Tip en ven         Bookmark and Share    
 

J.H.O. Djurhuus

J.H.O. Djurhuus

Janus Djurhuus(1881 - 1948) hevði lisið klassisku málini og var ávirkaður av griksku og hellenistisku mentanini. Tók prógv sum løgfrøðingur í 1911 og arbeiddi sum sakførari bæði í Danmark og í Føroyum. Men skald var hann fyrst av øllum, og fyrsta yrking hansara kom á prent í 1901. Her hoyrdist beinanvegin eitt annað lag enn tað, sum ljóðaði í fosturlandsyrkingunum árini frammanundan, tá ið føroyska tjóðskaparrørslan tók seg upp. Her var persónligur skaldskapur í føstum og mergjaðum skapi, og í sínum bestu yrkingum fær hann føroyskt mál at ljóma, sum var tað eitt av teimum gomlu klassisku heimsmálunum. Fyrsta savn hansara, Yrkingar, kom út í 1914 og er hetta samstundis fyrsta yrkingasavnið á føroyskum. Sum týðari er meginverk hansara Ilionskvæðið eftir Homeros.

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn