Bookmark and Share    
 

Forkvinnufrįgreišing 2013

 

Limir

Felag okkara hevur nú 119 limir. Fýra nýggir limir eru komnir hetta seinasta árið og ein hevur meldað sær úr. Tíverri er ein av limum okkara eisini farin, Steinbjørn B. Jacobsen, ið var sera virkin sum rithøvundur og eisini í Rithøvundafelagnum. Steinbjørn var við til at endurstovna Rithøvundafelagið í 1967 og tá valdur í nevndina, har hann sat til 1979, mestu tíðina sum kassameistari.

 

Nevndin

Nevndin hevur síðani síðsta aðalfund havt 12 fundir.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis: Helle Thede Johansen, forkvinna, Janus á Húsagarði, næstformaður, Agnar Artúvertin, skrivari, Zakarias Wang, kassameistari og Carl Jóhan Jensen, nevndarlimur. Tiltakslimir eru: Turið Sigurðardóttir og Jóanes S. Nielsen.

Í august fór Janus á Húsagarði tó niður á Listaskúla í eitt hálvt ár og Agnar Artúvertin fekk forfall. Stutt aftaná flutti Carl Jóhan Jensen til Brussel. Heitt varð tí á tiltakslimunum um at traðka til. Jóanes S. Nielsen hevur verið virkin í nevndina fram til nýggjárið, tá ið Janus á Husagarði og Agnar Artúvertin komu aftur. Turið Sigurðardóttir er virkin fram til aðalfundin, vegna carl Jóhan Jensen.

 

Umboð í nevndum og grunnum 

Rithøvundafelagið hevur umboð í hesum nevndum og grunnum:

Listafólkasamband Føroya: Starvsnevnd: Oddfríður M. Rasmussen hevur sitið í starvsnevndina men fór frá og sat hereftir umboðsráðnum, har Carl Jóhan Jensen hevði sess. Oddfríður M. Rasmussen hevur boðað frá, at hann fer frá, og skulu vit í dag velja nýtt umboð.

Fjølrit: Starvsnevnd: Sigmund Poulsen og umboðsráð: Gunnar Hoydal

M.A. Jacobsen-nevndin: Vár í Ólavsstovu

Málnevndin er avtikin. Í staðin er komin:

Málráðið: Kári Leivsson

Norðurlendska bókmentavirðislønin: Føroyska tilmælisnevndin: Ann Ellefsen, Kinna Poulsen og Arnbjørn Dalsgarð.

Norðurlendska Barna- og ungdómsbókmentavirðislønin: Oddfríður M. Rasmussen og Turið Sigurðardóttir.

Kulturkontakt Nord týðarastuðul: Nevndin, ið viðger umsóknir: Heðin M. Klein, Guðrun Gaard. Guðrun Gaard hevur boðað frá, at hon sigur sessin frá sær, og skulu vit tí velja nýtt umboð.

Norðurlendska barnabókarithøvundafelagsskapin Regnhlíf: Marjun S. Kjelnæs og Dánjal Hoydal.

Verkætlanin Listaleypurin: Rakel Helmsdal og Arnbjørn Dalsgarð

Bókmentaráðið hjá Kringvarpinum: Carl Johan Jensen og Arnbjørn Dalsgarð. Teir fara báðir frá, og vit skulu velja nýggj umboð.

Einans eitt av frágreiðingunum um virksemið í 2012 í hesum nevndum og grunnum eru lagdar við í hesi formansfrágreiðing sum fylgiskjøl. Tá ið hini koma seinni verða tær løgd við, og alt tilfarið verður lagt á heimasíðuna.

 

Limatiltøk

Høvundakvøld í Sirkus
Carl Jóhan Jensen og Agnar Artúvertin hava mest verið teir, ið hava staðið fyri hesum. Við teirra fráveru er tiltøkini tíverri dottin burtur.

Hanus Kamban sjeyti
Í sambandi við at Hanus Kamban fylti sjeyti, skipaði rithøvundafelagið fyri einum hátíðarhaldi í hølunum hjá Steinprenti, sunnudagin 24. juni 2012. Á skránni var sangur við Kári Leivsson, Bergur Djurhuus Hansen helt røðu um skaldskapin og Oddvør Johansen gav okkum eitt innlit í menniskjað, Hanus Kamban.

Niels Pauli Heinesen
Elin Brimheim Heinesen vendi sær til nevndina í september, við áheitan um samstarv, í sambandi við eitt mentanartiltak hon ætlaði at skipa fyri. Talan var um eitt minningarhald í sambandi við 80 ára føðingardegnum hjá Jens Pauli Heinesen, mánadagin 12. november 2012.

Nevndin játtaði sín stuðul og skipaði Turið Sigurðardóttir millum annað fyri einum pallborði á degnum.

Bókadagurin 2012
Bókadagurin var í 2012 eisini skipað sum einum degi, har varpað var ljós á føroyskar bókmentir. Gott 200 bøkur koma út árliga, so illa ber til geva øll verk líka nógv ans. Í staðin var dentur lagdur á at gera tiltakið fjølbroytt.

Sunnudagurin 25. november var tiltakið í Norðurlandahúsinum millum klokkan 14 og 18. Byrjað var við tiltøk fyri børn og barnsligum sálum; upplestur av barnabókum, framsýning av tekningum og barnasálmur sungin av børn úr frískúlanum í Havn.

Sum nakað nýtt høvdu vit bjóðað tveir spírandi rithøvundar við, og var tað sera áhugavert at fáa einum brellbita av, hvat vit hava í væntu. Royndir rithøvundar vóru tó ikki gloymdir, men lósu eisini petti úr stuttsøg- og krimisøgum.

Seinni var ein partur við yrkingum, har vit eisini fingu innlit í visuel poesi og eitt samstarv millum litografi og yrkingum.

Handrit er ikki einans til prent men eisini til pall. Vit fingu á hesum degi høvi at síggja einum brellbita av leiki hjá Súsanna Tórgarð og Hanus G. Johansen framførdi yrkingum hjá Poul F. við sínum vakra røddi.

Dagurin endaði við einum pallborði, har evnið var “Føroysk bókmentan út í heim”. Nógv áhugavert kom fram, men tíverri manglaði politiskir áhoyrara millum fjøldina.

Sara Blædel
Ætlanin var at hava eitt tiltak, serliga ætlað rithøvundar, leygardagin 23. Februar, í Norðurlandahúsinum. Tiltakið var skipað í trimum partum. Umframt høvið at hitta Sara Blædel var endamálið at varpa ljós á uppbyggingin av einum skaldsøgu og at geva føroyskir rithøvundar íblástur.

Sum kunnugt varð tiltakið avlýst vegna sjúku. Um tað verður gjøgnumført seinni, má tíðin vísa.

Kringvarpssáttmálin
Sáttmálin millum Rithøvundafelagið og Kringvarpið var endurskoðaður, men ikki undirskrivaður fyrr enn august mánað 2012. Hetta vegna skiftandi stjóri.

Í núverandi sáttmála, sum er galdandi so leingi hann ikki verður uppsagdur av øðrum partinum, verður staðfest at Kringvarp Føroya hevur ábyrgdina av at kalla bókmentaráðið inn til fundar. Hetta hevur so, vísir tað seg, ikki riggað, og má komandi umboðini vera við til at tryggja at hesin grein verður hildið.

Eisini var avtalað at Kringvarp Føroya skal rinda samsýning til Rithøvundafelag Føroya hálvárliga og ikki sum fyrr, árliga. Hetta fyri at stytta um tíðin frá eitt verk verður lisið upp, til høvundan ella týðarin fær peningin. Hetta hevur ei heldur riggað.

Sambært sáttmálanum skal miðast ímóti at sent verður:

  • 60 % nýinnlisið tilfarog 40% endursendingar
  • 50% upprunatilfar og 50% umsett

Veruliga býtið er:

  • 67 % nýinnlisið tilfar og 33% endursendingar
  • 90% umsett og einans 10% upprunatilfar

Spurt um hetta var svarið, at barnaútvarpið velur sítt egna tilfar og ikki er part av bókmentaráðið.

Forkvinnan minti í skrivi í februar 2013 á, at barnaútvarpið er partur av Kringvarp Føroya og tí verður sjálvsagt væntað at fólkini har eru kunnað um avtalan og ger sítt til at føroyskt upprunatilfar er partur av tí, børn okkara fara at hoyra í útvarpinum.

Nýggja nevndin má taka støðu til, um vit kunnu hava álit á at Kringvarpið fær at fylgja sáttmálan nú, ella um sáttmálan skal sigast upp.

Heimasíðan og Facebook
Nevndin hevur roynt at leggja tíðindir út á heimasíðuna javnan og eisini at senda limunum tíðindabræv og vóna vit at hetta er nøktandi. Facebook kundi tó uttan iva hava verið nýtt meira, men onnur uppgávur hava verið raðfest framum.

Ætlanir hava verið at gera eitt forum, einans fyri rithøvundar á heimasíðuna, men helst er tað nú meira hent at gera ein lukkaður bólkur á FaceBook til hetta. Tað verður so upp til komandi nevndina at taka støðu til.

 

Annað nevndararbeiði
Nógv tíð er farin við samskifti; at svara fyrispurningum frá limir felagsins umframt frá útlendskum rithøvundar og feløg.

Fyrispurningar hava millum annað verður um uppskot til fólka at luttaka í ymiskum bókastevnum, har í millum Bókastevnu í Finnlandi í oktober 2013 og Transpoesie, ið er afturvendandi tiltak í Brussel, sum varpar ljós á poesi og mál, við at vísa yrkingar á umleið 20 ymiskum málum í metrotokum, sporvognum og bussum í býnum.

Eisini hava rithøvundar úr Samalandi, Grikkalandi og Danmark vent sær til felagið, í teirra vón at nevndin kundi vísa teimum á, hvar rithøvundar kunnu fáa innivist, meðan teir skriva. Nevndin hevur roynt at hjálpt teimum eftir førimuni, men oftast er tað endað við at teir mugu gjalda fyri hotelli, ella vera verandi heima.

Biskops Arnø
Í apríl 2012 høvdu vit aftur møguleika at senda ein debuterandi rithøvund á skeið á Biskops Arnø, og valdu nevndin at bjóða Daniella Andreasen. Hon tók av og hevur vónandi fingið nógv burturúr.

Nevndin hevur eisini í ár fingið boð frá Biskops Arnø, og er tað í ár Halldóra Dam, ið longu hevur skrivað nógv til “Mín jólabók”, ið fer at fáa sær íblástur í Svøriki.

Norðurlendsk barna- og ungdómsbókmentavirðisløn
Í apríl 2012 fóru Turið Sigurðardóttir og Helle Thede Johansen til Oslo, at taka lut í seminar um ein norðurlendskan barna- og ungdómsbókmentavirðisløn. Seminarið endaðir við at eitt uppskot varð lagt fram fyri teimum norðurlendsku mentamálaráðharrar, ið júst tá vóru á fundi í Oslo.

Uppskotið varð væl móttikin og norðurlendsku mentamálaráðharranar tóku avgerð um at arbeiða fyri hesum.

Í desember 2012 var aftur boðað til fundar í Oslo og umboð úr Føroyum vóru Niels Jákup Thomsen, stjóri fyri BFL, Hedvig Westerlund-Kapnas frá Norðurlandahúsinum og Helle Thede Johansen. Endamálið var tá at kjakast um, hvussu vit kunnu tryggja at virðislønin verður kunnað breitt út og fær ávirkan, ikki bara fyri móttakarin, men fyri øll børn og ung í norðurlondunum. Ætlanin er at skipað verður fyri skriviskeiðum fyri børn og ung, men tosað var eisini um, hvussu millum annað bókasøvn kunnu vera við til at varpa ljós á hesum.

Størri upphædd er sett av til týðing, fyri at tryggja at innstillaða verk og vinnandi verk verður týdd til fleiri norðurlendsk mál.

Tilmælisnevndin hevur longu havt fyrsta fundin og verður fyrsta Norðurlendsku barna- og ungdómsbókmentavirðisløn handað longu í heyst.

Hølir at skriva í
Nú felagið hevur fingið innivist á Lützentrøð, har LISA eisini heldur til, stendur limirnar í boði at bíleggja sær eitt høli í eitt styttri ella longri tíðarskeið. Tríggir rithøvundar hava bílagt sær pláss, men rúm er fyri fleiri! Limir felagsins kunnu venda sær til rit@rit.fo um teir eru áhugaðir.

Møguleikin fyri, at eitt høli kann innrættast til gisting, verður kannaður. Hetta við tí endamáli, at rithøvundar av bygd ella úr øðrum londum kunnu gista í eitt ávíst tíðarskeið, meðan teir skriva.

Bókadagurin - bókmentastevnu
Rithøvundafelag Føroya hevur sum kunnugt í nógv ár skipað fyri einum “bókadegi”, vanliga í novembur mánað, har endamálið hevur verið at varpa ljós á føroyskar bókmentir. Al oftast hevur dagurin verið skipaður við upplestri, pallborði og bókasølu. Málbólkurin hevur verið lesarin og onnur bókmentaáhugað.

Nevndin ynskir at geva føroyskum rithøvundum størri møguleika fyri menning og íblástur, og samstundis økja um kunnleikan til føroyskar bókmentir úti í heimi. Arbeitt verður tí nú við at umskipa bókadagin til annað hvørt ár at vera ein bókmentastevna.

Hugskotið er, at “Faroese Literature Fair” skal bjóða

  • Verkstovur til rithøvundar og týðarar (serliga úr føroyskum til útlendskt mál)
  • Upplestrar við fakligum innihaldi og/ella sum íblástur til rithøvundar
  • Upplestrar av føroyskum og útlendskum rithøvundum – á enskum ella norðurlendskum máli. (Fyri føroyingar eins og útlendingar, ið eru áhugað í bókmentum)
  • Keyp/sølu av bókum og marknaðarføring av føroyskum bókmentum.

Í hesum sambandi hevði forkvinnan, Helle Thede Johansen, kallað inn til fundar í Norðurlandahúsinum, mikudagin 20. mars 2013. Hetta í samráð við Sif Gunnarsdóttir, stjóri í NLH, Guðrið Højgaard, stjóri í Ferðaráð Føroya og Alda Joensen, Mentamálaráðið.

Bjóðað vóru umboð fyri forløg, Rithøvundar, ið hava verið partur av bókastevnum og onnur, ið hava ella hava havt við undirvísing í bókmentum at gera.

Kunnað varð um hugskotið, og skotið var upp at luttkaranar komu við teirra hugsanir um, hvussu hetta kann gerast eitt munagott tiltak til gagns fyri føroyskar bókmentir og fyri okkara land sum heild. Ætlanin er at tiltakið skal vera fyrstu ferð 21. – 24. november 2013.

Hugskotsbólkurin verður kallað inn aftur 8. apríl 2013.

Sáttmálaviðurskifti og upphavsrættindi
Vit byrjaðu at hyggja eftir og umseta burturúr sáttmálum, ið onnur norðurlendsk rithøvundafeløg hava við forløg, við tí ætlan at snikka ein sáttmála til, ið svarar til okkara tørv. Agnar Artúvertin hevði átikið sær at umseta, men av ymiskum orsøkum datt hetta arbeiða niðurfyri.

Fyribils uppskot til ískoytis-sáttmála í sambandi við útgávu av talgiltum tilfari er nú skrivað, men skal hann helst eftirkannast av einum lógarkønum, áðrenn vit leggja hann út til limir okkara at taka støði í.

Nevnast kann í hesum sambandi, at Sigmund Poulsen hevur játtað at hava eina framløgu fyri limir felagsins í apríl mánað, um upphavsrættindi.

Skattaviðurskifti
Útgjald av samsýningum verður nú aftur framd umvegis LISA.

Semja hevur ikki verið um útgjaldingarháttin. Eitt starvsfólk hjá Taks sendi okkum í januar vegleiðing um, at vit skulu gjalda út sum skattskylduga inntøku og at vit frammanundan skulu kanna um rithøvundan hevur fulla ella avmarkaði skattskyldu. Viðkomandi vísur tó millum annað til eina grein um útgjald av nýtslugjald/royalti til útlendskar persónur ella felag.

Á heimasíðuni hjá TAKS stendur at lesa:

A-Inntøka
Sambært grein 57 í skattalógini verður skattskyldug inntøka, sum A-skattur verður eftirhildin í, nevnd "A-inntøka".

Í praksis vil hetta siga, at allar inntøkur sum kunnu ávísast gjøgnum A-skattaskipanina skulu ávísast. Í høvuðsheitum er talan um lønarinntøkur, pensjónir v.m. sum verða útgoldnar av "arbeiðsgevarum" við heimstaði í Føroyum.

Eitt høvuðseyðkenni fyri A-inntøkur er, at talan er um inntøku fyri "persónligt arbeiði í tænastu".

B-inntøkur
eru allar tær inntøkur, sum ikki eru A-inntøkur, og sum skattur ikki beinleiðis kann afturhaldast í. Talan er sum oftast um bruttoinntøkur hjá móttakaranum, men kann talan eisini vera um inntøkur, sum av praktiskum orsøkum ikki kunnu vera A-inntøkur, t.d. vanlig lønarinntøka hjá persóni, sum fær løn frá útlendskum arbeiðsgevara, sum ikki hevur heimating í Føroyum.

Um sæð verður burtur frá síðstnevnda omanfyri, er eitt høvuðseyðkenni fyri B-inntøkur, at talan ikki er um inntøku fyri "persónligt arbeiði í tænastu".

Av tí at Rithøvundafelag Føroya ikki er arbeiðsgevara hjá rithøvundan og talan ikki er um inntøku fyri persónligt arbeiði í tænastu, samdust forkvinnan, Helle Thede Johansen og skrivarin hjá LISA, Jens Marius Dalsgaard, um at samsýning verður rindað sum B-inntøku, eins og mannagongdin hevur verið fyri árini 2009 og 2010.

Gamlar gerðabøkur
Gomlu gerðabøkurnar hava verið afturvendandi samtaluevni á nevndarfundunum. Kassameistarin fekk í farnu árið avtalu í lag við fólk at reinskriva tilfarið og at rættlesa, og sendi tað her fyri til prentingar. Nevndin var vitandi um at talan var um tilfar, ið lá á Landsbókasavninum og at Søvn Landsins ráða yvir møguligari útgávu av tilfari, sum eru í varðveitslu hjá teimum.

Forkvinnan legði dent á, at um tilfarið skuldi gevast út var av størstum týdningi, at eingin viðkvæmir persónslýsingar vorðu almannakunngjørdir, men at tílíkt mátti strikast ella á aðra hátt gerast ósjónligt. Kassameistarin váttaði at einki tílíkt var í tilfarinum.

Nevndin hevur nú móttikið skriv frá Føroya Landsbókasavn, har tey bjóða okkum at koma á fundi, tí tey meta at júst viðkvæmir persónslýsingar eru í ferð við at verða almannakunngjørda. Avgjørt er tí at halda prentaða eintøkini aftur, til nevndarlimir hava verið á fundi og viðurskiftini eru avgreiddir.

Tórshavn tann 23. mars 2013

Helle Thede Johansen
forkvinna


Roknskapir felagsins

Tilfar sent í Kringvarp Føroya

Bókaútgávur

Rithųvundafelag Fųroya | Lützenstrųš 4, FO-100 Tórshavn