Tip en ven         Bookmark and Share    
 

Kristian Oswald Vider°

Kristian Oswald Viderø

Kristian Osvald Viderø(1906 - 1988) er samtíðarmaður Heðins Brú og úr somu bygd í Sandoynni. Hann var til skips, til hann fór til Danmarkar á studentaskúla og fór so undir lestur á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, haðani hann tók gudfrøðisprógv í 1941. Hann var prestur í ymiskum prestagjøldum í landinum, til hann legði frá sær fyri aldur. Tá gjørdi hann av at vitja og síggja øll tey týðandi trúarlondini og fjakkaði síðani einsamallur í miðeystri og heilt eystur til India. Hansara fyrsta verk var ferðafrásøgn úr Jorsala, men ikki fyrr enn eftir deyða hansara komu út tey stóru verkini við endurminningum og siðsøguligum frásøgnum, teirra millum bókin Á annað Suðurlandið um hansara egna lív, skrivað á bundnum máli.

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn