Bookmark and Share    
 

Kunning um Fjølrit

2017-07-21 17:52
Á eykaaðalfundi 11. juli 2017 tóku limirnir í umboðsráðnum hjá Fjølrit avgerð um at fáa Fjølrit at virka aftur. Fyrsta stig er at fáa skil á øllum sáttmálaviðurskiftum við tey, ið brúka tilfar limanna: skúlar, stovnar, arbeiðspláss og onnur, so at viðurlag fyri at avrita og nýta vart tilfar hjá limunum kann rindast sambært galdandi lóg. 

Samanumtikið varð mett, at fleiri fyrimunur enn vansar eru nú og her, við at menna Fjølrit heldur enn at gera avtalu við til dømis CopyDan.

Fjølrit hevur, sum er, loyvi úr Mentamálaráðnum at virka sum rættindafelagsskap í samsvari við § 40 stk. 1 í løgtingslóg um upphavsrætt.

Umboðsráðið
er mannað við:
1. Før. myndlistafólk: Ole Wich, formaður
2. Rithøvundafelagið: Kim Simonsen, næstformaður
3. Før. yrkisfotografar: Jørgen Lützen, umboðsráðslimur
4. Før. tónaskøld: Kristian Blak, umboðsráðslimur
5. Før. blaðmannafelag: Beata Samuelsen
6. Føroysk bókaforløg: Jógvan Isaksen

Stjórnin (Starvsnevndin)
er mannað soleiðis:
• Atli K. Petersen, formaður
• Jonhard Mikkelsen, skrivari
• Helle Thede Johansen, kassameistari

Sigmund Poulsen er knýttur at Fjølritum sum løgfrøðiligur ráðgevi.

Fyri framman
Umboðsráðið hevur nú orðað ein arbeiðssetning, sum útgreinar, hvat stjórnin skal arbeiða við og fáa greiðu á, áðrenn kallað verður inn til aðalfundar fyri ársskiftið. Millum annað skal eitt greitt yvirlit yvir fíggjarviðurskifti felagsins fáast til vegar sum skjótast.

Ole Wich, umboðsráðsformaður, fer í næstum at seta seg í samband við limafeløgini at kunna tey nágreiniligari um hetta og á næsta aðalfundi Fjølrits verður nágreiniliga kunnað um øll hesi viðurskifti, sum verða greið til ta tíð.

Arbeitt verður ítøkiliga beint nú við at fáa stovnað samskiftispall umframt eina kunningarsíðu á internetinum. Meiri verður at frætta hesum viðvíkjandi, so skjótt tað er komið í rættlag.

Tórshavn, 19. Juli 2017

Atli K. Petersen, formaður
Jonhard Mikkelsen, skrivari
Helle Thede Johansen, kassameistari
Ole Wich, formaður fyri umboðsráðnum
Rithøvundafelag Føroya | Lützenstrøð 4, FO-100 Tórshavn