Tip en ven         Bookmark and Share    
 

Livikorskanning

2016-11-24 12:48
Fleiri enn fjórði hvør rithøvund forvinna minni enn 8.333 kr. um mánaðin, vísar úrslit av kanning frá 2016, sum 17. november varð kunngjørd á “Dansk Forfatterforening”. 

Við grundarlag í úrslitinum úttalar Dansk Forfatterforening:
”Hvis det danske samfund ønsker at prioritere kunsten, må man fra politisk side tilpasse reglerne for dagpenge og skat, så de får en understøttende effekt for forfattere og andre kunstnere. Det kan bl.a. ske ved at lempe skattevilkårene for kunstnere med de laveste indtægter og geare dagpengereglerne efter vores særegne arbejdsbetingelser. Den udvikling håber jeg, vi kommer til at se i en overskuelig fremtid.”
 

Um kanningin

Týdningarmikið er altíð at gáa um hvør, ið hevur staðið fyri kanningi og hvussu kanningin er gjørd. Alt eftir hvør tú spyrt, hvussu tú spyrt og hvussu nógv fólk tú spyrt, kann úrslitið gerast eitt annað.

Neyðugt er at vissa sær eitt nøktandi svarprosent, at javnvági er millum teimum ymiskum bólkunum, ið hava svarað, umframt at góðskuna í spurnarblaðnum sum heild er í lagi.

Kanningin, sum “Bog- og Litteraturpanelet” hevur staðið fyri, fevnir um rithøvundar:
  • Sum í 2015 hava fingið í minsta lagi 5.000 kr. útgoldnar sum bókasavnspening og hava givið út minst eitt verk aftaná 2005
  • Og/ella hava móttikið starvsløn fra Statens Kunstfond/Kunstråd i tíðarskeiðnum 2006-2015.

Grundarlagið fyri kanningin er hereftir 3.728 rithøvundar, harav 1.583 aftursvar kunnu brúkast. Tað gevur eitt svarprosent uppá 42,5 %. Tá ið eingin avgerandi skeivleika er í býtinum millum aftursvarandi bólkunum, verður úrslitið mett at vera eftirfarandi.

Staðið fyri kanningina hava millum annað: Slots- og Kulturstyrelsen, Danmarks Statistik, Copenhagen Business School (CBS), Institut for Ledelse, Politik og Filosofi. Lektor, ph.d. Trine Bille. Post.doc., ph.d. Marianne Bertelsen. Ph.d.-lesandi Cecilie Bryld Fjællegaard, umframt sosiologilesandi Sara Arvanaghi.

Nærri er at lesa her: Grein

Frágreiðing/úrslitið kann heintast her: Kanningarúrslit
Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn