Tip en ven         Bookmark and Share    
 

Formansfrįgreišing 2007

 
Aðalfundurin í Rithøvundafelag Føroya
18. mars 2007
 
Limatal
Síðan seinasta aðalfund eru tveir felagslimir farnir í annað ljós.
 
Esmar Jacobsen Gata var tann seinasti av stovnarum felagsins, so nú ið hann andaðist 6. juli í fjør, er eingin teirra eftir á lívi, sum komu saman at stovna Rithøvundafelagið 24. mars 1957. Esmar Jacobsen, við skaldheitinum Gata, var føddur í Norðragøtu 9. desembur 1925. Esmar var upprunaliga prentari, men gjørdist trúboðari og hevur skrivað og týtt ein hóp í tí sambandinum. Sum rithøvundur fer hann eina helst at verða minstur sum endurnýggjari í føroyskari yrking, við søvnunum: Fiólin (1956) og Tema við frábrigdum, yrkingar og hittinorð (1990).
 
Erling Poulsen, sum var útbúgvin lærari, var føddur í Vági 20. juni 1924 og andaðist 22. novembur í fjør. Eftir at hann var farin úr starvi, skrivaði hann fleiri bøkur um farnar dagar, sum hann mintist so væl, og um søguligar hendingar, millum annað um pátrúgv og um vandaferðir og ólukkur á sjónum. Erling Poulsen hevði hendinga gott minni og ein livand frásagnarstíl.
 
Umleið 100 limir eru í felagnum.
 
Nevndin
Á aðalfundinum 29. mars í fjør stóðu tríggir nevndarlimir fyri vali: Carl Jóhan Jensen, Marjun Kjelnæs og Oddfríður M. Rasmussen. Fyri Oddfríð, sum bar seg undan afturvali, varð Vida Højgaard vald, men hini vórðu bæði afturvald. Marjun gjørdi vart við, at hon fór at verða burturstødd komandi árið, so at eykalimurin mátti taka hennara sæti. Lydia Didriksen varð vald fyrri tiltakslimur og Pól á Kletti annar tiltakslimur.
 
Á sínum fyrsta fundi eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis: Heðin M. Klein, formaður, Carl Jóhan Jensen, næstformaður, Vida Højgaard, skrivari, Zakarias Wang, kassameistari, og Lydia Didriksen (fyri Marjuna Kjælnes) nevndarlimur.
 
Umboð í nevndum og grunnum
Gunnar Hoydal er umboð felagsins í M.A.Jacobsens bókmentanevndini hjá Tórhavnar Býráði.
 
Umboð í málnevndini er Heðin M. Klein. Varaumboð: Ebba Hentze.
 
Nú ið útvarpið og sjónvarpið eru samanløgd í Kringvarp Føroya, eru bæði sjónvarps- og útvarpsnevndirnar avtiknar. Rithøvundafelag Føroya er als ikki umboðað í nýggja bygnaðinum við teirri politiskt valdu kringvarpsnevndini.
 
Umboðini í Fjølriti eru Sigmund Poulsen, formaður í starvsnevndini, men Gunnar Hoydal er formaður í umboðsráðnum.
 
Umboðini í Listafólkasambandi Føroya eru Oddfríður Marni Rasmussen, formaður í starvsnevndini í LISA, og Carl Jóhan Jensen. (Her kann í klombrum verða skotið inn, at LISA hevur í farna árinum sett Jens Dalsgaard í partstíðar skrivarastarv.)
 
Í nevndini, sum ger tilmæli til norðurlendsku bókmentavirðislønina, sita: Turið Sigurðardóttir, Guðrun Gaard og Bergur D. Hansen.
 
Sum tykkum ivaleyst kunnugt er bygnaðurin í norðurlendska mentanarsamstarvinum undir ráðharraráðnum nógv broyttur. Millum annað verður Nordbok, norðurlendska bókmenta- og bókasavnsnevndin, avtikin. Norðurlendska bókmentasamstarvið tykist, sum nú er, at verða skipað undir einum, sum eitur “Kulturkontakt Nord” við sæti í Helsingfors. Hesin stovnurin hevur, ið hvussu er, boðið til “Nordisk kulturforum om litteratursamarbeidet” í Oslo 26.-27. mars komandi, t.e. um eina viku, hagar eisini Rithøvundafelagið er boðið. Fráfarandi formaðurin ætlar sær saman við øðrum føroyskum umboðum at bera fram tey føroysku sjónarmiðini á hesum fundinum í Oslo og serliga vísa á, hvussu stóran týdning umsetarastuðulin hevur havt fyri føroyskar bókmentir og bókaútgávu, at tað hevur alstóran týdning fyri okkum, at hann kann verða varðveittur.
 
Sáttmálaviðurskiftini við útvørp
Í sáttmálasamskiftinum millum tað almenna útvarpið og rithøvundafelagið stendur framvegis í botni. Sum skilst vil Kringvarpið framvegis bara tingast undir teimum treytum, at ein nýggjur sáttmáli ber í sær eina munagóða lækking í útreiðslunum, útvarpið hevur av bókmentaligum tilfari. Snávingarsteinurin er av upphavsrættarligum slag. Kringvarpið vil gjalda, heldur minni í summum førum, fyri tilfarið eftir verandi sáttmála og afturfyri kunna ráða og endurnýta tilfarið eftir egnum tykki – uttan at gjalda aftur. Fyri fleiri árum síðani bjóðaði Rithøvundafelagið Kringvarpinum (les: útvarpinum) at lækka gjaldið fyri endursendingar 50% móti eini generellari hækking í takstunum upp á 10%. Hesum havnaði Kringvarpið, men er stovnurin ikki síðani komin aftur til Rithøvundafelagið við nøkrum mótuppskoti. Ein glotti í myrkrinum, tá ið ræður um Kringvarpið, er kanska tað, at onkur einstakur medarbeiðari í útvarpinum tykist hugaður fyri bókmentaligum kjaksendingum, ið einki kosta Kringvarpinum, men sum sjálvandi kunnu vekja ella eisini økja áhugan fyri føroyskum bókmentum yvirhøvur.
 
Rithøvundafelagið gjørdi í fjør eina royndaravtalu við Rás 2 um at senda tilfar eftir limir felagsins. Avtalan fevndi bæði um senditíð og minuttgjøld fyri tey ymisku tekstasløgini, at galda frá 1. august í fjør og fram til 1. mars í ár. Tað er stytst at siga, at henda avtala ikki hevur virkað eftir ætlan, ivaleyst ikki av illum vilja, men heldur av ókunnleika og vantandi arbeiðsorku, og tí er hon hvørki framlongd ella endurnýggjað.
 
Fundir og vitjanir uttanlands
Tíverri bar nevndini ikki til at luttaka á fundinum í Norðurlendska Rithøvunda- og Umsetarasambandinum í fjør. Komandi ársfundurin verður í Jokkmokk í sámiska økinum í Norðursvøríki 24.-27. mai 2007, og okkum er upplýst, at fundarleiðslan ætlar at seta fokus á norðurlendskan málpolitikk og minnilutamál.
 
Eftir innbjóðing út Hetlandi luttók Carl Jóhan Jensen í aðru viku í september mánaði í fjør í hetlensku bókastevnuni, nevnd Orðaleikur (Wordplay), millum annað saman við tveimum íslendingum, ið beint frammanundan høvdu verið í Føroyum.
 
Høvundavitjanir í Føroyum
Sum úrslit av einum átaki frá Shetland Arts Trust var rithøvundavitjan í Føroyum, sum staðfestist við upplestri og framførslu í Norðurlandahúsinum 6. september í fjør, har fitt av fólki var komið at forvitnast og lurta. Luttakararnir sunnaneftir høvdu verið í Íslandi og lisið upp og høvdu tveir íslendskar rithøvundar við sær henda vegin aftur, ávegis til hetlendsku bókastevnuna, sum tá var í hondum. Íslendsku luttakararnir vóru Gyrðir Elíasson, sum er gitin prosahøvundur og yrkjari, og Aðalsteinn Ásberg Sigurðsson, skald og tónleikari. Rithøvundarnir sunnaneftir, sum fá mundu vita av frammanundan, vóru Lise Sinclair av Fair Isle í Hetlandi, skald, tónleikari og tónaskald, Matthew Wright, prosahøvundur, Donald S. Murray, skald, prosa- og yrkishøvundur, og Jen Hadfield, yrkjari og listakvinna. Hesi hugfarsligu, gávuríku og dámligu fólkini fingu góða undirtøka frá fólkinum tí, ið samankomið var, sum ikki gjørdist minni, tá ið Lise Sinclair treiv eftir fiólini og saman við Spælimonnunum hjá Kristiani Blak framførdi hetlendskan fólkatónleik umframt okkurt av tí, sum hon sjálv hevur skrivað.
 
Norski rithøvundurin Lars Saabye Christensen varð boðin til Føroya í fjør, sum gestur hjá Rithøvundafelagnum og Norðurlandahúsinum. Men meira um tað í sambandi við Bókadagin.
 
Føroyskt stuttprosa – í týskari týðing
Umfatandi, t.e. 381 blaðsíður, og vandaliga frágingin bók við føroyskum stuttprosa í týskari týðing, “Von Inseln weiss ich ... Geschichten von den Färöern”, kom út í fjør heyst á sveisiska forlagnum Unionsverlag. Í hesum sambandinum vóru ritstjórarnir, Verena Stössinger og Anna Katharina Dömmling, komnar til Føroya at leggja bókina fram á samkomu í Norðurlandahúsinum 9. november í fjør. Hetta var eitt tiltak, sum Rithøvundafelagið eftir áheitan skipaði fyri. Í bókini eru 27 tekstir, ið fevna so víða sum frá søgnini um Beintu og Peder Arrheboe, ið dr. Jakobsen skrivaði upp, til nútíðarsøgur sum Placebo eftir Elias Askham og Leinkjuna eftir Marjuna Kjelnæs. Allir tekstir eru týddir úr upprunamálinum, nakrir úr donskum, teir sum skrivaðir eru á tí málinum, og hinir úr føroyskum. Hesir núlivandi føroysku prosahøvundar eru umboðaðir í bókini: Ebba Hentze, Jens Pauli Heinesen, Steinbjørn B. Jacobsen, Gunnar Hoydal, Oddvør Johansen, Hanus Kamban, Jóanes Nielsen, Carl Jóhan Jensen, Lydia Didriksen, Tóroddur Poulsen, Rakel Helmsdal, Elias Askham og Marjun Kjelnes. Á bókaframløguni gjørdi Gunnar Hoydal vart við, at okkum trýtur skipaði átøk at fáa føroysk dygdarverk flutt yvir í onnur mál og givin út í øðrum londum. Men meira um tað seinni.
 
Norðurlensk barnabókaritkapping
Í samstarvi við Nordbok lótu rithøvundafeløgini í Føroyum, Grønlandi og Sámalandi í fjør summar gera eina barnabókaritkapping, ætlað um leið 8-12 ára gomlum børnum. Handritini skuldu verða latin Nordbok innan 15. januar í ár. Í hvørjum landi sær hevur sitið dómsnevnd at viðgera handritini á avvarðandi máli. Í føroysku dómsnevndini sótu Lydia Didriksen, Malan Hilmarsdóttir og Turið Kjølbro. Samskiftisfólk felagsins við Nordbok hevur verið Marjun Kjelnæs, og samstarvspartnari viðvíkjandi komandi bókaútgávunum hevur verið Bókadeildin hjá Lærarafelagnum. Vinnandi handritið í hvørjum landinum sær verður – umframt í upprunalandinum sjálvandi – givið út á hinum báðum málunum, sum kappingin fevnir um, umframt at tað eftir ætlan kemur út á einum av teimum stóru norðurlendsku málunum: tað er svenskum, norskum ella donskum.
 
25 handrit komu inn til kappingina til samans: 15 føroysk, 7 grønlendsk og 3 sámisk. Barnabókaritkappingina við føroyskum handritum vann Elin á Rógvu.
 
Í sambandi við ritkappingina er enn at nevna, at í november mánaði var norðurlendskt skriviskeið hildið á Gjáargarði fyri sámiskar, grønlendskar og føroyskar høvundar at viðgera tekstir, ætlaðum børnum, sum skeiðsluttakararnir sjálvir høvdu skrivað.
 
Bókadagurin
3. desember í fjør varð árligi bókadagurin hildin í Norðurlandahúsinum. Bókadagurin var í stórum dráttum skipaður sum bókadagar hava verið tey undanfarnu árini, ella síðan samstarvið um hann við Norðurlandahúsið byrjaði fyri seks árum síðani. Skráin í fjør var henda:
 
Bókadagshald í Norðurlandahúsinum
sunnudagin 3. desembur 2006 kl. 15.00
 
Rit&Rák setti upp bókaframsýning við ársins føroysku bókum í forhøllini
 
Í Kringruni:
Klokkan trý:
Heðin M. Klein, formaður í Rithøvundafelag Føroya, hevði vælkomuorð
“Martin Joensen og hinir” sungu og spældu úr Lat meg goyma teg (sum er bók) og
Á brúnni (sum er fløga)
So var upplestur. Hesir høvundarnir lósu sjálvir:
Bergtóra Hanusardóttir: Burtur. Skaldsøga.
Kim Simonsen: Náðisólin. Yrkingar.
Carl Jóhan Jensen: September í bjørkum sum kanska eru bláar. Yrkingar.
Absalon Absalonsen: Jóan Petur hjá Mouritsi. Ævisøga.
Høgni Mohr: Ali babba og 49 aðrar blaðgreinir. Greinir.
Oddvør Johansen: Úr køksvindeyganum. Stubbar.
“Martin Joensen og hinir” hildu so á at spæla úr bókini og av fløguni
 
Í forhøllini:
Klokkan fýra:
Norski rithøvundurin Lars Saabye Christensen hugleiddi um sítt skrivliga virksemi.
Fyrilesturin nevndi hann: ERINDRING OG FANTASI
Lars Saabye Christensen, f. 1953, er ein tann gávuríkasti rithøvundurin í Noregi í okkara tíð. Hann hevur síðan frumútgávu sína í 1976 givið út fjøruti bøkur, helst skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar, men eisini t.d. leikir og filmshandrit. Fleiri bøkur hjá honum eru filmaðar. Í 2002 fekk hann norðurlendsku bókmentavirðislønina fyri skaldsøguna Halvbroren (2001), sum er fyribils týdd til 29 mál. Síðan hevur hann givið út stuttsøgur, yrkingar og tríggjar skaldsøgur: Maskeblomstfamilien (2003), Modellen (2005) og Saabyes cirkus (2006).
Nevndin heldur, at tað gevur Bókadegnum eina eyka dimensjón, um so er, at góðir og viðurkendir útlendskir rithøvundar in persona eru ein fastur partur í bókadagshaldinum, og at tað eigur at verða soleiðis frameftir.
 
Í forhøllini var pallborð klokkan fimm við yvirskriftini:
Tjóðskapur og bókmentir – forteyt og/ella forðing?
Við pallborðið sótu:
Malan Marnersdóttir, Rói Patursson, Turið Sigurðardóttir, Kim Simonsen og Carl Jóhan Jensen
Orðstýrari: Ivan Niclasen
 
Summi fólk gjørdu í telduposti vart við, at teimum dámdi Bókadagin væl. Formaðurin svaraði einum teirra soleiðis:
 
Tað gleðir meg, at tú heldur, bókadagurin var á góðari leið. Martin Joensen hevur líkasum fingið ein Indian Summer, tykir mær – stuttligt at hoyra og síggja hann so avslappaðan í góðari merking, t.e. avkláraðan. Upplesturin fekk ikki verið stórt øðrvísi undir givnum umstøðum, og fyrilesturin hjá Saabye var sum væntað góður, læruríkur og hugvekjandi. Pallborðið var eitt sindur miseydnað, haldi eg. Har mugu vit ivaleyst taka í egnan barm – evnið var onkursvegna ov breitt og kanska heldur ikki nóg ítøkiligt og nærverandi. Tað mugu vit so læra av til eina aðru ferð.
 
Heimasíðan
Eitt býtisbarn hjá Rithøvundafelagnum hevur verið heimasíðan, ið ikki hevur verið dagførd í langa tíð, og heldur ikki hevur teldupostskipanin virkað, so sum hon eigur. Nevndin hevur í tí farna árinum arbeitt við at fáa heimasíðuna endurnýggjaða, so at nevndin alla tíðina kann dagføra hana og brúka hana sum upplýsingaramboð og málgagn hjá felagnum.
 
Nevndin hevði í fjør summar 3 tilboð at velja ímillum, og eftir tingingar og samrøður valdi hon at taka av tilboðnum frá Gudny Rasmussen, telduatstøðingi úr Kaldbak, sum bjóðaði sær at gera eina nýggja síðu, har sum m.a. eisini á ein einfaldan hátt verður møguligt at leggja út tíðindi og at hava lýsingar. Heimasíðan er handað felagnum, men eftir er til dømis at hyggja alla heimasíðuna kritiskt ígjøgnum, at dagføra slíkt sum limatal og rithøvundaupplýsingar, til dømis at fáa nýggjar útgávur við – eins og at taka avgerð um eina holla og hóskandi arbeiðsskipan hjá vevmeistaranum, ið eisini umfatar postsamskiftið. Eftir nevndarinnar tykki er tann ideala skipanin, um tað ber til, at formaðurin sjálvur er vevmeistari.
 
Týðaragrunnur
Í løgtinginum liggur í skrivandi løtu eitt uppskot til samtyktar um ein Týðaragrunn Landsins, sum hevur til endamáls at flyta føroyskar bókmentir í fremmand mál og tað mest aktuella í heimsbókmentunum yvir á føroyska tungu. Í hesum sambandi er felagið boðið at koma til fundar við løgtingsins mentanarnevnd at siga sína hugsan um hetta uppskotið. Undirritaði heldur, at tó at talan er um andstøðuuppskot, sum kanska tessvegna í okkara primitivu politisku skipan eigur eina ivasama lagnu, hevur felagið eina uppgávu at fáa samgongulimir eisini at taka undir við tí – við teirri grundgeving, at í einum bókmentapolitiskum og málpolitiskum høpi er lívsneyðugt hjá føroyingum at taka ábyrgd av bókligari mentan og máli og at fáa skipaðar rammur, so at dygdar bókaverk verða týdd báðar vegir, til føroyskt og eisini úr føroyskum máli. Neyðugt er ivaleyst at leggja dent á, at hetta á ongan hátt má skarva burtur av tí stuðuli til bókaútgávu, sum frammanundan er, tí at vit mugu ganga fram og ikki tøva í sama stað. Hjá okkum sum rithøvundum ella týðarum hevur tað somuleiðis nógv at siga, at ásett verður í reglugerð fyri Týðaragrunn Landsins, í hvønn mun stuðul úr grunninum verður latin rithøvundinum ella týðaranum.
 
Rithøvundafelag Føroya fimmti
24. mars eru liðin fimmti ár, síðan Rithøvundafelag Føroya var stovnað. Tað mundi ikki vera av tilvild, at felagið sá dagsins ljós minni enn tveir mánaðir eftir, at Útvarp Føroya var sett á stovn.
 
Stovnarar felagsins eru hesi tjúgu: Sigurð Joensen (gjørdi felagslógirnar), Erlendur Patursson, H.M. Eidesgaard, Tórarinn Evensen, Vald. Poulsen, Jákup í Jákupsstovu, Sverri Egholm, Sigrið av Skarði Joensen, Sjúrður Patursson, Louis Zachariasen, Esmar Jacobsen Gata, Jóh. av Skarði, M.S. Viðstein, Heðin Brú, Hans Dalsgaard, Jens Pauli í Dali, Bernhard Brim, Ólavur Michelsen, T.N. Djurhuus, William Heinesen. – Vert er at geva sær far um, at millum stovnaranna er bara ein kona.
 
Her er hvørki tíð ella staður at ætla um, hvønn týdning Rithøvundafelagið hevur havt, fyri limirnar, fyri føroyskar bókmentir, í føroyskum almenningi. Tað verður at bíða til eina aðra ferð.
 
Nevndin hevur javnan umrøtt, hvussu vit munabest fáa hildið felagsins fimmti ára føðingardag, um ikki dagstevndan dag, so kortini í hesum árinum. Bóklingur ella bókaverk, sum í síni heild ella í broti lýsir føroyskar bókmentir hesi fimmti árini, er ein møguleiki. Ein møguleiki afturat, sum nevndur hevur verið, er at limaveitsla, fundur og hátiðarhald verða hildin saman aftur í heyst.
 
Niðurløga
Felagsformaðurin undanfarni, sum er málasnjallur maður, tók millum annað soleiðis til orðanna í síni seinastu formansfrágreiðing:
 
“Eftir míni áskoðan eigur felagið fyrst og fremst at virka fyri at skapa yrkisligar atstøður fyri tekstframleiðslu á føroyskum við sakligum og væl umhugsaðum málaflutningi. Vit eiga at fáa politiska myndugleikan at skilja, at mál og mentan eru livandi og skulu mennast og ikki varðveitast sum rov av fornum seyðasløgum. Vit mugu skapa almenninginum eina greiða fatan av, hvørji marknaðarkorini hjá føroyskari listskapan eru, og at almennur peningur er neyðugur, um her ikki skal gerast mentunarliga øskukalt í framtíðini. Vit eiga at skora á at fáa ta starvslønarskipan, sum longu er í gildi, víðkaða og styrkta og grundgeva væl og virðiliga fyri eini minstulønarskipan fyri høvundar og onnur listafólk, ið longu hava avrika verk, sum dygd er í.“
 
Undirritaði er samdur í hvørjum orði. Eg havi hug at leggja tað afturat, at hesin málsetningur krevur trútt og tróttugt arbeiði hvønn einasta dag, og eingin eigur at vænta hvørki tað, at úrslitini koma í einum og upp aftur minni eftir einum degi. Havi somuleiðis hug aftur at minna á týdningin av einum almennum týðaragrunni úr einum yrkisligum sjónarmiði eisini.
 
At enda nøkur – kanska óhóskandi – orð, sum tit vónandi fara at bera yvir við kortini:
 
Rithøvundafelagið varð stovnað nakað um somu tíð, sum undirrirtaði fór at ganga í barnaskúla. Rithøvundafelagið var neyvan komið í tannárini, tá ið eg var limur í hesum felagnum. Eg havi verið nevndarlimur í felagnum ymisk tíðarskeið í sjeytiárunum, áttatiárunum, nítiárunum og tað, sum farið er av hesari øldini.
 
Í onkrari samrøðu havi eg havt á orði, at tey ungu og yngru fólkini áttu at hildið seg meira framat í nevndararbeiðnum. Tað hevur nógv at siga, at ungdómurin kennir seg aftur í felagnum og tí, sum felag okkara tekst við í gerandisdegnum, hvussu tað skilur seg sjálvt, hvussu tað sær út, hvussu tað ber seg at, og hvussu tað samskiftir limanna millum og við onnur.
 
Og við teimum orðum ynski eg komandi nevndunum innlit, treysti og gott handalag.
 
17. mars 2007
 
Heðin M. Klein, form.
 
Rithųvundafelag Fųroya | Lützenstrųš 4, FO-100 Tórshavn