Tip en ven         Bookmark and Share    
 

Um felagið

Rithøvundafelag Føroya er felag fyri føroyskar rithøvundar og týðarar. Felagið varð sett á stovn 24. mars 1957, og endamál felagsins er at virka fyri áhugamálunum hjá føroyskum rithøvundum og verja rættindi teirra. Harumframt virkar felagið fyri, at føroyskar bókmentir fáa góðar umstøður at mennast og trívast. Rætt til at gerast limur hava øll, ið skriva bøkur á føroyskum máli ella á annan hátt starvast sum rithøvundar. Limatalið er umleið 100 (2002) og umfatar allar tær ymisku bókmentaligu yrkisgreinarnar: rithøvundar, sum skriva fagrar bókmentir, barna- og ungdómsbøkur, yrkisbøkur, siðsøguligar bøkur og bøkur týddar úr øðrum málum.
Í øllum heiminum eru umleið 50.000 fólk, sum tosa og skilja føroyskt. Við so lítlum marknaði fyri bøkur hava føroyskir rithøvundar trupul arbeiðskor, og fáur ella eingin rithøvundur kann liva sum rithøvundur burturav. Av tí sama er søgan hjá føroyskum bókmentum meira søgan um stríðið fyri føroyskari mentan yvirhøvur, og felagið hevur, síðani tað varð stovnað, verið felagsskapur eisini fyri føroyskum máli og bókmentum. Tey seinni árini er kortini størri dentur lagdur á arbeiðskor og rættindi hjá rithøvundum, og felagið hevur verið virkið í arbeiðinum at seta á stovn LISA, Listafólkasamband Føroya, og Fjølrit, føroyska felagskapin fyri upphavsrættindum. Felagið er limur í norðurlendska rithøvunda- og týðarasamstarvinum.

Bústaður:
Rithøvundafelag Føroya
Lützenstrøð 4
FO-100 Tórshavn 
Føroyar
T-atsetur: rit@rit.fo
Rithøvundafelag Føroya | Lützenstrøð 4, FO-100 Tórshavn