Bookmark and Share    
 

Limaskapur

Rætt til at gerast limur í Rithøvundafelag Føroya hava tey, ið hava skrivað bók á føroyskum ella á annan hátt starvast sum rithøvundar.
Er ivi um upptøkurætt, verður málið avgjørt av stjórn felagsins.

Nýggir limir kunnu tekna seg við at fylla út umsóknina her á síðuni.

Limagjaldið er 500 kr. árliga og fellur til gjaldingar 1. februar umvegis Fastgjaldsskipanina hjá Elektron.

Sum limur hevur tú millum annað atgongd til limatiltøkini, RIT-salón, ið verða fyriskipað 4-5 ferðir um árið (einans fyri limir) og tú fært javnan eitt tíðindabræv sendandi við telduposti, har tú fært kunning um hvat nevndin fæst við og um onnur týdningarmikil mál.
Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn