Bookmark and Share    
 

Handan av Ebbu-vir­isl°n 2018

2018-05-18 13:26
Ebbu-virðislønin verður handað á fyrsta sinni,
 
hvítusunnudag 20. mai kl. 17 í auluni í Finsen.

Nýggja virðislønin er uppkallað eftir Ebbu Hentze (25. Sep.1929 - 20. Mai 2015).
Virðislønin verður handað ungum rithøvunda, sum hevur sýnt serligar gávur.
Virðislønin, ið verður handað eina ferð um árið, og er á 25.000 kr.
Havandi í huga at grundarlagið er seinasta ynski hjá Ebbu Hentze, verður virðislønin handað 20. Mai, sum er dagurin Ebba Hentze andaðist.

Tað er Rithøvundafelag Føroya, sum handar virðislønina á almennari móttøku, hvítusunnudag 20. mai kl. 17 í auluni í Finsen, fyrrverandi Kommunuskúlan í Tórshavn.
 
Skráin fyri hátíðarhaldið:
Kl. 17.00 Vælkomin
kl. 17.10 Tónleikur
kl. 17.15 Handan av Ebbu-virðisløn
kl. 17.30 Røða
kl. 17.40 Tónleikur
kl. 17.45 Liðugt

Ebba Hentze var ein fjølltáttaður og viðurkendur høvundur, sum skrivaði bæði barnabøkur, stuttsøgur og yrkingar. Mest kend var hon tó fyri sítt virki sum týðari. Gjøgnum árini hevur Ebba Hentze umsett eitt ótal av bókum til danskt úr enskum, týskum og svenskum, men mest úr føroyskum. Hennara íðna virki við at umseta føroyskar bøkur hevur havt ómetaligan týdning fyri kunnleika til og útbreiðslu av føroyskum bókmentum í Danmark og hinum norðurlondunum.

Umframt sítt víðfevndi virksemi sum rithøvundur og týðari legði Ebba stóran dent á at veita yngri høvundum ráð og vegleiðing. Tá ið hon skrivaði testamenti, hevði hon eisini rithøvundar og serliga teir yngru rithøvundarnar í huganum. Í testamentinum stendur soleiðis skrivað:

“Eftir mín deyð skal Listasavn Føroya arva málningar og onnur mynd¬listaverk, sum eftir meg eru. Annað, sum er eftir meg, herundir pengar, bøkur og allar aðrar ognir, skal Rithøvundafelag Føroya arva at nýta til stuðul til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serligar gávur. Somuleiðis skal Rithøvundafelag Føroya til sama endamál arva øll rættindi míni sum rithøvundur, herundir framtíðar inntøkur frá danska bókasavns¬grunninum.”

Við hesum í huga setti nevndin fyri Rithøvundafelag Føroya 26. november 2017 á stovn Ebbu-virðislønina, við krónum 570.155,54 á konto.

Nærri er eisini at lesa her.
Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn