Bookmark and Share    
 

Uppbo­ss°la, a­alfund og veitsla

2017-03-18 15:01
Leygardag 25. mars 2017 hevur Rithøvundafelag Føroya fleiri tiltøk í Posthúskjallaranum í Havn.
 

ALMENN UPPBOÐSSØLA

Sum kunnugt hevur Rithøvundafelag Føroya arvað innbúgv, bøkur, pening við meira eftir Ebbu Hentze, men málningar og onnur myndlistaverk skuldi Listasavn Føroya arva.

Listasavnið hevur tó víst arvin frá sær, og fella málningar og onnur listaverk tí til Rithøvundafelagið. Vit hava tó einki nøktandi goymslupláss til listaverkini, og tá ið Listasavnið ikki vil átaka sær hesu uppgávu, hevur nevndin gjørt av at skipa fyri almennari uppboðssølum av listaverkunum.

Uppboðssølan verður leygardagin 25. mars 2017 kl. 14:00 í Posthúskjallaranum.

Bjørn á Heygum, advokatur, skipar almennu uppboðsøluna.

Talan er um nøkur listaverk, sum eru mett at hava eitt samlað virða á millum 300.000 - 400.000 kr.

 

ÁRSAÐALFUNDUR

Ársaðalfundurin hjá Rithøvundafelagnum verður leygardagin 25. mars 2017 kl. 18.00 - eisini í Posthúskjallaranum.

Fundarskrá:

  1. Frágreiðing frá farna árinum
  2. Grannskoðaður roknskapur til góðkenningar
  3. Stjórnarval. (Vónbjørt Vang, Sissal Kampmann og Helle Thede Johansen standa fyri vali. Tær stilla uppaftur.)
  4. Grannskoðaraval
  5. Ymiskt
Uppskot skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. mars 2017.

 

60 ÁRA VEITSLU

24. mars 2017 eru 60 ár liðin síðan Rithøvundafelag Føroya varð sett á stovn.

Stovnandi fundurin varð hildin ovarst í Hotel Hafnia, á Parnassinum. Stigtakarar vóru William Heinesen, Ólavur Mikkelsen og Tummas N. Djurhuus.

Eitt av endamálunum við at stovna felagið var, at tryggja rithøvundum sømdir mótvegis útvarpinum, sum var byrjað at senda 6. februar sama ár. Onnur starvsmið, sum nevnd vórðu í samband við stovnanina, var millum annað at skunda undir orðabókaarbeiðið, útvega almennan stuðul til bókaútgávu, elva til skriving av bókmentasøgu og, ikki at gloyma, “at fyrireika samkomur millum skrivandi menn (sic) til umrøðu av bókmentarnarligum evnum.”

Núverandi nevnd hevur gjørd av, at 60 ára degurin má haldast við einari samkomu ella veitslu fyri limum felagsins, og verður hon aftaná aðalfundin, 25. mars 2017 kl. 19.

Borðreitt verður við skemtiligum røðum og góðum mati umframt okkurt leskandi afturvið.

Limir felagsins, sum hava hug at vera við á hesum hátíðarhaldi kunnu melda sef til við at senda ein teldupost til rit@rit.fo í seinasta lagi mánadagin 20. mars 2017.
Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn