Tip en ven         Bookmark and Share      
 

Mentanarvir­isl°n M. A. Jacobsen

2011-09-29 08:45

Virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanarlig avrik
varð í ár latin Jógvani Isaksen fyri virki hansara til frama fyri føroyska bókaútgávu. Jógvan hevur seinastu mongu árini staðið á odda í Mentunargrunni Studentafelagsins, sum er vorðið rættiligt forlag í tann mun tað ber til í Føroyum.

Í viðmerkingunum verður sagt, at Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur bókamarknaði okkara breidd og dýpd, sum høvir fólkaræðisligum hugsanar-, talu- og prentfrælsi. Undir leiðslu Jógvans hevur føroyska almennið fingið ein hóp av týðandi samtíðarbókmentum.

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2011
verður latin Nicolinu Jensen Beder fyri bókina SEYÐUR ULL TØTING. Nicolina hevur við nærlagni, persónligum innliti og hollari rannsakan lýst tilvirking úr skinni og ull úr søguligum og siðsøguligum sjónarhorni.

Víðari verður sagt, at hennara eldhugi og hegni seta sín dám á hetta megnarverk. Eitt verk av alstórum týdningi, tí tað sigur frá einari tilverutýðandi og siðvandnari framleiðslu, sum er um at fara í søguna.

SEYÐUR ULL TØTING gevur samtíðini og eftirtíðini møguleika at kunna seg við siðbundna stovnsrøkt og tilvirking úr skinni og ull.

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2011
fór til Føroya Symfoniorkestur. Í grundgevingini varð m.a. sagt, at ”í eini aldargamlari kvæðamentan og eini livandi sangmentan hevur Føroya Symfoniorkestur við nýhugsan savnað føroysk børn til tónleikaligar heildarupplivingar.

Føroya Symfoniorkestur er ein fongur og hevur prógvað sín alstóra týdning fyri ta tónleikaligu menningina. Okkara symfoniorkestur hevur við konsertum fyri barnagørðum og skúlum og sínum beinrakna tónleikaúrvali loftað teimum yngstu áhoyrarunum kring alt landið.

Jóla- og familjukonsertirnar við evnaríkum tónleikarum og spentum, syngjandi børnum geva afturljóð í jólahugnanum. ”

Ongin virðisløn varð í ár latin fyri fagrar bókmentir.

 

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn