|
|
|
|
|
Búdeplar til listafólk07-11-2012 Nú tað stundir til nýtt umsóknarumfarð til búdeplar til listafólk er vert at varpa ljós á henda møguleikan enn einaferð. Enn er ikki heilt greitt nær freistin at søkja er, men á heimasíðuni hjá Kulturkontakt Nord stendur hetta: I slutet av 2012 öppnas en ny ansökningsrunda för 2013-2014.
Her er leinkja til teir búdeplar í Norðurlondum og Baltikum, ið eru undir skipanini.
í stuttum er endamálið hetta:
Residenskonceptet
- Erbjuder professionella förhållanden för koncentrerat och produktivt arbete för professionella konstnärer, kulturaktörer och forskare
- Skapar möten mellan professionella konstnärer
- Presenterar det lokala konst- och kulturlivet och hjälper till med kontakter
- Tar del i den aktuella konstnärliga diskursen
Spurningar í sambandi við Kulturkontakt Nord kann stillast til Ann Ellingsgaard, Norðurlandahúsið, tel. 351 351 NORÐURLENDSK BARNA- OG UNGDÓMSBÓKAHEIÐURSLØN01-11-2012 Norðurlandaráðið hevur í dag samtykt, at í framtíðini skal ráðið eisini lata eina norðurlendska barna- og ungdómsbókaheiðursløn.
Í nøkur ár hava norðurlendsku mentamálaráðharrarnir arbeitt við at stovnseta eina norðurlendska barna- og ungdómsbókaheiðursløn, sum líkist hinum heiðurslønunum, sum Norðurlandaráðið veitir á hvørjum ári.
Væntandi verður heiðurslønin latin á fyrsta sinni á Norðurlandaráðsfundinum í Oslo um eitt ár.
Les meira her Viðgitin russiskur høvundur í Føroyum16-10-2012 Tað er sjaldan, at heilt víða gitnir høvundar vitja Føroyar, men í næstu viku verður ein av teimum mest umrøddu russisku høvundunum í løtuni - Mikhail Sjisjkin - í Havn.
Høvið er, at bók hansara Brævabókin, ið er farin um allan heim, kemur út á føroyskum í næstu viku. Høvundurin helt tað vera so sjáldsamt, at verkið kemur út á okkara máli, at hann tekur sær tríggjar dagar millum framløgur, viðtal, fyrilestrar og skeið í Berlin, London, Moskva, Tokyo og New york at koma til Føroyar.
Johnny Thomsen hevur týtt.
Mikukvøldið tann 17. okt kl 19.30 verður RUSSISKT KVØLD á Hotel Føroyum, og tá ber til at hitta Sjisjkin, keypa bókina og fáa hana signeraða
Men tann 17. oktober hendir ikki bara tað, tí umframt hesa bókina hevur Johnny Thomsen týtt russiska stórverkið Meistaran og Margarita eftir Mikhail Bulgakov. Hetta stórverk verður eisini lagt fram sama kvøld.
Og sum um tað ikki var nóg mikið, letur SPROTIN nýggja russiska – føroyska orðabók upp, sum Johnny Thomsen eisini hevur avrikað seinastu mongu árini.
17. oktobur seta Sprotin og Hotel Føroyar russiskt á Frankfurter Buchmesse givið úrslit14-10-2012 Seinnapartin í dag endar Frankfurter Buchmesse, har 5 føroysk forløg - Bókadeild Føroya Lærarafelags, Nám, Sprotin, Fróðskapur og Mentunargrunnur Studentafelagsins – seinastu 5 dagarnar hava verið umboðað við stórum bási.
Tey føroysku umboðini eru sera væl nøgd við luttøkuna. Útlendingar hava víst stóran áhuga fyri føroyskum bókmentum, eitt nú Svøríki, Týskland og enskt talandi lond. Tær føroysku bøkurnar, sum fólk hava sýnt serligan áhuga fyri, eru tær hjá Jóanesi Nielsen og Bárði Oskarsson, sigur Jenny Johannessen, bókmentarligur samskipari hjá FarLit. Tað er altíð hugaligt við slíkum áhuga, og nú er næsta stigið at halda sambandið við líka, soleiðis at útlendsku forløgini hava føroyskar bókmentir í huga, tá ið útgávuskráin verður løgd fyri komandi ár. Eitt ítøkiligt úrslit er longu komið: Barnabókin “Mina”, sum Lydia Didriksen hevur skrivað og Edward Fuglø hevur myndprýtt, er seld til Íslands!
“Mina” er ein bók í røðini av Krabba Føroyar við á heimsins størstu bókamessu10-10-2012 Ársins stóra bókamessa í Frankfurt letur upp í dag mikudagin 10. oktober, og Føroyar eru umboðaðar við stórum bási. Tað eru Mentamálaráðið, Norðurlandahúsið, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám, sum seinastu 2 árini hava samstarvað um hetta átakið við tí endamáli at gera føroyska bókaútgávu sjónliga úti í heimi.
Í ár eru 14 verk vald út at umboða føroyskar bókmentir. Brot úr hesum verkum og høvundalýsingar eru týdd til enskt og týskt. Hetta tilfar er grundarlagið undir føroysku umboðanini, tá avtalur skulu fáast við útlendsk útgávuforløg um sølu av rættindum. Fyri fyrstu ferð er bókmentalig samskipan, FarLit, ið stendur fyri hesum partinum. Jenny Johannessen, bókmentafrøðingur, umboðar FarLit. Hon er á básinum allar messudagarnar og hevur fundir við ymisk fólk, ið hava sýnt bókmentum okkara áhuga.
5 føroysk forløg sýna fram upprunaføroyskar bókmentir á føroyska básinum, og tað eru forløgini Bókadeild Føroya Lærarafelags, Ná Politisk stýring av mentan og list?05-10-2012
Listafólkasamband Føroya (LISA) mótmælir harðliga uppskotinum frá landsstýrismanninum í mentamálum, um at skerja Mentanargrunnin við 20 % í 2013. Umframt at aðrar játtanir verða niðurlagaðar innan útinnandi mentan, so sum tónleik. Mentunargrunnurin virkar innan teir lógarkarmar og ta játtan sum Løgtingið hevur givið. Nevndin í Mentanargrunninum er óheft og tekur avgerðir uttan politisk atlit, tá ið hon játtar pening.
Hetta hevur virkað sera væl og er Mentanargrunnurin ein sólskinssøga í so máta, bæði mentanarpolitiskt og demokratiskt, har ið armslongdarprinsippið hevur virkað til fulnar. Stórt arbeiði hevur verið lagt í at menna og endurskipa Mentanargrunnin, við tí fyri eyga, at fáa alt játtanarøkið innan mentan og list enn meira óheft av politisku skipanini og styrkja umsitingina av grunninum, so at landsstýrismaðurin og hansara starvsfólk, ikki vóru sett at taka dagar ímillum – niður í minsta smálut, hvar íløgur í list og mentan skulu gerast.
Ikki er longur síðan enn í mars mánaða, tá umboð fyri LISA á fundi vi&et Veiða vind í Íslandi02-10-2012 Bókadeildin hevur skrivað undir sáttmála við Forlagið í Reykjavík um at geva tónleikaævintýrið Veiða vind út á íslendskum.
Veiða vind kom út í 2011 og er eitt tónleikaævintýr, sum Rakel Helmsdal hevur skrivað, og Janus á Húsagarði hevur myndprýtt. Kári Bæk skrivaði tónleikin, sum er grundaður á kvæði um Ólav Riddararós. Við í bókini var fløga við tónleikinum, sum Føroya Symfoniorkestur spældi við Bernharði Wilkinson sum orkesturleiðara.
Tórarinn Eldjarn skal týða til íslendskt, og samstundis, sum bókin kemur út á íslendskum, verður skipað fyri stórfingnari framførslu av tónleikinum saman við ævintýrinum og myndunum hjá Janusi.
Veiða vind verður frumframførd í glæsiligu Hørpuni í Reykjavík tann 11. mai 2013, og Bernharður Wilkinson fer at stjórna orkestrinum.
Kelda: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Göteborg er gott fyri føroyskar bøkur30-09-2012 - Bókamessan í Göteborg er besti møguleikin, at gera føroyskar bøkur sjónligar í Norðurlondum, sigur Birna Jacobsen, sum fyri Norðurlandahúsið samskipar føroysku luttøkuna á størstu bókamessuni á okkara leiðum.
Føroyski básurin liggur væl fyri, beint við høvuðsinngongdina og er sera sjónligur, prýddur við stórbærum náttúrumyndum, sum ger, at tey 100.000 vitjandi á messuni steðga á og hygga eftir teimum bergtakandi myndunum.
- Rættuliga nógv fólk hava vitjað básin og víst áhuga fyri føroyskum bókmentum, føroyska málinum, føroyskari mentan og ikki minst Føroyum sum ferðamál, so hetta er ikki bara ein møguleiki hjá føroyskum rithøvundum og forløgum at profilera seg, men so sanniliga eisini hjá føroysku ferðavinnuni, sigur Birna Jacobsen.
Jenny Johannessen, sum er agentur fyri føroyskar rithøvundar og forløg undir heitinum Farlit, sigur, at áhugi er fyri føroyskum bókum í Norðurlondum, serliga Íslandi, men eisini í Kekkia.
Um tvær vikur fara føroyingar við 14 úrvaldum bókum á heimsins størstu bókam Útgávukonsert - yrkingar hjá Steinbjørn B. Jacobsen29-09-2012 Vit vilja fegin bjóða tykkum til ókeypis útgávukonsert okkara, sunnudagin 30.09.2012 kl. 16.00 í Öström.
Hetta er í samband við at fløgan “ TUNGL “ kemur út 01.10.2012.
Fløgan er ognað pápa okkara, Steinbjørn B. Jacobsen, ið andaðist 12. Apríl 2012. Síðani hann fór, hava vit gjørt løg til og innsungið tíggju yrkingar hjá honum, sum okkum dáma serliga væl.
Við at kveikja nýtt lív í hesar útvaldu yrkingarnar, vilja vit heiðra minnið um pápa okkara á 75 ára degi hansara 30. September 2012.
Blíðar heilsur
Eyð B. Jacobsen og Kári L. Jacobsen.
<
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
>
|
|
|
|
|
|