Tip en ven         Bookmark and Share    
 

Bˇkadagar 2016 - Hei­ursl°ta

2016-11-28 10:59
Mynd: NorðurlandahúsiðMentan, list og ikki minst føroyska málið, ger okkum til føroyingar. Yrkingar, stuttsøgur og skaldsøgur siga frá, hvussu tað er, at vera føroyingar. Men at liva og virka sum listafólk í einum litlum landi sum okkara, kann vera tórført. Inntøkumøguleikarnir eru færri enn í hinum Norðurlondum.
 
Eldsálir hava í teirra frítíð, sjálvboðin og uttan løn, miðvíst arbeitt fyri at betra um umstøðurnar, og havt avgerandi mun.
 
Rithøvundafelagið heiðraði á Bókadøgum 2016 ein teirra, sum hevur havt serliga stóran týdning fyri føroysk listafólk og ikki minst fyri rithøvundar.
 

Røðan

Føroyska mentanarlívið er fátakt.
Fátakt, um vit nýta tað fíggjarliga veðurglasið.
Men ómetaliga ríkt uppá skapanarhugi.

Talið av føroyingum, sum onkursvegnu skapa list, partvís, aftaná arbeiðstíð ella fulla tíð, er ókent, men eg ivast ikki í, at tað er høgt.

Fleiri av tykkum eru listafólk og kanska limir í onkrum listafelagi. Eitt av teimum mongum feløgum, sum hevur eina nevnd við formanni, skrivara, kassameistara og kanska eina tvey fólk afturat.

Rithøvundafelag Føroya hevur eina nevnd við fimm fólkum. Felagið varð stovnað 24. mars 1957. Tað er sostatt 59,5 ár síðani.

Í hesu árunum hevur felagið havt tilsamans 21 ymisk forfólk (kvinnur/menn).

Fólk, sum hava staðið á átta og tikið sær av alskins spurningum frá limunum, ymiskum stovnum í Føroyum eins og frá felagskapum og rithøvundum úti í heim, skipað fyri fundum og tiltøkum ... ólønt.

Føroyska mentanarlívið er fátakt.

Men tíbetur hava vit fólk, sum ríkar okkum. Fólk, sum hava viljan og dirvið til at gera ein mun – og makar, sum loyva teimum at nýta frítíðin til tess.

Rithøvundurin, sum vit ynskja at heiðra her í dag, er eitt heilt serstakt menniskja. Hann hevur verið

• limir í Mentunargrunni Føroya Løgtings
• formaður fyri stýrinum hjá Listasavni Føroya
• formaður fyri Mentunargrunni Studentarfelagsins
• formaður fyri Koltursgrunninum
• formaður fyri Arkitektafelagnum
• stovnari og fyrsti formaður í Listafólkasambandi Føroya
• ein av stovnsetarunum og fyrsti formaður fyri rættindifelagsskapinum Fjølrit
• ritstjóri á Varðanum
• og ... sjálvandi formaður fyri Rithøvundafelag Føroya.

Flest teirra, av teimum 21, sum hava sitið á formanspostinum, hava sitið í 1-2 ár. Nøkur fá í 3-4 ár. Men heiðurspersónurin hevur nýtt heili 11 ár av sínari tíð, sum formanni fyri Rithøvundafelagið. 11 ár.

Og konan hevur loyvt honum tað! Ella ... tey eru í hvussu so er saman enn. ;-)

Væntandi hava tit longu git, hvør tað er, sum eg tosi um: GUNNAR HOYDAL!
 
Góði Gunnar!
Sum Andesgammurin sveimar tú stillisliga millum okkum. Nærum ljóðleyst. Men eyguni hjá tær síggja alt. Tú sansar alt. Serliga um onkur ikki hevur tað gott. Um okkurt er órættvíst. Tá tekur tú ábyrgdin á tær og fer til verka.

Stillisliga, uttan hóvasták, hevur tú á tín sermerkta hátt gjørt óvanliga stóran mun í føroyskari list og føroyskum skaldskapi.

Títt serstaka lýsandi og myndaríka mál í bókum og sangtekstum,
títt ídna virki fyri rættindum hjá listafólkum,
tín slóðbrótandi íverksetan av
felagsskapum listafólkum at gagni
og títt íðna virki fyri føroyskum rithøvundum

... hesu eru orsøkirnar til, at nevndin í Rithøvundafelagi Føroya hevur
samtykt, at tilnevna teg heiðurslim felagsins.

Vegna nevndina og limir okkara, vil eg fegin takka fyri títt stóra íkast, og fyri at tú ert tann, sum tú ert! Takk.

Heiðursbrævið
Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn