Bookmark and Share    
 

┌t Ý heim - bˇkmentarß­stevna

2018-01-10 12:45
Fríggjadagin 23. februar 2018 verður sjóneyka sett á sølu av føroyskum bókum til útlond, tá ið Rithøvundafelagið og FarLit í samstarvi skipa fyri bókmentaráðstevnu undir heitinum ”Út í heim”.

Ráðstevnan vendir sær til rithøvundar, forlagsfólk og øll, ið hava áhuga í at fáa føroyskar bókmentir út í heim.

Hvat kann eg sjálv/ur gera?
Byrjað verður við verkstovu, har luttakararnir fáa íblástur til, hvat ein sjálvur kann gera fyri at marknaðarføra seg sum rithøvund á sosialu miðlunum.

Út í heim - hvussu?
Seinnapartin verður ráðstevna um sølu av rættindum, herundir samstarv við agent, sáttmáli við útlendsk forløg, krøv og ynskir hjá útlendskum forlagi við meira.

Át og prát
Um kvøldið verður døgurði og Rit-salón fyri luttakarunum hjá Katrinu Christiansen.
 
Verkstovu og framløgur
  • Abelone Glahn, rithøvundur og samskiftisfólk
  • Monica Gram, agentur á Copenhagen Literary Agency,
  • Hólmfríður Matthíasdóttir, stjóri á Forlagið og
  • Niels Jákup Thomsen, stjóri á BFL.
Nærri kunning og tilmelding: Út í heim
 
Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn