|
|
|
|
|
Bókastevna í Frankfurt08-10-2011
Stóra bókastevnan í Frankfurt verður í komandi viku frá 12.-16. oktober, og føroyskar bøkur verða væl umboðaðar. Eitt lið av rithøvundum, forløgum og lyklapersónum fer at gera sítt til at skapa áhuga fyri og kunnleika til føroyskar bókmentir, og vónin er sjálvandi, at týsku og útlendsku forløgini sum heild fáa eyguni upp fyri føroyskum bókmentum.
Bókamessan í ár er serlig, tí tað er fyrstu ferð, at eitt norðurlendskt land, Ísland, er heiðursgestur. Íslendski mentamálaráðharrin Katrín Jakobsdóttir gjørdi ikki mætari enn at senda innbjóðing til føroyska mentamálaráðharran, Helenu Dam á Neystabø, við tilboði um, at føroyingar kundu hava ein framsýningarbás undir liðini á sær. Helena Dam á Neystabø tók av innbjóðingini frá Íslandi og setti í gongd fyrireikingar til ta innrás, ið nú nærkast.
Fyrireikandi fundir vóru saman við Rithøvundafelagnum, Norðurlandahúsinum, NÁM, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Mentanargrunni Landsins, og øll vóru samd um, at vit eiga a Nýggj heimasíða29-09-2011  Rithøvundafelagið fær í hesum døgum nýggja heimasíðu. Hetta er ein pakkaloysn, sum vónandi fer at rigga betur enn gamla síðan.
Hetta fer at hava við sær, at limirnir ikki kunna seta broytingar inn beinleiðis, men av tí at hesin møguleikin hevur verið sera lítið nýttur, metir nevndin ikki, at hetta er ein forðing. Liminir kunnu senda rættingar og broytingar til nevndina, sum lætt og skjótt kunnu leggja hesar inn.
Blogguskipanin verður eisini avtikin fyri fyrst, men tað ber til at leggja eina leinkju til aðra blogguskipan, sum limirnir kunnu hava.
Aðrir hentleikir verða tøkir seinni í ár. MENTANARSTUÐUL29-09-2011
Tvær ferðir um árið, um várið og um heystið, er møguleiki at søkja um stuðul frá mentamálanevnd Tórshavnar býráðs, og freistin at søkja mentanarstuðul í heyst er fríggjadagin 7. oktober kl. 12
Stuðulin verður veittur einstaklingum og feløgum í kommununi til tiltøk, ið verða hildin at hava týdning fyri mentanarlív kommununnar.
Einki umsóknarblað er, og umsøkjarar skriva tí sjálvir eina frágreiðing um tiltakið ella verkætlanina, søkt verður um stuðul til.
Fyri at fáa stuðul, skal vera sýnt í verki, at álvara er aftan fyri tiltakið. Grundgevast skal fyri umsóknini, og fíggjarætlan/roknskapur eigur at fylgja við umsóknini, so metast kann um studningstørvin hjá viðkomandi felagi, luttakara ella persóni.
Umsóknir skulu sendast til:
Tórshavnar kommunu Postsmoga 32 110 Tórshavn
Teldupostur: torshavn@torshavn.fo
Kelda: www.torshavn.fo
Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsen29-09-2011
Virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanarlig avrik varð í ár latin Jógvani Isaksen fyri virki hansara til frama fyri føroyska bókaútgávu. Jógvan hevur seinastu mongu árini staðið á odda í Mentunargrunni Studentafelagsins, sum er vorðið rættiligt forlag í tann mun tað ber til í Føroyum.
Í viðmerkingunum verður sagt, at Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur bókamarknaði okkara breidd og dýpd, sum høvir fólkaræðisligum hugsanar-, talu- og prentfrælsi. Undir leiðslu Jógvans hevur føroyska almennið fingið ein hóp av týðandi samtíðarbókmentum.
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2011 verður latin Nicolinu Jensen Beder fyri bókina SEYÐUR ULL TØTING. Nicolina hevur við nærlagni, persónligum innliti og hollari rannsakan lýst tilvirking úr skinni og ull úr søguligum og siðsøguligum sjónarhorni.
Víðari verður sagt, at hennara eldhugi og hegni seta sín dám á hetta megnarverk. Eitt verk av alstórum týdningi, tí tað sigur frá einari tilverutýðandi og siðvandnari framleiðslu, sum er um at fara í søguna.
SEYÐUR ULL Høvundadagar í Norðurlandahúsinum26-09-2010  Í dag, 26. sept, vitjaðu íslendsku rithøvundarnir Einar Már Guðmundsson og Halldór Guðmundsson í Norðurlandahúsinum.
Halldór helt ein áhugaverdan fyrliestur um ævisøunga hjá navnanum Laxness og Einar Már greiddi bæði álvarsliga og skemtiliga frá skaldskapi sínum.
Í morgin 27. september kemur Jógvan Isaksen at greiða frá skaldskapi sínum kl 19.30. <
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
|
|
|
|
|
|