Bookmark and Share    
 

Kom vi­ ˙t Ý heim

2018-02-03 17:51
Ein av fyrilestrahaldarunum á ráðstevnuni "Út í heim", ið verður 23. februar 2018, er danska Monica Gram, sum er ein av stovnarunum og eigarunum av Copenhagen Literary Agency.

Copenhagen Literary Agency umboðar og arbeiðir saman við eini stjørnurøð av virðisløntum norðurlendskum rithøvundum.

Monica Gram arbeiðir eisini sum umboðsfólk, ella sokallaður agentur, og hevur seinastu árini umboðað føroyska rithøvundin Jóanes Nielsen. Umboðsfólk arbeiða við sølu av rættindum til heimamarknaðin, til týðingar, film og dramatiseringar. Í 2015 fekk Monica Gram í lag ein slóbrótandi sáttmála við týsku deildina av altjóða forlagnum Random House um týðing og útgávu av "Brahmadellarnir" hjá Jóanesi Nielsen, og í fjør heyst varð sama bók eisini týdd og givin út í USA.

Komið og hoyrið hana greiða frá starvinum og uppgávunum sum umboðsfólk fyri rithøvundar.
 
Hevur tú hug at fáa íblástur til, hvat ein sjálvur kann gera fyri at marknaðarføra seg sum rithøvund á sosialu miðlunum?

So fer rithøvundurin og samskiftisfólkið, Abelone Glahn, sum hevur skrivað bókina "Forfatterens guide til sociale medier" at hava fyrilestur og verkstovu um júst hetta.
 

Eisini luttaka millum annað Hólmfríður Matthíasdóttir, stjóri á Forlagið og Niels Jákup Thomsen, stjóri á BFL.

Hevur tú ikki teknað teg til ráðstevnuna enn, so skunda tær at fara inn á tilmeldingarsíðuna og ger tað. 
Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn