Bookmark and Share    
 

Kunningartiltak um upphavsrŠttindi

2017-06-05 17:18
Týskvøldið 6. juni kl. 19:30 – 21:30 skipar Rithøvundafelag Føroya fyri einum tiltaki um upphavsrættindi í Perluni í Havn.
 
Síðan føroyska lógin um upphavsrættindi kom í gildi í 2013, hava rættindahavarar einki viðurlag fingið fyri margfalding og nýtslu av verkum teirra í skúlum og almennum stovnum, hóast tey sambært lógini hava rætt til tess. Tað merkir at tekstir, myndir og tónaverk, sum rithøvundar, journalistar, myndlistafólk, fotografar og tónaskøld hava skapað, verða nýtt sum undirvísingartilfar, uttan at hesu fólk fáa eitt oyra afturfyri.
 
Rithøvundafelag Føroya skipar tí fyri einum kunnandi tiltaki har endamálið er at fáa lýst støðuna, sum hon er í dag og hvørjar møguleikar eru fyri kollektivu umsitingini av upphavsrættindum í Føroyum.
 
Umboð fyri føroyska rættindafelagsskapin Fjølrit verður við, umframt at eitt umboð fyri CopyDan Tekst & Node fer at lýsa, hvussu tey umsita rættindapening í Danmark og í Grønlandi.
 
Átakið er serliga ætlað listafólkum, men er opið fyri almenninginum.
 
Sí nærri kunning í Tíðindaskrivinum
Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn