Tip en ven         Bookmark and Share    
 

Bˇkadagar 2016 og hei­ursl°ta

2016-11-21 17:44
Í døgunum 25.-27. november verður Norðurlandahúsið karmur um árliga tiltakinum við kjaki, framsýningum, bókasølu og nógvum øðrum spennandi fyri allar aldursbólkar – alt við støði í skrivaða orðinum.
 
Bókadagarnir eru eitt samstarv millum Norðurlandahúsið, Rithøvundafelagið og føroysku útgávufeløgini og eru ætlaðir viðurkendum eins væl og spírandi høvundum úr Føroyum og norðurlondum, tíðindafólki og øllum, ið hava hug at skriva og lesa.

Leygardag 26. nov. kl. 13.00 bjóðar Sif Gunnarsdóttir, stjóri & Carl Jóhan Jensen vælkomin og aftaná tað verður heiðursløtu.

Rithøvundafelagið fer á Bókadøgum 2016 at heiðra ein teirra, sum hevur havt serliga stóran týdning fyri føroysk listafólk og ikki minst fyri rithøvundar.
Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn