Bookmark and Share    
 

Biskops-Arn÷ Ý 2009

Heilt síðan 1960 hava verið hildin rithøvundaskeið og onnur bókmentalig tiltøk á Biskops-Arnö, sum hava havt ikki so lítið at siga fyri menningina av bókmentaliga almenninum í Norðurlondum. Í mong ár hevur rithøvundaháskúlin Nordens Biskops-Arnö hvørt summar boðið rithøvundum úr øllum Norðurlondum við á trý norðurlendsk rithøvundaskeið árliga, umframt vanligu háskúlaskeið síni: eitt temaskeið, eitt debutantskeið og eitt námsskeið fyri barna- og ungdómsbókarithøvundar.

Í 2009 eru tíverri útlit fyri, at tað bara fara at verða hildin tvey av hesum nevndu skeiðum. Orsøkin er, at broytti stuðulsbygnaðurin við Kulturkontakt Nord (KKN) hevur gjørt, at Biskops-Arnö ikki kann søkja um stuðul til fleiri enn tvey skeið árliga. Fyriskipararnir hava valt at leggja dent á eitt temaskeið og eitt debutantskeið, og tí verður sum skilst onki barna- og ungdómsbókarithøvundaskeið í ár. Tó skal leggjast afturat, at ein bólkur undir Norðurlendska barna- og ungdómsbókarithøvundafelagsskapinum, Regnhlíf, hevur søkt KKN um at sleppa at halda hetta eitt skeið í oktober, men svar kemur ikki fyrr enn í mai.

Hini bæði skeiðini verða tó hildin. Her er talan um eitt poesiskeið, við heitinum "Östersjöar/Baltics", sum verður 21.-24. mai. Tekning fer fram leypandi í mars-apríl, og teir limir, sum hava áhuga í hesum skeiði, verða bidnir um at boða nevndini frá skjótast gjørligt. Úr Føroyum sleppur væntandi ein luttakari við ókeypis. Skeiðsleiðarar verða Kajsa Sundin och Ingmar Lemhagen, Biskops Arnö.

Hitt skeiðið verður eitt skeið fyri debutantar, sum verður hildið 23.-27. juni. Freistin at tekna seg til hetta skeiðið er 15. apríl. Skeiðsleiðari verður Joar Tiberg. Úr Føroyum sleppur væntandi ein luttakari við ókeypis.

Broyttu stuðulsmøguleikarnir gera eisini, at fyriskipararnir ikki enn kunnu garantera, at skeiðini verða hildin og at luttakararnir í ár fara at fáa allar útreiðslur til ferð og uppihald endurgoldnar um KKN sum vanligt hevur verið.

Áhugað kunnu lesa meira í skrivinum, vit hava fingið sendandi frá Nordens Biskops-Arnö, sum er viðfest niðanfyri.

Sí PDF:
Nordens Biskops-Arnö 2009

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn