Tip en ven         Bookmark and Share    
 

Hans Andrias Djurhuus

Hans Andrias Djurhuus

Har Janus Djurhuus(1883 - 1951) leitar út í heim, leitar bróður hansara, Hans Andrias, inn í tann serstaka føroyska heimin. Hann er heimkærur høvundur, og samanborin við tann friðleysa og bráðsinta bróðirin er hann tað ljósa og friðsæla skaldið í føroyskum bókmentum. Hann var lærari og skrivaði fagrar bókmentir av nógvum ymiskum slagi: yrkingar, sálmar, sangir, ævintýr, stuttsøgur, skaldsøgur og sjónleikir. Men tað eru fyrst og fremst hansara barnarímur, ið hava vunnið honum pláss sum yndisskald og fólkaskald føroyinga. Í hansara skaldskapi er er ein kátur tóni, lívsgleði og gott treysti, og hann lyftir tað gerandisliga upp í skaldsligt ljós. Hansara lætta og livandi mál fekk stóran týdning fyri rithøvundar, sum komu aftan á hann.

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn