Hví skulu vit skriva føroyskt?

5.11.2025 | Bókadagar, Tíðindi

📚 BÓKADAGAR 2025 📚

Leygardagin 15. november kl. 14.45 seta vit á pallborðskjaki týdningarmiklar spurningar um mál og rættindi í eini tíð, har vitlíki brýtur oman yvir okkum sum flóðalda:

  • Hví skriva á føroyskum?
  • Hvussu halda vit fast í føroyskum sum mentanarberandi máli í Føroyum?
  • Hvussu er framtíðin hjá føroyskum, nú vitlíki otar seg inn í skrivaða orðið allastaðni?
  • Hvat ger vitlíki við bókmentir? Hvussu ávirkar tað smámál sum føroyskt?
  • Hvussu ávirkar vitlíki rættindini hjá høvundum?

Hetta er pallborðkjak um eitt háaktuelt evni. Tey, sum kjakast, arbeiða øll innan viðkomandi øki. Kjakast verður um føroyska málið, um bókmentirnar og hvørja ávirkan vitlíki kann hava.

Ben Arabo verður orðstýrari. Luttakarar: Rakel Helmsdal, rithøvundur og forkvinna í Rithøvundafelag Føroya, Jónas Tór Næs, advokatur og serkønur í upphavsrætti, og Vitlíki (Hal), stýrt av Torben Nielsen, KT ráðgeva.

Tiltakið er fyri øll, sum hava áhuga í hesum evni.

Rithøvundafelagið skipar fyri, í samstarvi við Norðurlandahúsið.