|
|
|
|
|
Unreadable Stories30-09-2018
Skeið í kreativari skriving fyri tilflytarar úr Teilandi og Filipsoyggjum
Skrivihug
Hevur tú hug at skriva eina søgu, men heldur teg ikki duga og als ikki á føroyskum, so er hetta skeiðið júst nakað fyri teg.
Rithøvundafelag Føroya skipar fyri skeiði í kreativari skriving fyri tilflytarar úr Teilandi og Filipsoyggjum, í døgunum 10. og 11. november 2018.
Skeiðið verður í Norðurlandahúsinum í Tórshavn, og er tað Rakel Helmsdal, rithøvundur, ið fer at undirvísa. Rakel hevur bæði nógvar royndir í at skriva sjálv og í at undirvísa, og hon dugir sera væl at geva íblástur til, hvussu ein fær skrivað niður tað, sum livir í hugflognum.
Øll duga vit at skriva eina søgu, sigur Rakel. Kanska duga vit ikki øll at stava ella benda rætt, og kanska als ikki á føroyskum, men vit hava søgur í okkum. Søgur um eitthvørt vit hava upplivað, ella søgur vit finna uppá.
Skriva á tínum móðurmáli
Skriviskeiðið "Unreadable Stories" vendir seg til tilflytarar úr Teilandi og Filipsoyggjum, tí haðani eru flestu av nýggjastu borgarum okkara komnir. Beinir fekk fyrstu EBBU21-05-2018
Hvítusunnudag 20. mai 2018 varð fyrsta Ebbu-virðislønin latin í auluni á Finsen. Virðislønin á 25.000 kr. verður latin ungum rithøvunda, sum hevur víst serligar gávur.
Fyrsta EBBU-virðislønin varð latin Beini Bergsson, fyri yrkingasavnið, "Tann lítli drongurin og beinagrindin."
Grundgevingin
Grundgevingin fyri at Beinir er virðiligi móttakarin av Ebbu-virðislønini 2018 er: Beinir Bergsson sýnir í verkinum, Tann lítli drongurin og beinagrindin stórt dirvi, málsligar- og skrivligar førleikar, hugflog og evni at skapa vón og bata úr sorg. Við skriftini at lata lesaran inn í ein heim, ið er mongum kendur, eins og hann er mongum ókendur. Við yrkingasavninum verður lesarin leiddur á eina ferð, har stóru kenslurnar, óttin og ræðslan ganga hond í hond vid vónini, gleðini og dirvinum til at tora at seta seg niður at hyggja at tí, ið fyriferst. Á henda hátt at viðgera lívsins avbjóðingar á ein skapandi, mennandi, læruríkan ikki sentimentalan hátt, og harvið geva, ikki bert sær sjálvum, men eisini lesaranum, ein møguleika at finna orð, id viðgera hesi truplu evni. At hava hetta yrkingasavnið &aacut Handan av Ebbu-virðisløn 201818-05-2018
Ebbu-virðislønin verður handað á fyrsta sinni,
hvítusunnudag 20. mai kl. 17 í auluni í Finsen.
Nýggja virðislønin er uppkallað eftir Ebbu Hentze (25. Sep.1929 - 20. Mai 2015). Virðislønin verður handað ungum rithøvunda, sum hevur sýnt serligar gávur. Virðislønin, ið verður handað eina ferð um árið, og er á 25.000 kr. Havandi í huga at grundarlagið er seinasta ynski hjá Ebbu Hentze, verður virðislønin handað 20. Mai, sum er dagurin Ebba Hentze andaðist.
Tað er Rithøvundafelag Føroya, sum handar virðislønina á almennari móttøku, hvítusunnudag 20. mai kl. 17 í auluni í Finsen, fyrrverandi Kommunuskúlan í Tórshavn.
Skráin fyri hátíðarhaldið: Kl. 17.00 Vælkomin kl. 17.10 Tónleikur kl. 17.15 Handan av Ebbu-virðisløn kl. 17.30 Røða kl. 17.40 Tónleikur kl. 17.45 Liðugt Ebba Hentze var ein fjølltáttaður og viðurkendur høvundur, sum skrivaði bæði barnabøkur, stuttsøgur og yrkingar. Mest kend var hon tó fyri sítt virki sum týðari. Gjøgnum árini hevur Ebba Hentze umsett eitt ótal av bókum til danskt &uacut Ársaðalfundur 201819-04-2018
Ársaðalfundurin hjá Rithøvundafelag Føroya verður
fríggjadagin 20. apríl 2018 kl. 17.00,
í Rasmusarstovu á Føroya Háskúla í Havn
Fundarskrá 1. Frágreiðing frá farna árinum 2. Grannskoðaður roknskapur til góðkenningar 3. Stjórnarval Bergur Rasmussen og Rói R. Patursson standa fyri vali. 4. Grannskoðaraval 5. Ymiskt
Aftaná aðalfundin bjóðar felagið ábit. Kom við út í heim03-02-2018
Ein av fyrilestrahaldarunum á ráðstevnuni "Út í heim", ið verður 23. februar 2018, er danska Monica Gram, sum er ein av stovnarunum og eigarunum av Copenhagen Literary Agency.
Copenhagen Literary Agency umboðar og arbeiðir saman við eini stjørnurøð av virðisløntum norðurlendskum rithøvundum. Monica Gram arbeiðir eisini sum umboðsfólk, ella sokallaður agentur, og hevur seinastu árini umboðað føroyska rithøvundin Jóanes Nielsen. Umboðsfólk arbeiða við sølu av rættindum til heimamarknaðin, til týðingar, film og dramatiseringar. Í 2015 fekk Monica Gram í lag ein slóbrótandi sáttmála við týsku deildina av altjóða forlagnum Random House um týðing og útgávu av "Brahmadellarnir" hjá Jóanesi Nielsen, og í fjør heyst varð sama bók eisini týdd og givin út í USA.
Komið og hoyrið hana greiða frá starvinum og uppgávunum sum umboðsfólk fyri rithøvundar.

Hevur tú hug at fáa íblástur til, hvat ein sjálvur kann gera fyri at marknaðarføra seg sum rithøvund á sosialu miðlunum? So fer rithøvundurin og samskiftisfólkið, Abel Hevur tú útgivið eina barna- ella ungdómsbók?29-01-2018
Freistin at innstilla til Norðurlendsku Barna- og ungdómsbókmentavirðislønina er hálvan marts. Tá skal metingarnevndin hava lisið og mett um tær bøkur, ið verða innstillaðar til metingar og tikið eina avgerð.
Metingarnevndin hevur avtalu við Bókadeild Føroya Lærarafelags, um at fáa eitt eintak av teimum bókum, ið hetta forlagið metir hava møguleika at standa seg í hesum høpinum.
Rithøvundar, ið hava givið út aðrastaðni, hava tó eisini møguleika at senda teirra verk til metingar. Til ber at senda eitt eintøk (ella bara bókaheiti og árstal) til metingarnevndina, um tit halda at tykkara verk møguliga kundu gjørt seg galdandi.
Talan er um barna- og ungdómsbøkur, ið eru komin út seinasti 4 árini, tað vil siga millum 2014 – 2017.
Uppskot kunnu sendast til Tótu Árnadóttur (totaa @ setur.fo) og til Paulu Gaard (Paulag @ setur.fo ) skjótast gjørligt, ið hvussu er áðrenn 15.feb.18.
Út í heim - bókmentaráðstevna10-01-2018
Fríggjadagin 23. februar 2018 verður sjóneyka sett á sølu av føroyskum bókum til útlond, tá ið Rithøvundafelagið og FarLit í samstarvi skipa fyri bókmentaráðstevnu undir heitinum ”Út í heim”.
Ráðstevnan vendir sær til rithøvundar, forlagsfólk og øll, ið hava áhuga í at fáa føroyskar bókmentir út í heim.
Hvat kann eg sjálv/ur gera? Byrjað verður við verkstovu, har luttakararnir fáa íblástur til, hvat ein sjálvur kann gera fyri at marknaðarføra seg sum rithøvund á sosialu miðlunum.
Út í heim - hvussu? Seinnapartin verður ráðstevna um sølu av rættindum, herundir samstarv við agent, sáttmáli við útlendsk forløg, krøv og ynskir hjá útlendskum forlagi við meira.
Át og prát Um kvøldið verður døgurði og Rit-salón fyri luttakarunum hjá Katrinu Christiansen.
Verkstovu og framløgur
- Abelone Glahn, rithøvundur og samskiftisfólk
- Monica Gram, agentur á Copenhagen Literary Agency,
- Hólmfríður Matthíasdóttir, stjóri á Forlagið og
- Niels Jákup Thomsen, stj&oa
Jólaheilsan18-12-2017
Rithøvundafelag Føroya ynskir tykkum øllum eini gleiðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár við tøkk fyri tað brátt farna. EBBA virðisløn27-11-2017 
Á BÓKADØGUNUM Í NORÐURLANDAHÚSINUM 26. NOVEMBER 2017, KUNNGJØRDI VÓNBJØRT VANG, FORKVINNU Í RITHØVUNDAFELAG FØROYA, AT FELAGIÐ HEVUR SETT Á STOVN EINA EBBU VIRÐISLØN. Sum kunnugt var Ebba Hentze ein fjølltáttaður og viðurkendur høvundur, sum skrivaði bæði barnabøkur, stuttsøgur og yrkingar. Mest kend var hon tó fyri sítt virki sum týðari. Gjøgnum árini hevur Ebba Hentze umsett eitt ótal av bókum til danskt úr enskum, týskum og svenskum, men mest úr føroyskum. Hennara íðna virki við at umseta føroyskar bøkur hevur havt ómetaligan týdning fyri kunnleika til og útbreiðslu av føroyskum bókmentum í Danmark og hinum norðurlondunum. Umframt sítt víðfevndi virksemi sum rithøvundur og týðari legði Ebba stóran dent á at veita yngri høvundum ráð og vegleiðing. Tá ið hon skrivaði testamenti, hevði hon eisini rithøvundar og serliga teir yngru rithøvundarnar í huganum. Í testamentinum stendur soleiðis skrivað: “Eftir mín deyð skal Listasavn Føroya arva málningar og onnur mynd¬listaverk, sum eftir meg eru. <
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
>
|
|
|
|
|
|