|
|
|
|
|
Sara Blædel vitjar Føroyar - AVLÝST17-02-2013 Sara Blædel er ein tann best umtókti og mest lisni danski kriminalrithøvundur í okkara tíð. Hóast hon er orðblind, hevur hon skrivað 7 viðurkendar kriminalbøkur umframt útgivið nógv annað tilfar. Bøkurnar hjá Saru eru metsølubøkur og útgivnar í yvir 20 londum.
Leygardagin 23. Feb. Kl. 15:00 skipar Rithøvundafelag Føroya og Norðurlandahúsið fyri einum tiltaki við Saru Blædel.
Tiltakið er serliga ætlað rithøvundar, núverandi og komandi, men ein og hvønn, ið er áhugað, skal vera vælkomin.
Skrá
• Vælkomin, við Helle Thede Johansen, forkvinna í Rithøvundafelag Føroyar
• Arnbjørn Ó. Dalsgarð, býarbókavørður, tosar við Saru um bøkur hennara og um Saru sum menniskja.
• Bergur D. Hansen, ph.d. lesandi, greiður frá um týdningurin fyri eitt samfelag, um skrivað verður hugsaðar/fiktivar søgur ella ikki.
• Gunnar Nolsøe, tosar við Sara umtað arbeiði, ið liggur aftan fyri at skriva eina metsølubók.
• Møguleiki fyri at seta spurningar og/ella viðmerkingar
Tiltakið er mett at vera áleið 2 tímar.
Útgávur
Krimirøð Fyrilestur við Kim Simonsen14-02-2013 Gevið gætur:
Fyrilesturin hjá Kim Simonsen er fluttur til at vera sunnudagin 24. februar 2013 kl. 15.00 í Skálanum í Norðurlandahúsinum.
Týsdagin 26. februar kl. 19.30 heldur Kim Simonsen fyrilestur í Norðurlandahúsinum undir heitinum: Ímyndin av føroyingum og Føroyum - Hvussu føroyska sjálvsmyndin er skapt og hvussu føroyska tjóðin birtist.
Kim Simonsen sigur so um fyrilesturin:
Í hesum fyrilestrinum vil eg lýsa hvussu føroyska tjóðin kyknaði frá 1790-1891. Her vil eg svara trimum spurningum. Hvussu framkom føroyskur samleiki? Hvussu og nær vóru føroyskar bókmentir skaptar? Hvussu og nær varð føroyska tjóðin skapt? Somuleiðis, hvussu tjóðin íbirtist av einum nýggjari sjálvsmynd og bókmentum. Soleiðis er tað endamálið at tulka, hvussu tað er eitt samband millum sjálvmyndina hjá einum fólki, bókmentir, og hvussu tjóðir verða skaptar.
Í fyrilestrinum vil eg ávísa í hvønn mun føroyskur samleiki og tjóðskapur er ávirkaður av ferðandi, sum komu til Føroyar? Her hugsi eg um ferðandi, frá eitt nú Onglandi, Amerika, Týsklandi, Frankaríki o Varðin kemur út í vár08-02-2013 Fyri at Varðin kann hava virknan leiklut í føroyska samfelagnum og vera meiri viðkomandi, fer hann nú at koma út meiri enn eina ferð um árið - beinari sagt, fýra ferðir um árið.
Við í hesum fyrsta hefti av fyrsta bindi av Varðanum 2013 verða millum annað søgur og yrkingar eftir ungar skrivandi føroyingar.
Nýggja lutverkið hjá Varðanum verður at taka saman um tað, ið fer fram á mentanarpalli okkara við føroyskum útgávum, føroyskari skriving, tonking og týðing, alt viðmerkt við tí gløgga eyganum hjá ritstjóranum. Og alt verður sjálvandi lagt fram á góðum føroyskum máli.
Nú kanst tú fáa høvi at vera við í hesum nýstovnaða tiltaki, Varðanum í bøttum hami. Gerst tú varðahaldari, fært tú Varðan sendandi heim fyri ein lítlan penga, og tað er sera ómakaleyst hjá øllum pørtum.
Tú kanst gerast varðahaldari við at senda navn, bústað og frá og við hvørjum ársfjórðingi tú vilt halda Varðan, til: vardin(@)mail.fo og flyta haldaragjaldið á aðra av kontum okkara:
Bank Nordik: 6460 220.025.4 Suðuro Janus á Húsagarði fær gávugóðs08-02-2013  Fróðskaparsetur Føroya skipar fyri hátíðarhaldi í sambandi við, at gávugóðs skal handast úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum.
Gávugóðsið verður givið ungum listafólki, sum hevur víst hegni og hug at útbúgva seg. Í ár hevur nevndin valt at heiðra Janus á Húsagarði og Bárð Reinert Poulsen.
Tiltakið, sum er alment, verður á Østrøm fríggjadagin 8. februar kl. 16.
Skrá í sambandi við handan av heiðursgóðsi frá grunni Thorvalds Poulsen á Steinum
- Vælkomin
- Malan Marnersdóttir hugleiðir um list og útbúgving
- Sigurð í Jákupsstovu handar gávugóðs
- Janus og Bárður greiða frá og framføra
Aftan á er eitt lítið ábit
Endamálið hjá Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er sambært grein tvey í viðtøkunum at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving. Stovnsfæ grunnsins er arvur eftir Thorvald Poulsen á Steinum sambært testamentinum hjá honum.
Ein trímannanevnd mannað við rektaranum á Fróðskaparsetrinum, formanninum í Føroya Lærarafelag o Seturskjak - "Bókmentir og politikkur"05-02-2013 Skulu skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar hava politiskan boðskap? Er ov lítið ella ov nógv av politikki í føroyskum bókmentum? Seturskjakið 7. februar fer at snúgva seg um bókmentir og politikk.
Økir politiskur boðskapur um dygdina og týdningin í einum bókmentaligum verki? Ella er tað tvørturímóti? Slepst yvirhøvur undan politiskum boðskapi?
Allastaðni gera rithøvundar vart við seg politiskt. Í mongum førum er tað við beinleiðis politiskum sjónarmiðum í miðlunum, men nógvir bera eisini politiskan boðskap fram í t.d. skaldsøgum, leikritum ella yrkingum.
Søguliga hava ávís bókmentalig tíðarskeið kravt politiskan boðskap í bókmentunum, onnur tíðarskeið hava mett ov týðiligan politiskan boðskap sum tekin um ódygd. Hvussu er sambandið millum politikk og bókmentir? Hava bókmentir eina politiska uppgávu í samfelagnum? Er ov lítið ella ov nógv av politikki í føroyskum bókmentum?
Hesaferð er tað Føroyamálsdeildin sum skipar fyri Seturskjakinum, og tað verður hóskvøldið 7. februar kl 19 á Østrøm á Skálatr& GESTABÚSTAÐUR Í STOKKHÓLMI04-02-2013 Listafólk og onnur í Tórshavnar kommunu, sum fáast við mentanarligt arbeiði, hava aftur í ár høvi at gista 1-2 vikur í Villa Bergshyddan í Stokkhólmi.
Tórshavnar kommuna luttekur í norðurlendskum høvuðsstaðarsamstarvi á mentanarøkinum saman við Helsinki, Oslo, Stokkhólmi, Keypmannahavn, Reykjavík, Nuuk og Mariehamn.
Stokkhólms kommuna býður íbúgvum í norðurlendsku høvuðsstøðunum at búleikast í Villa Bergshyddan í styttri tíðarskeið í summarhálvuni og arbeiða við virksemi sínum. Hesi kunnu t.d. vera høvundar, tónleikarar, sjónleikarar, myndlistafólk, journalistar, granskarar og onnur, sum í breiðari merking fáast við mentan.
Dentur verður lagdur á, at tey, sum fáa innivist í Villa Bergshyddan, knýta sambond við starvsfelagar í Stokkhólmi og á tann hátt veita sínámillum kunning og møguliga eisini fáa í lag samstarv.
Tíðarskeiðið, sum gistast kann í Villa Bergshyddan í ár, er 15. apríl til 29. september, og kostnaðurin er 800 svenskar krónur um vikuna
Umsóknarblað og fleiri upplýsingar Listabýli03-02-2013  Limir felagsins standa í boði at fáa innivist í "Skandinavisk Forenings Kunstnerhus" í Rom.
Agnar Artúvertin ritstjóri á Varðanum27-01-2013 
Av tí at Poul Andreasen, sum hevur verið ritstjóri á Varðanum síðan 1987, hevur sagt seg frá, hevur nevnd felagsins tann 24. januar 2013 sett Agnar Artúvertin sum ritstjóra.
Agnar hevur lisið heimspeki og bókmentir í Cambridge. Hetta var á Anglia Ruskin University, sum áðrenn navnabroytingina varð kallað Anglia Polytechnic University. Hann hevur drúgvar royndir sum rithøvundur, týðari og útgevari.
Sí annars høvundalýsing her Debutant-skeið á Biskops-Arnö24-01-2013 Debutantskeiðið á Biskops-Arnö verður 12. – 16. Juni 2013. Ein debuterandi rithøvund úr Føroyum hevur møguleiki at luttaka.
Heilt síðan 1960 hava verið hildin rithøvundaskeið og onnur bókmentalig tiltøk á Biskops-Arnö, sum hava havt ikki so lítið at siga fyri menningina av bókmentaliga almenninum í Norðurlondum. Debutantskeiðini byrjaðu í 1962.
Hevur tú hug/møguleika at luttaka verður tú biðin um at siga Rithøvundafelagið frá umvegis teldupost, í seinasti lagi fríggjadagin 22. februar. Um fleiri tekna sær, verður luttøkan avgjørt við luttakasti.
Nærri kunning er at lesa í skrivinum, vit hava fingið frá Nordens Biskops-Arnö, sum er sett inn niðanfyri.
--------------------------------------
Det här brevet går ut till alla nordiska författarföreningar.
Vi har lyckats rädda det nordiska debutantseminariet på Biskops-Arnö ännu ett år, och har för femtioandra året i rad börjat planera sommarens begivenhet!
Vi ber er som vanligt om hjälp med att rekrytera deltagare, eftersom ni har bäst kunskaper om vilka som är de intressanta debutanterna i ert språkområde.
Rekryteringen ser ut som tidigare: Sverige 4 deltaga Nýggj bók komin út24-01-2013
Til kross og grøv - føstulestrar, er heitið á bók eftir John S. Myllhamar, ið komin er út og sum kirkjur og onnur hava fíggjað.
Bókin, sum er 64 blaðsíður og inniheldur sjey føstulestrar.
Bókin verður latin stuðlunum ókeypis. Eisini verður hon løgd umborð á skip og onkrar stovnar. Permumyndin er strikumynd av Fuglafjarðar kirkju.
<
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
>
|
|
|
|
|
|