Tip en ven         Bookmark and Share    
 

ěll listaverkini seld aftanß tveir tÝmar

2017-03-26 20:56
Leygardagin 25. Mars 2017 var uppboðssøla av listaverkum, ið lógu eftir Ebbu Hentze, sálu. Nógv fólk vóru komin í Posthúskjallarin í Havn at forvitnast, longu ein tíma undan uppboðssølan skuldi fara av bakkastokki og tá ið klokkan gjørdist 14:00 mundi uppboðshaldaran, Bjørn á Heygum, advokatur, ikki sloppið inn. Tá stóðu fólk heilt út á gøtuna.

Summi vóru uttan iva komin at forvitnast. At uppliva hesa forkunnugu hending. Tað er ikki gerandiskostur at listaverk eftir eitt nú William Heinesen, Janus Kamban, Torbjørn Olsen, Ingálv av Reyni við fleiri verða seld á uppboðssølu í Føroyum og fleiri av verkunum vóru rættiliga virðismikil.

Skjótt var tó greitt, at tað ikki einans var forvitin fólk, sum vóru komin á gátt. Bjørn á Heygum hevði úr at gera við at fylgja við. Nóvgvar hendur vóru á lofti, fyri at leggja boð inn. Fyrst maðurin aftast í salinum, sum byrjaði við 1.000 kr. So kvinnan frammanfyri til høgru, ið hækkaði við 500 kr. Unglingin uppi á trappupallinnum blandaði seg við einum veittrandi hondi, men kvikliga hevði maðurin aftast aftur hondinina á lofti. Boðini hækkaðu og fólk sótu sum var tað ein spenningsfilmur, tey hugdu æt. Eitt suð fór gjøgnum hølið, tá ið Bjørn á Heygum langaði hamarin niður og staðfesti: “Selt fyri 40.000 kr.”

Tað var Listasavn Føroya, sum upprunaliga arvaði øll listaverk eftir Ebbu Hentze. Savnið segði tó arvin frá sær og segði seg ei heldur hava umstøður at varðveita listaverkini. Tískil fall arvurin til Rithøvundafelag Føroya í lut. Felagið hevur tó eingi høli og ongar umstøður at varðveita so virðismiklar lutur. Tískil varð avgjørt at selja listarverkini á uppboðssølu.

Rithøvundafelagið takkar teimum mongu, ið vóru komin á uppboðssølu. Listaverkini, har fleiri teirra høvdu áteknað eina persónliga heilsan til Ebbu Hentze, verður nú vónandi at síggja í fleiri heimum og fyritøkum, til gleði fyri mong fólk.

Øll listaverkini vórðu seld og tilsamans komu 430.700 kr. inn. Av hesum skal uppboðshaldaran hava fyri sítt yrki. Tað sum eftir er, verður flutt á serstaka konto og skal við tíðina onkursvegnu nýtast sum styrk hjá ungum rithøvundum, eftir ynskju frá Ebbu Hentze.

Við takksemi

Rithøvundafelag Føroya
Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn