Yrkingar í Blábar

5.11.2025 | Bókadagar, Tíðindi

📚 BÓKADAGAR 2025 📚

Upphiting til Bókadagar!
 
Kom og hita upp til Bókadagar við yrkingaupplestri hóskvøldið 13. november kl. 20.
Í sambandi við Bókadagarnar skipa Rithøvundafelag Føroya og Blábar fyri poesikvøldi í Blábar, Niels Finsensgøtu 23, Havn.
 
Hesir høvundar lesa upp egnar yrkingar:
Jóanes Nielsen
Arnbjørn Ó. Dalsgarð
Beinir Bergsson
Heðin M. Klein
Martin Næs
Rakel Helmsdal
Oddfríður M. Rasmussen