Bookmark and Share    
 

EBBA vir­isl°n

2017-11-27 18:34
 
Á BÓKADØGUNUM Í NORÐURLANDAHÚSINUM 26. NOVEMBER 2017, KUNNGJØRDI VÓNBJØRT VANG, FORKVINNU Í RITHØVUNDAFELAG FØROYA, AT FELAGIÐ HEVUR SETT Á STOVN EINA EBBU VIRÐISLØN.

Sum kunnugt var Ebba Hentze ein fjølltáttaður og viðurkendur høvundur, sum skrivaði bæði barnabøkur, stuttsøgur og yrkingar. Mest kend var hon tó fyri sítt virki sum týðari. Gjøgnum árini hevur Ebba Hentze umsett eitt ótal av bókum til danskt úr enskum, týskum og svenskum, men mest úr føroyskum. Hennara íðna virki við at umseta føroyskar bøkur hevur havt ómetaligan týdning fyri kunnleika til og útbreiðslu av føroyskum bókmentum í Danmark og hinum norðurlondunum.

Umframt sítt víðfevndi virksemi sum rithøvundur og týðari legði Ebba stóran dent á at veita yngri høvundum ráð og vegleiðing. Tá ið hon skrivaði testamenti, hevði hon eisini rithøvundar og serliga teir yngru rithøvundarnar í huganum. Í testamentinum stendur soleiðis skrivað:

“Eftir mín deyð skal Listasavn Føroya arva málningar og onnur mynd¬listaverk, sum eftir meg eru. Annað, sum er eftir meg, herundir pengar, bøkur og allar aðrar ognir, skal Rithøvundafelag Føroya arva at nýta til stuðul til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serligar gávur. Somuleiðis skal Rithøvundafelag Føroya til sama endamál arva øll rættindi míni sum rithøvundur, herundir framtíðar inntøkur frá danska bókasavns-grunninum.”

Við hesum í huga setti nevndin fyri Rithøvundafelag Føroya 26. november 2017 á stovn EBBU-virðislønina, við krónum 570.155,54 á konto.

Fyrsta virðislønin áljóðandi kr. 25.000 verður eftir ætlanin handað 20. Mai 2018.

Nærri er at lesa her.
Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn