt uppá skapanarhugi. Talið av føroyingum, sum onkursvegnu skapa list, partvís, aftaná arbeiðstíð ella fulla tíð, er ókent, men eg ivast ikki í, at tað er høgt. Fleiri av tykkum eru listafólk og kanska limir í onkrum listafelagi. Eitt av teimum mongum feløgum, sum hevur eina nevnd við formanni, skrivara, kassameistara og kanska eina tvey fó Livikorskanning24-11-2016  Fleiri enn fjórði hvør rithøvund forvinna minni enn 8.333 kr. um mánaðin, vísar úrslit av kanning frá 2016, sum 17. november varð kunngjørd á “Dansk Forfatterforening”. Við grundarlag í úrslitinum úttalar Dansk Forfatterforening: ”Hvis det danske samfund ønsker at prioritere kunsten, må man fra politisk side tilpasse reglerne for dagpenge og skat, så de får en understøttende effekt for forfattere og andre kunstnere. Det kan bl.a. ske ved at lempe skattevilkårene for kunstnere med de laveste indtægter og geare dagpengereglerne efter vores særegne arbejdsbetingelser. Den udvikling håber jeg, vi kommer til at se i en overskuelig fremtid.”
Um kanningin
Týdningarmikið er altíð at gáa um hvør, ið hevur staðið fyri kanningi og hvussu kanningin er gjørd. Alt eftir hvør tú spyrt, hvussu tú spyrt og hvussu nógv fólk tú spyrt, kann úrslitið gerast eitt annað. Neyðugt er at vissa sær eitt nøktandi svarprosent, at javnvági er millum teimum ymiskum bólkunum, ið hava svarað, umframt at góðskuna í spurnarblaðnum sum heild er í lagi. Kanningin, sum “Bog- og Litteraturpanelet” hevur staðið fyri, fevnir um ri <
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
>
|
|
|
|
|
|