Tip en ven         Bookmark and Share    
 

J°rgen-Frantz Jacobsen

Jørgen-Frantz Jacobsen

Jørgen-Frantz Jacobsen(1900 - 1938) vaks upp í sama umhvørvi sum William Heinesen, og teir báðir gjørdust vinmenn og felagar fyri lívið. Hann las søgu og franskt á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og ætlaði at gerast vísindamaður, men longu 22 ára gamal fekk hann tuberklasjúku, og sjúkan bant hann long tíðarskeið til sjúkrahús og sjúkralegu. Eina tíð var hann blaðmaður á danska blaðnum Politiken og gjørdi har vart við seg sum gløggur samfelagseygleiðari, serliga í viðurskiftunum millum Føroya og Danmarkar. Høvuðsverk hansara sum rithøvundur er skaldsøgan Barbara og brøvini til William Heinesen. Úrval av hesum brøvum gav vinmaðurin út í 1958 undir heitinum Det dyrebare liv, men meginparturin av brøvunum eru enn óprentað.

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn