Bookmark and Share    
 

UNGIR LESARIR ═ NORđRI - eitt nor­urlendskt sjˇnarhorn

2013-07-21 13:42

Vælkomin til eina norðurlendska ráðstevnu um bókmentir og lesifremjandi tiltøk fyri børn og ung. Á hesi ráðstevnu verður lagt fyri við nýmótans gransking og lesifremjandi verkætlanir úr norðurlondum. Kom og kjakast um, hvussu vit kunnu standa saman og taka ímóti norðurlendskum avbjóðingum.

Hvørt ár koma fleiri ung úr skúlunum uttan at duga at lesa og skilja tekst. Bókmentir og at lesa hevur týðandi leiklut fyri tann einstaka og samfelagsmenning sum heild. Tí okkara samfelag hevur ov nógva grunna kunning - okkum vantar djúpan.

Nær: 24. – 25. oktober 2013

Hvar: Lunds Universitet, Lund. Gott og skjótt tilknýti til og frá Malmö og Keypmannahavn

Málbólkur: Ráðstevnan er fyri nationalar ekspertar, granskarir, myndugleikar og feløg sum arbeiða við bókmentum og lesifremjandi verkætlanum, avgerðartakarar og skúlastjórar.

 

Tað er Statens kulturråd í samstarv við Lunds universitet, ið skipar fyri. Forsetasessurin hjá Svøríki í Norðurlendska Ministararáðanum er karmur um hetta geniala tiltak. Tað kostar einki at koma á ráðstevnuna, men avmarkað pláss er.

Programm og viðkomandi kunning verður løgd út á heimasíðuna hjá Kulturráðnum mitt í august. 

Meir kunning: skriva til Evu Ottoson

 

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn