Bookmark and Share    
 

Christian Matras

Christian Matras

Christan Matras(1900 - 1988) varð føddur á Viðareiði, norðastu bygd í Føroyum. Hann fór til Havnar og gekk í Millum- og Realskúlanum har saman við Williami Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen. Hann las norrønt mál í Keypmannahavn, fekk doktaraheiti í 1933 og gjørdist professari við lærda háskúlan í Keypmannahavn í 1952. Í 1965 kom hann aftur til Føroya at vera leiðari av Føroyamálsdeildini á nýstovnaða Fróðskaparsetrinum í Havn. Hansara stóra ritverk viðger føroyskar bókmentir, føroyskt mál og føroyska mentan, men hann er harumframt sum lýrikari eitt av fremstu skøldum føroyinga. Hóast hann livdi meginpartin av lívi sínum í útlondum hevur eingin lýst føroyska náttúru so inniliga sum hann.

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn