Tip en ven         Bookmark and Share    
 

Høli til listarligt virksemi

Rithøvundafelag Føroya hevur innivist á Lützenstrøð 4 í Havn, har sum Nám fyrr helt til. Eingin skrivstovutíð er, men nevndin fer í framtíðina at hava fundar sínar har.

Hølini geva møguleikar, sum limir okkara eisini kunnu njóta gott av. Á Lützenstrøð eru fleiri rúm, størri og minni, sum limir felagsins kunnu læna í eitt nærri avtalað tíðarskeið. Havandi í huga at tað stundum kann vera torført at finna eitt stað, har ein kann savna sær einans um at skriva, er hetta ein vælkomin møguleika.

Hevur tað tín áhuga, er tað at venda sær til nevndina við upplýsing um nær, og hvussu leingi tú kundi hugsað tær at lænt eitt høli. Vert er at geva gætur, at eingin raðfesting fer fram. Tað er um at koma fyrst.

 

Rithøvundafelag Føroya | Lützenstrøð 4, FO-100 Tórshavn