Bookmark and Share    
 

Formansfrįgreišing 2008

Ársaðalfundur í Rithøvundafelag Føroya 30. mars 2008

Silkiveingir –
Sein heystsól
dreymum lík.
Umskiftingarmundið:
alt, ið var, forferst.
Okkurt spyrst, síðan
kanska.
Silkiveingir
í seinari sól.
 
Úr: Regin Dahl: Elliskekar, Orð og løg, 1988
 
Limatal
Síðan seinasta aðalfund er ein av limum felagsins farin. Regin Dahl andaðist fyri júst einum ári og einum degi síðan, 29. mars 2007. Hann gjørdist 88 ára gamal. Regin Dahl hevur havt stóran týdning fyri føroyskan skaldskap, og hann hevur verið og er føroyskum rithøvundum ein fyrimynd. Hartil hevur hann verið Føroyum og føroyskum bókmentum eitt gott umboð uttanlands, serstakliga í Keypmannahavn, har hann búleikaðist tað mesta av ævi síni.
 
Seks nýggir limir eru komnir í felagið, og limatalið er nú 105. Fleiri virknir rithøvundar og týðarar eru ikki limir, og ein av uppgávunum felagsins verður at seta seg í samband við hesi og bjóða teimum limaskap. Fráfarandi nevndin hevur á nevndarfundi viðgjørt treytirnar fyri upptøku í felagnum, nú bæði arbeiðs- og útgávuhættir eru munandi fleiri í mun til fyrr. Semja var um, at hetta er eitt mál, sum aðalfundurin eigur at taka støðu til, og tí er ætlanin at taka hetta upp undir punktinum "Ymiskt".
 
Nevndin
Síðan seinasta aðalfund hevur nevndin havt 12 fundir.
 
Á aðalfundinum í fjør stóðu Heðin M. Klein og Zakarias Wang fyri vali. Heðin bað seg undan at verða afturvaldur, og varð Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð valdur í nevndina fyri hann. Zakarias varð afturvaldur. Fyrsti tiltakslimur varð vald Lydia Didriksen, annar tiltakslimur Guðrun Gaard.
 
Á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð sum formanni, Carl Jóhan Jensen sum næstformanni, Vidu Akselsdóttir Højgaard sum skrivara, Zakariasi Wang sum kassameistara og Lydiu Didriksen sum nevndarlimi (fyri Marjuna Syderbø Kjelnæs).
 
Umboð í nevndum og grunnum
Rithøvundafelag Føroya hevur hesi umboð í hesum nevndum:
 
Í starvsnevndini og umboðsráðnum fyri LISA ávikavist Oddfríður Marni Rasmussen og Carl Jóhan Jensen.
Í starvsnevndini og umboðsráðnum fyri Fjølrit ávikavist Sigmund Poulsen og Gunnar Hoydal
Í M.A. Jacobsen nevndini Gunnar Hoydal. Gunnar Hoydal hevur heitt á felagið um at velja eitt nýtt umboð fyri seg í nevndina.
Í málnevndini Heðin M. Klein. Varalimur er Ebba Hentze
Í tilmælisnevndini til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins Bergur D. Hansen (formaður), Ann Ellefsen (vald í 2007 fyri Turið Sigurðardóttir) og Kinna Poulsen (vald í 2008 fyri Guðruna Gaard).
Í nevndini, ið viðger umsóknir um at týða úr føroyskum í norðurlendsk mál Heðin M. Klein. Í nevndini sita eisini Guðrun Gaard, sum er forkvinna og umboð Mentamálaráðsins, og Kristina Petersen, sum er umboð Bókavarðafelagsins.
Í umboðsráðnum fyri Regnhlíf, ið er paraplyfelagsskapur fyri norðurlendskar barna- og ungdómsbókarithøvundar Marjun S. Kjelnæs. Varalimur er Dánial Hoydal
Í nevndini fyri verkætlanina Listaleypurin Rakel Helmsdal, varaumboð skal veljast.
 
Tríggjar seinast nevndu nevndirnar eru nýggjar og fóru allar til verka í 2007.
 
Frá umboðum felagsins í hesum nevndum eru til aðalfundin komnar inn frágreiðingar um virksemið seinasta árið. Tær skrivligu frágreiðingarnar verða lagdar sum fylgiskjøl til ársfrágreiðingina. Tær munnligu frágreiðingarnar, sum verða givnar her á aðalfundinum, verða førdar í gerðabókina fyri aðalfundin.
 
Starvsviðurskifti hjá rithøvundum og týðarum
 
Týðaragrunnur Landsins:
Stutt eftir síðsta aðalfund vóru umboð fyri Rithøvundafelagið boðin á fund við mentanarnevnd Føroya Løgtings um uppskot Tjóðveldisins til samtyktar um Týðaragrunn Landsins, sum Føroya Løgting seinni samtykti. Umboð felagsins, Hanus Kamban og Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, greiddu frá ymiskum í sambandi við tað at týða og bóru fram niðurstøðuna frá aðalfundinum í 2007 viðvíkjandi Týðaragrunninum, tá avgjørt varð at mæla til, at Týðaragrunnurin fekk sína sjálvstøðu kontu, óhefta av játtanini til Mentanargrunn Landsins. Sum flestu kunnugt er løgtingsfíggjarlógin fyri 2008 ikki samtykt enn, so til ber ikki at siga, hvørja lagnu málið fær, men í upprunaliga fíggjarlógaruppskotinum vórðu 600.000 krónur játtaðar afturat til Mentanargrunn Landsins, og í viðmerkingunum stóð, at hesir pengar eftir ætlan skulu brúkast til týðingar. Sostatt var áheitanin frá Rithøvundafelagnum ikki tikin til eftirtektar. Men í samgonguskjalinum hjá nýggju samgonguni stendur, at "týðaragrunnurin verður skipaður sum ein konta á fíggjarlógini, men verður umsitin av Mentanargrunninum," og er hetta betur í samsvari við ynski Rithøvundafelagsins. Eisini samsvarar hetta betur við tað uppskot, sum varð lagt fram á aðalfundinum hjá LISA, um bygnaðarbroytingar fyri Mentanargrunn Landsins (sí fylgiskjal). Rithøvundafelagið kann ikki annað enn fegnast um tey framstig, sum hend eru á hesum øki í farna ári.
 
Málstevnunevndin:
Umboð fyri Rithøvundafelagið vóru 20. apríl 2007 á fundi við Málstevnunevndina, sum hevði fingið til uppgávu at gera eitt álit um almennan málpolitikk í Føroyum. Umboð felagsins á fundinum vóru Carl Jóhan Jensen og Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð. Fundurin gjørdist bæði drúgvur og góður, og nú nevndin hevur handað landsstýrismanninum í mentamálum álitið, ið hevur fingið heitið Málmørk, eru har fleiri tilmæli, sum kunnu bøta um korini hjá føroyskum rithøvundum, eitt nú verður mælt til, at rithøvundar og listafólk koma á løgtingsfíggjarlógina við 1 mió. krónum árliga, at játtanin til Mentanargrunn Landsins verður tvífaldað, at fíggjarligur stuðul verður latin til at týða útlendskar leikir og at føroysk skrivandi fáa betri atgongd til orðabøkur á alnetinum, har eisini málsligir fyrispurningar kunnu verða avgreiddir eftir stuttari tíð. Aftur her kann Rithøvundafelagið ikki annað enn fegnast um ta rúmd, rithøvundar fáa í álitinum.
 
Norðurlendski týðarastuðulin:
Á evnistingi undir heitinum "Nordisk Kulturforum om litteratursamarbeidet", sum varð hildið í Oslo 26-27. mars 2007, varð breið semja um at halda fram við einari skipan, sum tryggjar, at Norðurlond stuðla týðingum av bókmentum millum norðurlendsku málini. Fyri Rithøvundafelagið luttóku á hesum evnistingi Heðin M. Klein og Carl Jóhan Jensen. Eisini luttóku úr Føroyum Oddfríður M. Rasmussen fyri LISA og Niels Jákup Thomsen fyri Bókadeild Føroya lærarafelags. Úrslitið varð, at stuðulin nú er farin at virka aftur, fyribils fyri árini 2007-2009, soleiðis at 2,7 mió. DKK verða latnar árliga, og av hesum fara umleið 214.000 krónur til týðingar úr føroyskum. Stuðulin verður umsitin av bókmentamiðstøðum í teim ymsu londunum, og í hesum sambandi varð vald ein føroysk trímannanevnd at viðgera og ummæla umsóknir um týðarastuðul. Rithøvundafelagið velur ein lim í hesa nevnd. Skipanin virkar á tann hátt, at umsóknir um týðarastuðul skulu sendast tí landi, har upphavsverkið er útgivið. Higartil hevur føroyska nevndin fingið ógvuliga fáar umsóknir, men sum skilst er áhugin stórur fyri at týða bøkur úr norðurlendskum málum í føroyskt. Sí eisini fylgiskjal um virksemið hjá nevndini í farna ári.
 
Skatting av listafólki:
LISA hevur í eina tíð arbeitt við at kanna og savna saman tilfar um skattaviðurskifti hjá listafólki. Í sambandi við hetta arbeiðið, skipaði felagið hin 8. november 2007 fyri einum kunnandi fundi á Landsbókasavninum. Hóast fundurin var lýstur at vera fyri øll áhugaði, møttu ógvuliga fá. Skrivarin í LISA, Jens M. Dalsgaard, greiddi frá skattligu viðurskiftunum hjá listafólkum, og aftan á var eitt stutt, men sakligt, orðaskifti. Skrivarin í LISA heitti eisini á øll feløgini í LISA um at heita á sínar limir um at senda inn til LISA upplýsingar um royndir teirra við skattamyndugleikunum, hetta fyri at lýsa støðuna betur og fyri at kunna hjálpa øðrum, sum koma í líknandi støður. Arbeiðið hjá LISA er savnað saman í ein bókling, nevndur Listafólkaskatting, sum er tøkur á heimasíðuni hjá LISA, www.lisa.fo.
 
Lønartrygd:
Eitt mál, sum hevur fingið serliga rúmd hetta seinasta árið – saman við Týðaragrunni Landsins – er spurningurin um at veita rithøvundum og øðrum listafólkum eina trygd, sum ger, at tey ikki eru verri sett enn aðrir borgarar í samfelagnum, tá tað ræður um inntøkutrygd. Rithøvundafelagið hevur fleiri ferðir ført fram síni sjónarmið, og eitt av úrslitunum er, at LISA í áður nevnda uppskoti um nýggjan bygnað fyri Mentanargrunn Landsins hevur tikið við lønartrygd sum eina serstaka kontu (sí fylgiskjal). Ein onnur beinleiðis avleiðing er, at tað nú er felt í samgonguskjalið hjá sitandi samgongu, at ein "skipan verður ment, ið kann veita listafólkum rættindi sum yrkisbólkur." LISA skal í næstum á fund við nýggju landsstýriskvinnuna í mentamálum Kristinu Háfoss, har hetta mál verður til umrøðu. Seinni fer eisini Rithøvundafelagið á fund við landsstýriskvinnuna at hoyra, hvørjar ítøkiligar ætlanir samgongan hevur í hesum og øðrum málum, sum viðkoma limum felagsins.
 
Sáttmálaviðurskifti:
Sáttmálar er eitt øki, sum lítið og onki hevur verið gjørt við síðan seinasta aðalfund. Tó hevur f samband verið við Ljóðbókaforlagið og Bókadeild Føroya lærarafelags, og hesi eru bæði sinnaði at samráðast um nýggjar sáttmálar. Sáttmálin við Kringvarp Føroya er enn óbroyttur, men nú stovnurin hevur fingið nýggja leiðslu, samstundis sum sitandi samgonga í samgonguskjalinum leggur upp til at gera nýggjan public-service sáttmála millum Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið, er tað sjálvsagt, at Rithøvundafelagið sum skjótast biður um fund við nýggja stjóran fyri Kringvarpi Føroya, sum byrjar í starvinum 1. apríl. Eins sjálvsagt er tað, at hetta mál – og sáttmálaviðurskiftini við almennar stovnar sum heild – verða umrødd á fundinum, sum er avtalaður millum Rithøvundafelagið og landsstýriskvinnuna í mentamálum at verða 21. apríl, eins og upphavsrættarmál eisini verður eitt av punktunum á skránni, nú samgongan (enn eina ferð) ætlar at yvirtaka hetta mál (les meira um upphavsrættindi í fylgiskjalinum frá Fjølrit). Formaðurin í Rithøvundafelagnum hevur eisini biðið um ein fund við stjóran fyri Tjóðpall Føroya um at gera ein sáttmála um leikrit, sum verða skrivað til Tjóðpallin. Enn er tó ongin fundur avtalaður.
 
Tiltøk
 
Rithøvundavitjanir 2007-08:
Vit hava ikki verið kollrend av útlendskum rithøvundavitjanum hetta seinasta árið, men nakrar hava kortini verið, og onkur onnur er í umbúna.
Tíðliga í mai mánaði í fjør vitjaði finski yrkjarin Tua Forsström, eftir innbjóðing frá Norðurlandahúsinum og Rithøvundafelagnum (Gunnar Hoydal skipaði fyri tiltakinum). Á hugnaligari løtu í Norðurlandahúsinum 10. mai las hon upp yrkingar úr egnum verkum, greiddi frá og hugleiddi.
Til bókadagin í 2007 var ætlanin at fáa danska rithøvundin Morten Ramsland til Føroya, men tíverri barst honum frá at koma. Heldur ikki til ætlaða útsetta bókadagin ber til hjá honum at koma, so nevndin hevur arbeitt við øðrum møguleikum. Samband hevur verið við Naju Marie Aidt, sum júst hevur fingið Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, og er hon sera áhugað í at vitja Føroyar, men tað verður neyvan fyrr ein í fyrsta lagi í heyst.
Fyrst í februar í ár vitjaðu íslendsku høvundarnir Bjarni Bjarnason og Sindri Freysson. Tað vóru aftur Norðurlandahúsið og Rithøvundafelagið, sum saman stóðu fyri innbjóðingini (Carl Jóhan Jensen skipaði fyri tiltakinum). Skipað varð fyri upplestrartiltakið í Norðurlandahúsinum, har eisini Carl Jóhan Jensen las upp.
Um eina góða viku kemur danski rithøvundurin Pia Tafdrup á vitjan. Tað eru aftur Norðurlandahúsið og Rithøvundafelagið, sum standa fyri innbjóðingini (Malan Marnersdóttir hevur skipað fyri tiltakinum). Eisini vitjar Bo Hakon Jørgensen, bókmentafrøðingur (hann er maður Piu Tafdrup), sum er boðin til Føroya av Fróðskaparsetrinum. Tey fara hvør í sínum lag at lesa upp og halda fyrilestrar á Føroyamálsdeildini og í Norðurlandahúsinum, og ætlanin er eisini at limir í Rithøvundafelagnum skulu fáa eitt høvi at hitta Piu Tafdrup, nú hon vitjar. Pia Tafdrup fekk í 1999 Norðurlendsku Bókmentavirðislønina.
 
50 ára hátíðarhald og veitsla:
Í sambandi við at 50 ár vóru liðin síðan Rithøvundafelagið varð stovnað, skipaði felagið 27. oktober 2007 fyri hátíðarløtu í Kommunuskúlahøllini, við upplestri, kjaki og sangi. Tiltakið varð lýst undir yvirskriftini "Hvør eigur fría orðið?", og við hesum varð lagt upp til at fáa í lag eitt orðaskifti um leiklutin hjá rithøvundum í samfelagskjakinum, og um leiklutin hjá felagnum nú í mun til fyrr. Hóast øll kring pallborðið – fyrrverandi og núverandi formenn – ikki í øllum lutum vóru samd, var niðurstøðan tann, at tað er framvegis er brúk fyri einum rithøvundafelag í Føroyum, ikki minst til at skunda undir politisku skipanina. Breið semja var um, at í Føroyum er ein mentanarpolitikkur væl og virðiliga orðaður, men ikki virkin. Og í hesum sambandi varð víst til øll tey álit, sum eru skrivað um føroyskan mentanarpolitikk. Síðan tiltakið er so eitt álit komið afturat, sum ber á sama borð, nevniliga áðurnevnda álit frá Málstevnunevndini.
Fitt av fólki var komið saman til tiltakið. Formaður helt eina stutta røðu og beyð vælkomin. Síðan var hugtakandi sangur framførdur av Búa Dam og Ásu Wraae. Aftan á las Oddvør Johansen stuttsøguna "Smakkdómararnir", ein hugvekjandi hugleiðing um Rithøvundafelagið og leiklut tess og kompetansu sum nálareyga og dømandi vald í skaldaheiminum. So var pallborðsorðaskifti millum fyrrverandi og núverandi formenn felagsins, luttakarar vóru Martin Næs, Turið Sigurðardóttir, Gunnar Hoydal, Carl Jóhan Jensen, Hanus Kamban og Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð. Orðstýrari var Birgir Kruse. Eftir orðaskiftið las Tóra Tóroddsdóttir brot úr skaldsøguni Undir egið borð eftir Halldór Laxness, og síðan las Carl Jóhan Jensen upp egin nýskjaldur. At enda hugleiddi Hans Andrias Sølvará um leiklutin hjá rithøvundum í almenna kjakinum. Hans Andrias vísti á, at eftir hansara fatan er tað eitt krepputekin í einum samfelag, um lítið og einki kjak er, og er uppgávan hjá rithøvundum at vera "ringa samvitska samfelagsins" og at birta uppundir luttøku í kjaki.
Sama kvøld varð veitsla hildin í hølunum hjá Starvsmannafelagnum, har eini 40 fólk høvdu teknað seg. Veitslan var sera væl eydnað í allar mátar. Gott veður, gott fólk, góður matur og góðar og skemtiligar røður. Eitt nú bar Gunnar Hoydal, fyrrverandi formaður í mong ár, fram eina fyndargóða kvøðu til felagið, sum seinni varð løgd á heimasíðu felagsins, soleiðis at øll kunnu finna hana har.
 
Steinbjørn B. Jacobsen 70:
Steinbjørn B. Jacobsen, rithøvundur og sjónleikaskald, fylti 30. september 2007 70 ár. Í hesum sambandi skipaðu Rithøvundafelagið og Havnar Sjónleikarfelag 14. oktober 2007 fyri einum eitt sindur seinkaðum hátíðarhaldi í Sjónleikarhúsinum fyri skaldinum. Tað gjørdist ein framúr hugnalig løta, har eini 50 fólk vóru komin saman at lýða á sang, røður og framførslu av sjónleiki. Formaður Rithøvundafelagsins, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, og næstforkvinna Sjónleikafelagsins, Karin Djurhuus, bóru fram kvøður, Hjørdis Trónd, sjónleikari, framførd2i brot úr sjónleikinum "Gardinurnar fyri og hvat so..," Oddfríður Marni Rasmussen og Carl Jóhan Jensen bóru fram yrkingar, og sangir vórðu sungnir. Samanumtikið ein góð løta.
 
Bókadagurin
Tykkum kunnugt varð bókadagurin, sum skuldi vera 9. desember, útsettur. Tað vóru fleiri grundir til tað. Tær fremstu vóru, at danski rithøvundurin, sum vit høvdu boðið at koma, Morten Ramsland, kortini ikki kundi koma, umframt at ein framsýning, sum ætlanin var at seta upp til dagin, varð av ongum. Eftir 50 ára haldið, sum var stutt frammanundan, helt nevndin seg eftir hetta ikki hava orku til at skipa fyri einum stórum tiltaki afturat. Hartil var nevndin samd um, at nýútkomnu bøkurnar høvdu fingið rættiliga gott pláss í føroysku fjølmiðlunum fram til tá, og at tað tí kanska ikki var eins stórur tørvur á einum bókadegi og undanfarin ár. Onkur hevur harmast um, at bókadagurin varð fluttur, men sum heilt tykjast fólk ikki at taka tað so tungt.
Fyribils hava vit sett útsetta bókadagin at vera 23. apríl, sum eisini er altjóða Bóka- og Upphavsrættardagur.
 
Listastevna Føroya:
Tankar hava verið frammi um at endurstovna Listastevnu Føroya, sum fór fyri bakka fyri nøkrum árum síðan. Fleiri fyrireikandi fundir hava verið higartil, og fyri Rithøvundafelagið hevur Carl Jóhan Jensen tikið lut á hesum fundum. Arbeitt verður fram ímóti at gera eitt uppskot at leggja fyri politisku myndugleikarnar. Eftir hesi ætlan skal stevnan bert vera annað hvørt ár, við einari fíggjarætlan upp á umleið 4,5 mió. krónur brutto.
 
Norðurlendskt samstarv
 
Norðurlendsku skeiðini á Biskops-Arnö:
Eins og undanfarin ár skipaði háskúlin á Biskops-Arnö í Svøríki og felagið Norden aftur í 2007 fyri trimum skeiðum fyri norðurlendskar rithøvundar. Føroyar fáa árliga tillutað eitt pláss á hvørjum skeiði, og tað er Rithøvundafelag Føroya, sum velur út millum teirra, ið søkja um at sleppa á eitt av hesum skeiðum. Í 2007 luttóku vegna Føroyar hesir rithøvundar:
·Á skeiðnum um nýggjar útgávuhættir og bókmentaliga nýgerð, sum varð hildið 10-13. mai, luttók Kim Simonsen.
·Á skeiðnum fyri barna- og ungdómsbókarithøvundar, sum varð hildið 31. mai-3. juni, luttók Rakel Helmsdal.
·Á skeiðnum fyri debutantar, sum varð hildið 26-30. juni, luttók Vónbjørt Linjonsdóttir.
Til skeiðini, sum verða hildin í ár, hava vit fingið tríggjar umsóknir um luttøku á skeiðnum fyri barna- og ungdómsbókarithøvundar, og eina umsókn um luttøku á debutantskeiðnum. Ongin umsókn er enn komin um luttøku á tí fyrsta skeiðnum, sum er ætlað eitt sindur meira royndum høvundum. Upplýsingar um innihaldið í ársins skeiðum eru sendar øllum limum felagsins og eru eisini at finna á heimasíðuni. Freistin at tekna til luttøku er 1. apríl
 
"Nordisk Kulturforum om litteratursamarbeidet":
Sum nevnt áður, luttóku Heðin M. Klein og Carl Jóhan Jensen á norðurlendskum evnistingi undir heitinum "Nordisk Kulturforum om litteratursamarbeidet", sum varð hildið í Oslo 26-27. mars 2007, har m.a. framtíðin hjá norðurlendska týðarastuðlinum var til umrøðu. Eisini luttóku úr Føroyum Oddfríður M. Rasmussen fyri LISA og Niels Jákup Thomsen fyri Bókadeild Føroya lærarafelags.
 
"Umsetarar í nýggjari tíð":
Í døgunum 21-23. mars luttók Lydia Didriksen vegna Rithøvundafelag Føroya á evnistingi undir heitinum "Umsetarar í nýggjari tíð", sum varð hildið á Hässelby slotti í Stokkhólmi. Eisini luttók Niels Jákup Thomsen fyri Bókadeildina. Eitt av evnunum vóru trupulleikarnir, sum alt ov mong hava av at fáa forløg at virða avtalur og sáttmálar, ikki minst tá ið talan er um talgildar útgávur. Eitt annað evni var samsýningar fyri týðingar í norðurlondum. Noreg liggur ovast við 141 NOK fyri 1000 tekn, samsvarandi 65 DKK í Føroyum.
 
NFOR:
Ársfundurin hjá NFOR, ið er norðurlendski felagsskapurin fyri rithøvundafeløg og týðarafeløg, varð hildin í Jokkmokk í Svøríki 24-27. mai. Fyri Rithøvundafelag Føroya luttók Marjun S. Kjelnæs. Høvuðsevni á fundinum í 2007 var støðan hjá sámiskum rithøvundum í Svøríki og Finnlandi. Nógv tíð fór til at kjakast um eitt uppskot frá sámiska rithøvundafelagnum, sum hevði til endamáls at veita sínum limum í Svøríki og Finnlandi eins góðar sømdir og teimum í Noregi. Onnur mál vóru eitt nú altjóða WALTIC ráðstevnan (Writers and Translators International Congress), sum á fyrsta sinni verður hildin í Stokkhólmi 29. juni-2. juli, og ætlanin um at seta á stovn ein paraplyfelagsskap fyri norðurlendskar barna- og ungdómsbókarithøvundar.
 
REGNHLÍF:
Í sambandi við árligu bókamessuna í Göteborg, tók deildin hjá barnabókahøvundum í Sveriges Författarförbund stig til ein fund fyri norðurlendskar barnabókahøvundar, við tí í hyggju at vita, um grundarlag var fyri at seta á stovn ein felagsskap fyri norðurlendskar barna- og ungdómsbókarithøvundar. Hvørt landið kundi senda trý umboð, og úr Føroyum luttóku Dánial Hoydal, Marjun S. Kjelnæs og Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð. Eftir ein tveir daga langan fund varð loksins funnið fram til, at felags áhugamálini hjá norðurlendsku barna- og ungdómsbókarithøvundum eru so mong, at grundarlag er fyri at hava eitt ráð fyri norðurlendskar barnabókahøvundar. Viðmerkjast skal, at hóast Grønland ikki varð umboðað á fundinum, er teirra felag eisini limur í ráðnum. Fundurin samtykti eisini, at ráðið skal hava heitið REGNHLÍF - barnabókarithøvundaráð Norðurlanda. "Regnhlíf" er íslendskt orð fyri regnskjól. Eitt stýri við trimum fólkum varð valt at gera uppskot um viðtøkur og arbeiðssetning fyri ráðið at leggja fram á næsta aðalfundi. Ráðið er fyribils sett saman av einum umboði og varaumboði úr hvørjum Norðurlandi, og hevur Rithøvundafelag Føroya valt ávikavist Marjuna S. Kjelnæs og Dánial Hoydal sum umboð hetta fyrsta árið.
 
Heimasíðan

Ein av stóru avbjóðingunum seinasta árið hevur verið at fáa nýggju heimasíðuna hjá Rithøvundafelagnum at virka til vildar. Vit í nevndini hava verið stak væl nøgd við tøkniligu møguleikarnar og útsjónd, meðan tað hevur tikið eitt sindur av tíð at koma fram til mannagongdir fyri, hvat skal liggja á heimasíðuni, hvussu hon best verður dagførd o.s.fr. Eftir at hava roynt hana í eina tíð, er nevndin eisini komin til ta niðurstøðu, at neyðugt er at menna síðuna enn meiri, eitt nú við einari blogg-skipan, sum gevur hvørjum einstakum limi høvi til at gera sær sína egnu heimasíðu, har hann ella hon kann leggja út tilfar eftir áhuga. Hetta arbeiðið hevur verið í gongd eina tíð, og tað skuldi farið at verið liðugt nú um mánaðarskiftið mars/apríl. Heimasíðan hevur gjørt tað munandi lættari hjá nevndini at senda bæði limum og fjølmiðlum kunning um virksemið hjá felagnum, bókmentatíðindi o.a. Vónandi hava limir felagsins havt gleði av hesum. Nevndin er varug við, at einstakir limir hava ikki telduatsetur ella atgongd til alnetið. Í teimum førum hava vit roynt at givið boð við brævi ella um telefon, um talan hevur verið um týðandi boð, men tíverri er tað nakrar ferðir komið fyri, at limir ongi boð hava fingið. Nevndin hevur tí tað ynski, at júst hetta mál – samskiftið millum nevnd og limir – verður tikið upp undir punktinum "Ymiskt", soleiðis at tað verður komið fram til eina mannagongd, sum øll kunnu vera nøgd við.
 
Til marknaðarføring av føroyskum bókum uttanlands hevur verið frammi tað hugskot at nýta heimasíðuna hjá Rithøvundafelagnum til hetta endamál. Nevndin hevur verið samd um, at tað er ein uppgáva hjá Rithøvundafelagnum at gera føroyskar bókmentir og føroyskar rithøvundar meira sjónligar uttanlands. Tí hava vit biðið um eitt tilboð upp á gerð av einum slíkum portali, har dagført tilfar á enskum ella norðurlendskum máli alla tíðina er at finna. Eisini hevur verið arbeitt við einum uppskoti um at hesin portalur verður partur av størri verkætlan, sum hevur til endamáls at upplýsa um føroyskar bókmentir uttanlands. Meira kemur um hetta seinni í frágreiðingini.
 
Føroyska bókaútgáva
Sambært tølum frá Landsbókasavninum, er útgávan av bókum fallandi. Útgávan av upprunaføroyskum fagurbókmentum til vaksin hevur verið støðugt fallandi síðan 2004 og tað er á ongan hátt nøktandi. Hetta kann undra, tí samstundis hevur verið ført fram, at at føroyingar lesa fleiri bøkur á føroyskum nú enn fyrr. Vónandi kemur vend í aftur í 2008.
Tvey úrvalsrit við týddum føroyskum skaldskapi eru givin út uttan fyri Føroyar seinasta árið. Tað eina, Frá Áarstovubrøðrunum til Tórodd – føroysk yrking í hundrað ár, er savn av føroyskum yrkingum, sum eru týddar til týskt. Tað er Paul Alfred Kleinert, ið hevur staðið fyri útgávuni. Hitt savnið er ein norðurlendsk bókmentakanon, ið hevur heitið Nordisk litteratur til tjeneste. Tað er Norðurlandaráðið, ið hevur givið út, og ritstjórar eru Torben Brostrøm og Anders Juhl Rasmussen. Í bókini er tilfar eftir m.o. William Heinesen, Jóanes Nielsen og Guðrið Helmsdal.
Afturat hesum kann nevnast, at kringvørpini í Norðurlondum hava staðið fyri gerð av einum norðurlendskum rithøvundaatlassi á alnetinum, sum er ein verkætlan, ið eisini er stuðlað av Norðurlandaráðnum. Av onkrari orsøk eru ongir føroyskir rithøvundar við. Formaðurin hevur sent fyrispurning til útgevararnir og til Kringvarp Føroya fyri at fáa staðfest, hví so man vera. Men higartil er onki svar komið frá hvørgum teirra.
 
Marknaðarføring av føroyskum bókmentum uttanlands
Rithøvundafelagið hevur sent umsóknir til Mentamálaráðið, Samvit og Kulturkontakt Nord um fígging av einari verkætlan, sum hevur til endamáls at kunna um føroyskar bókmentir uttanlands. Ætlanin er at framleiða tilfar á prenti og til alnetið, umframt at taka lut á hóskandi bókamessum uttanlands, har møguleiki er at gera seg sjónligan. Ein orsøk til at gera vart við okkum júst nú, eru bøttu møguleikarnir hjá útlendskum forløgum og týðarum at fáa stuðul til týðingar, bæði frá Kulturkontakt Nord og Mentanargrunni Landsins.
Rithøvundafelagið hevur havt samband við forløg og bókasøvn, sum hava víst verkætlanini áhuga, og sum skilst á greinum í bløðunum nú um dagarnar eru tað eisini onnur, sum halda tað vera eitt gott hugskot at stuðla marknaðarføring av føroyskum bókmentum, eitt nú stjórin í Samvit. Tó ber illa til at arbeiða víðari við hesi verkætlan, fyrr enn svar eru komin frá teimum almennu stovnunum í Føroyum, sum hava møguleika at fíggja hana.
 
Samanumtikið
Tikið samanum árið, tá ið Rithøvundafelag Føroya fylti 50, kunnu vit staðfesta, at umstøðurnar hjá listafólkum og rithøvundum rættiliga komu á breddan, og tað ongantíð meira enn í valstríðnum, har politikarar góvu mong og føgur lyfti um bøtt kor fyri listafólk og rithøvundar. At politikararnir ætla, at talan ikki bert skal verða um føgur lyfti, sæst í samgonguskjalinum, har fleiri ítøkilig mál eru sett, rithøvundum til frama. Men vilji og gerðir fylgjast sjáldan í føroyskum politikki, tá ið umræður mentan og list, og tí verður tað okkara uppgáva sum felag at vera vaktarhundur hesi næstu fýra árini, soleiðis at hesi góðu mál verða rokkin.
 
30. mars 2008
 
Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, form.
 
Sí PDF-skjøl:
 
 
Rithųvundafelag Fųroya | Lützenstrųš 4, FO-100 Tórshavn