Bookmark and Share    
 

Formansfrįgreišing 2009

 
 
Limir
Limatalið er 109. Tað eru fýra fleiri enn í fjør. Felagið hevur fingið fimm nýggjar limir, meðan felagið hevur mist ein. Tað er Finnur Helmsdal, sum bert 56 ára gamal mátti leggja árarnar inn orsaka av sjúku. Finnur var íðin ítróttarskrivari og gav út fleiri bøkur um ítrótt, mest um føroyskan fótbólt, men eisini ítróttarárbøkur. Seinastu mongu árini var hann fastur ítróttarskrivari á Oyggjatíðindum. Finnur var útbúgvin sosialráðgevi og var eitt skifti leiðari á Føroya Barnaheimi, inntil hann varð valdur í løgtingið í 2004, har hann sat fram til valið í 2008. Í hesum tíðarskeiði var hann millum annað limur í mentanarnevndini.
 
Nevndin
Nevndin hevur havt níggju fundir síðan seinasta aðalafund.
 
Eftir aðalfundin 2008 skipaði nevndin seg soleiðis: Arnbjørn Dalsgarð, formaður, Carl Jóhan Jensen, næstformaður, Sólrún Michelsen, skrivari, Zakarias Wang, kassameistari, og Marjun Kjelnæs, nevndarlimur. Tiltakslimir hetta seinasta árið hava verið Rakel Helmsdal og Kim Simonsen.
 
Umboð í nevndum og grunnum
Rithøvundafelagið hevur umboð í hesum nevndum og grunnum: Listafólkasambandi Føroya (starvsnevnd: Oddfríður M. Rasmussen og umboðsráð: Carl Jóhan Jensen), Fjølritum (starvsnevnd: Sigmund Poulsen og umboðsráð: Gunnar Hoydal), M.A. Jacobsen-nevndini (Vár í Ólavsstovu), Málnevndini (Heðin M. Klein), Norðurlendsku bókmentavirðislønini (føroysku tilmælisnevndini: Ann Ellefsen, Kinna Poulsen og Bergur D. Hansen), Kulturkontakt Nord Týðarastuðul (nevndini, ið viðger umsóknir: Heðin M. Klein), Norðurlendska barnabókarithøvundafelagsskapinum Regnhlíf (Marjun S. Kjelnæs og Dánjal Hoydal) og Verkætlanini Listaleypurin (Rakel Helmsdal).
 
Frágreiðingar um virksemið í 2008 í flestu av hesum nevndum og grunnum eru lagdar við hesi formansfrágreiðing sum fylgiskjøl.
 
Yrkismál
Hóast arbeitt hevur verið á fleiri økjum seinasta árið við at bøta um fíggjarligu korini hjá rithøvundum og týðarum, er ikki nógv ítøkiligt nýtt at vísa á enn. Men nógv er í gongd, og arbeiðið heldur fram.
 
Stuðulsskipanir
Nýggja skipanin fyri norðurlendskan týðarastuðul frá Kulturkontakt Nord hevur nú virkað í tvey ár, og í 2008 lat grunnurin stuðul til týðing og útgávu av ikki færri enn tíggju føroyskum bókum. Sostatt hevur skipanin verið okkum góð, og sæst tað serliga væl aftur í teimum mongu útgávunum eftir føroyskar rithøvundar, sum er útgivnar í Danmark seinasta árið. Henda skipanin hevur, saman við økta týðarastuðlinum úr Mentanargrunni Landsins, bøtt munandi um umstøðurnar hjá teimum, sum týða til og úr føroyskum.
 
Sama kann tíverri ikki sigast um hinar stuðulsskipanirnar undir KKN. Eftir nøkur ár við nýggju stuðulsskipanini er tíðin komin at gera upp, hvussu skipanin virkar og hevur virkað. Rithøvundafelagið hevur umvegis LISA júst fingið áheitan um at koma við viðmerkingum, sum skulu nýtast sum grundarlag fyri eini hoyring um KKN, sum verður í Danmark 17. apríl. Hesar viðmerkingar skulu vera inni longu 1. apríl.
 
Á hesum grundarlag fari eg at loyva mær at gera nakrar kritiskar viðmerkingar. Tað er mín varhugi, at stuðulsskipanirnar rigga sera illa - ikki bara í Føroyum, men aðrarstaðni við. Ein av høvuðsorsøkunum er helst tann sera torskildi bygnaðurin og mátin, sum søkjast skal, við sera fløkjasligum freistum, tekniskum forðingum og longum viðgerartíðum. Fyri Føroyar er skipanin serstaka vánalig, tí vit hava ongan stovn, sum megnar at umsita hana á fullgóðan hátt. Tí liggur tað stórt sæð á listafólkunum sjálvum og feløgum teirra at samskipa og kunna um umsóknarfreistir og annað, men tey tykjast ikki at hava orku og umstøður til at fylgja hesum arbeiði upp, og tað av góðum grundum.
 
Sum dømi um hvussu illa KKN stuðulsskipanin hevur virkað í Føroyum, nýtist einum bert at hyggja at, hvørjar føroyskar verkætlanir hava fingið stuðul frá KKN seinastu tvey árini. Av teimum trimum verkætlanunum, sum pengar eru játtaðir til, stendur Norðurlandahúsið, sum sjálvt umsitir KKN í Føroyum, fyri tveimum teirra. Hin er eitt norðurlendskt samstarv um útgávu at einari antologi, sum Bókadeildin samskipar. Heldur ikki ferðastuðulsskipanin verður serliga nógv brúkt av føroyingum.
 
Orsøkin til fáu játtanirnar er neyvan tann, at føroysku verkætlanirnar eru verri enn aðrar, men heldur tann, at KKN so fáar umsóknir hevur fingið úr Føroyum vegna áðurnevndu trupulleikar. Eitt sigandi dømi uttaneftir um, hvussu stirvin nýggja skipanin er, eru teir trupulleikar, sum sera væl skipaðu og gagnligu norðurlendsku rithøvundaskeiðini á Biskops-Arnø hava rent seg í. Nú eru hesi skeið um at fara fyri bakka orsaka av fløktum mannagongdum og tekniskum forðingum. Í hesum føri er talan um trý rithøvundaskeið árliga, har tað eina nú verður strikað, tí tað ikki ber til hjá sama umsøkjara at søkja úr somu pulju meira enn tvær ferðir árliga - og bara til eina verkætlan hvørja ferð.
 
Mentanargrunnur Landsins er og verður grundarlagið undir virkseminum hjá mongum rithøvundum, antin í verandi ella broyttum líki, og tí er tað um ikki beinleiðis gleðiligt so toluliga nøktandi at síggja, at rithøvundar fáa umleið sama tal av starvslønarmánaðum úr grunninum, sum teir hava fingið, síðan skipanin fór at virka í 2001. Aðramáta er neyðugt at rópa varskó. Eitt nú er líkt til, at starvslønir til týðarar verða játtaðar uttan at samlaða talið av starvslønum er hækkað samsvarandi. Hartil er eitt lutfalsliga stórt fall í samlaða talinum av starvslønarmánaðum í 2009 í mun til undanfarnu árini, og er tað í 2009 komið niður á sama støði sum í 2001. Hetta er serstakliga løgið, tá ið havt verður í huga, at tað í 2009 vóru trý listafólk við 3-ára starvsløn, meðan tað í 2001 bara var eitt. Ein annar tendensur, sum má sigast at vera sera óheppin fyri tey listafólk, sum royna at liva av sínum virksemi, er, at starvslønirnar í 2009 eru nógv meira smábýttar enn undanfarnu árini. Eitt nú eru ongar 1-ára starvslønir og einans tvær 6-mánaða starvslønir. Hetta er ein gongd, sum ávarast má ímóti, tí hetta skapar ótrygd hjá teimum, sum royna at liva av sínum listaliga virksemi.
 
Í hesum sambandi kann vísast til tað arbeiði, sum ein bólkur, settur av Mentamálaránum, arbeiddi við í fjør, sum hevið til endamáls at umskipa Mentanargrunn Landsins. Í bólkinum sótu umboð fyri m.a. Mentamálaráðið, LISA og Mentanargrunn Landsins. Uppskot varð handað mentamálaráðharranum í heyst, men síðan tá er onki frætt haðan. Víst verður annars til frágreiðingina frá umboði Rithøvundafelagsins í LISA, sum er hjáløgd hesi frágreiðing, um virksemið hjá LISA og uppskot um eitt Listaráð.
 
Sáttmálaviðurskifti
Á seinsta aðalfundi førdi formaður fram, at ætlanin var at leggja størri dent á sáttmálviðurskifti næsta árið. Hóast tað kundi verið hent meira á hesum øki í farna ári, so er tó okkurt gjørt. Eitt nú vóru vit stutt eftir seinasta aðalfund á fundi við táverandi mentamálaráðharran, Kristinu Háfoss, har vit løgdu fram okkara sjónarmið viðvíkjandi lønartrygd, samsýningum fyri brúk tilfari hjá føroyskum rithøvundum, upphavsrætti og øðrum. Fundurin var góður, og vit fingu at vita, at vit sum felag skuldu takast við upp á ráð, tá týðandi avgerðir skuldu takast, eitt nú í sambandi við yvirtøkuna av upphavsrættinum. Síðan tá hava vit onki hoyrt frá Mentamálaráðnum.
 
Rithøvundafelagið bíðar enn eftir fundarinnkalling frá Tjóðpalli Føroya um samráðingar um eina avtalu fyri leikrit. Sum skilligt er, hevur illa mannaði Tjóðpallurin ivaleyst av øðrum uppgávum at loysa og annað at brúka sína orku til, men vit hava ikki slept vónini um at fáa í lag ein fund um hetta týdningarmikla mál. Eisini er ætlanin at práta saman um samstarv við Tjóðpallin á øðrum økjum, eitt nú viðvíkjandi upplestratiltøkum o.tíl.
 
Samband er nú tikið upp aftur við Kringvarp Føroya. Ein fundur hevur verið millum partarnar, har tosað varð leysliga um tey øki, sum samstarvast kann um. Báðir partar vóru samdir um, at endamálið má vera at fáa meiri skaldskap lisnan í útvarpinum, serliga yrkingar. Kringvarpið ynskir framvegis at sleppa undan at gjalda fult gjald fyri endursendingar, og tey halda eisini, at satsirnir fyri upplestur av yrkingum eru ov høgir. Eitt slag av flat-rate avtalu við Rithøvundafelagið hevði verið ynskiligt frá teirra síðu. Rithøvundafelagið er ikki heilt avvísindi fyri hesum tanka, sum kundi verið álík teirri skipan, sum bókasavnsgjald verður goldið eftir. Avtalað varð, at Rithøvundafelagið skuldi gera eitt uppskot um nýggjan sáttmála at leggja fyri Kringvarpið, sum eisini umfatar nýtslu av skaldskapi í øðrum miðlum, so sum á Internetinum.
 
Seinastu tíðina hevur nevndin arbeitt við einum uppskoti um vegleiðandi satsir fyri rithøvundavitjanir á eitt nú skúlum. Nevndin er samd um innihaldið og fer at leggja hetta út sum skriv á heimasíðu felagsins, soleiðis at bæði rithøvundar og fyriskiparar kunnu brúka tað at meta seg eftir.
 
Norðurlendskt samstarv
Rithøvundafelagið luttekur á fleiri økjum í norðurlendskum samstarvi og hevur nógv samskifti við rithøvundafeløg, rithøvundar og týðarar í hinum Norðurlondunum.
 
NFOR - Nordisk Forfatter- og Oversætter Råd
Ársfundurin hjá NFOR var í 2008 hildin í Stockholm 28. juni, beint undan altjóða rithøvundaráðstevnuni WALTIC. Fyri Rithøvundafelagið luttók formaður felagsins. Hesa ferð var ein støðumeting úr Føroyum við í samlaðu frágreiðingini til ársfundin hjá NFOR, og tí bar til at samanbera umstøðurnar hjá rithøvundum og týðarum í hinum Norðurlondunum við umstøðurnar í Føroyum. Høvuðsmál á fundinum var annars eitt uppskot frá danska rithøvundafelagnum um at umskipa NFOR soleiðis, at størri dentur verður lagdur á samstarvið í ymsu fakbólkunum undir NFOR, meðan stóru felagsfundirnir verða hildnir annað hvørt ár heldur enn árliga. Sum heild var stór undirtøka fyri hesum uppskoti, og á næsta NFOR ársfundi, sum verður í Oslo síðst í mai 2009, verður endalig støða tikin til hetta uppskot. Eisini varð ein felags yvirlýsing undirskrivað har mótmælt varð móti niðurskurðum í játtanini til norðurlendskt mentanarsamstarv.
 
Regnhlíf
Regnhlíf er paraplyfelagsskapur fyri norðurlendskar barna- og ungdómsbókarithøvundar, sum varð settur á stovn í 2007. Felagsskapurin fekk stuðul frá Norðurlandaráðnum til at halda nakrar innleiðandi og stovnandi fundir, sum vóru væleydnaðir. Eitt úrslit av samstarvinum higartil er, at felagsskapurin hevur fingið sína egnu heimasíðu, www.regnhlif.com, har kunnað verður um barna- og ungdómsbókmentir í Norðurlondum. Ætlanin við felagsskapinum er fyrst og fremst at skipa fyri átøkum og verkætlanum, sum skulu stimbra lesihugin hjá børnum og ungum í Norðurlondum, og at virka fyri fleiri týðingum og betri marknaðarføring av barna- og ungdómsbókum hvør hjá øðrum. Ein frágreiðing um virksemið í Regnhlíf seinasta árið er viðheft aftast.
 
Biskops-Arnø
Trý rithøvundaskeið vórðu hildin á Biskops-Arnø í 2008. Føroysku luttakararnir vóru hesi:
 
Rithøvundaskeið 21.-24. mai: Rakel Helmsdal
Skeið fyri barnabókarithøvundar og teknarar 2.-6. juni: Elin á Rógvi
Debutantskeið 24.-28. juni: Ludvík Breckmann
 
Tiltøk og rithøvundavitjanir
Nakrar rithøvundavitjanir hava verið síðan seinasta aðalfund. Tær flestu úr Danmark.
 
Í apríl vitjaðu Pia Tafdrup og maður henndara Bo Hakon Jørgensen. Vitjanin varð fingin í lag av Maluni Marnersdóttir og Fróðskaparsetrinum, men Rithøvundafelagið tók av tilboðnum um at verða viðfyriskipari. Almennir fyrilestrar vóru á Fróðskaparsetrinum og í Norðurlandahúsinum, og fitt av fólki lýddu á. Sama kann ikki sigast um limatiltakið við yrkingaupplestri á Tjóðpalli Føroya, sum Rithøvundafelagið skipaði fyri í sambandi við vitjanina. Umframt teir rithøvundarnar, sum sjálvir lósu upp, møtti bara tann eini limurin.
 
Í september vitjaði Jens Smærup Sørensen, sum helt ein fyrilestur í Norðurlandahúsinum um skaldsøgu sína, Mærkedage, sum hevur fingið fleiri heiðurslønir og sum varð innstillað til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina í 2007. Heilt fitt av fólki møttu til hetta tiltak.
 
Í oktober vitjaði íslendski yrkjarin og týðarin Gunnar Randversson í Pæsastovu, har hann las upp úr egnum verkum og hitti limir í Rithøvundafelagnum á máli, m.a. um at týða føroyskar bókmentir í íslendskt. Tiltakið varð fingið í lag og fyriskipað av Randi Ward.
 
Í desember skipaðu Rithøvundafelagið, Outsider Magazin, Forlagið Eksil, Norðurlandahúsið, Rit & Rák og Vencil fyri bókadøgum í Havn, við upplestri og øðrum tiltøkum. Ætlanin var at gera eitt øðrvísi tiltak, sum skuldi avloysa vanliga bókadagin. Umframt fleiri føroyskar rithøvundar, luttóku eisini gestarithøvundarnir Carsten Jensen úr Danmark og Johan Harstad úr Noreg. Bókadagarnir byrjaðu hósdag við maratonupplestri úr Vencli niðri á Reinsarínum, har eini hálvthundrað fólk lýddu á. Leygardagin var tiltak í Norðurlandshúsinum við fyrilestrum eftir og samrøðum við Carsten Jensen og Johan Harstad, men tíverri komu sera fá fólk til hetta tiltak, helst tí at onnur stór tiltøk vóru í Havn samstundis. Sunnudagin var eitt serligt tiltak fyri børn og ung, og til hetta tiltak komu heilt fitt av fólki. Allar dagar skipaði Rit & Rák fyri bókaframsýing og sølu. Í mun til tað stóra arbeiði, sum allir fyriskipararnir løgdu í bókadagarnar, var tað eitt vónbrot, at so fá fólk komu til tiltakið leygardagin, tá gestahøvundarnir luttóku, og sum tí má metast sum høvuðstiltak á Bókdøgunum. Men vit hava so fingið nakrar royndir av hesum, og vit hava fingið staðfest, at tað ber til at samstarva breitt um at skipa fyri slíkum tiltøkum framyvir.
 
Ein onnur forkunnug rithøvundavitjan var í januar 2009, tá ið heimskendi bretski rithøvundurin A.S. Byatt vitjaði, í sambandi við útgávu av bók um heilagransking. Tað var Pauli Nielsen, týðari av bókini, ið hevði fingið hesa vitjan í lag. Tiltakið varð hildið í Læraraskúlahøllini, sum var at kalla fullsett.
 
Heimasíðan og kunning frá felagnum
Heimasíða felagsins verður javnan dagførd við tíðindum. Eisini verður hon brúkt til at senda limum boð og tíðindi frá felagnum. Í august í fjør samtykti nevndin at rinda eina fasta samsýning um mánaðin fyri at viðlíkahalda heimasíðuna og dagføra hana við tíðindum. Vónandi merkja limir felagsins nakað til hetta.
 
Fyri at bøta um møguleikarnar hjá útlendingum at kunna seg um føroyskar rithøvundar og bókmentir, samtykti nevndin at játta pengar til at fáa alla Rithøvundabókina týdda til enskt. Hetta arbeiðið varð liðugt á sumri í 2008 og stutt eftir varð allur teksturin lagdur út á heimasíðuna hjá felagnum. Tað var Randi Ward, sum týddi bókina fyri felagið.
 
Rithøvundafelagið avgjørdi eisini at nýta pening til at menna eina blogguskipan til limirnar. Skipanin er sum kunnugt liðug, og tað er vón nevndarinnar, at limirnir fara at brúka hesa skipan aktivt í marknaðarføringini av sær sjálvum, bæði í Føroyum og uttanlands.
 
Marknaðarføring av føroyskum bókmentum uttanlands
Í fjør søktu vit ymsar grunnar um stuðul til eina verkætlan, sum hevði til endamáls at marknaðarføra føroyskar bókmentir uttanlands. Av tí at vit ikki fingu tann stuðul, vit søktu um - serliga frá Samvit - datt tann verkætlanin niðurfyri. Vit fingu tó játtað nakað av pengum frá Mentamálaráðnum, og tí hava vit gjørt av at fara at kanna møguleikarnar fyri at arbeiða víðari við tí partinum av verkætlanini, sum snýr seg um at gera ein portal á enskum um føroyskar bókmentir og rithøvundar. Í hesum sambandi hava vit avtalað nýggjan fund við Samvit, har tey siga seg vera sera áhugað í onkrum slag av samstarvi um hetta mál.
 
Samanumtøka
Rithøvundafelagið er í dag eitt rættiliga stórt felag. Við fleiri enn 100 limum, sum virka innan nógvar ymiskar skaldskapargreinir og arbeiða við sera ymiskum bókmentasløgum, hevur felagið mong áhugamál at røkja og taka atlit til. Havandi í huga, at alt nevndararbeiði fer fram í frítíðini hjá teimum, sum manna nevndina, er ikki heilt onki komið á skaftið seinasta árið. Ynskiligt hevði tó verið, at fleiri limir bjóðaðu seg fram at skipa fyri limatiltøkum av ymsum slag, ella at skipa fyri øðrum virksemi, sum áhugi kundi verið fyri, eitt nú skeiðum ella fyrilestrum um áhugaverd evni.
 
Fyri framman standa fleiri spennandi uppgávur, sum eru nevndar í hesi frágreiðing, so sum sáttmálasamráðingar, verkætlanir, fundir og samstarv, bæði her heima og uttanlands. Um fleiri taka eina hond við gerst tað lættari at røkka á mál við hesum uppgávum.
 
Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð
Formaður
 
Sí PDF-skjøl:
Rithųvundafelag Fųroya | Lützenstrųš 4, FO-100 Tórshavn