Bookmark and Share    
 

Regin Dahl

 Regin DahlRegin Dahl (1918 - 2007) varð føddur í Sandagerði. Hann fór 15 ára gamal til Danmarkar at ganga í skúla og tók studentsprógv frá Sorø í 1937. Hann búði bara stutt skifti í Føroyum, men var altíð nógv saman við føroyingum í Danmark og skrivaði bara á føroyskum. Umframt at yrkja komponeraði hann nógv sangløg. Av hesum eru 439 tikin upp og skrivað niður. Stóran part av ævi síni var Regin Dahl forlagsráðgevi hjá Gyldendal, og hann savnaði og legði til rættis søvn eftir donskum yrkjarum.

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn